mikudagur 17. januar 2007síða 14
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 12 - 17. januar 2007
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
magnus gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
tlf 341800 fax 341801
Mánadagin 15. januar
2006 var móttøka
á posthúsinum í
Sandavági í sambandi
við at Leif Petersen,
posthúsleiðari, hevði
40 ára starvsdag og
er givin vegna aldur í
hesum starvi
Móttøka
Myndir: Ruth Myllhamar
Møtt vóru familja og
starvsfelagar - eisini fyrr
verandi starvsfelagar. Post
verksstjórin Sofus Clement
sen vitjaði eisini í hesum
sambandi.
Leif er úr Sandavági.
Hann gekk á preliminerskúla
og sigldi í nøkur ár, áðrenn
hann í 1964, tók við sum
posthúsleiðari í Sandavági.
Posthúsið var tá í húsunum
hjá abbanum, Dánjal Peturi
Nielsen, “úti í Bakka”.
Leif tók við eftir mostur
sína Sofíu Nielsen, sum
tá legði frá sær sum post
húsleiðari. So postur hevur
verið í familjuni í trý ættar
lið.
Í 1974 flutti posthúsið í hús
ini hjá Leif “uppi á Steig”,
og var har til postverkið
keypti bygningin, har Sjó
vinnubankin í Sandavági
helt til, áðrenn bankarnir
løgdu saman. Hetta var í
1997.
Í sínum dagliga arbeiði
hevur Leif havt samskifti
við nógv fólk í bygdini, við
tað at hann hevur sitið við
avgreiðsluna á posthúsin
um.
Í sambandi við arbeiði á
posthúsinum sigur Leif, at
fyrr var meira pakkapostur,
enn tað er í dag. Hetta
komst serliga av, at fólk
“bestiltu” nógv úr donskum
príslistunum.
Meðan hann hevur arbeitt
á posthúsinum, hevur hann
havt farloyvi. Tá hevur hann
verið til skips og róð út. Nú,
Leif er farin frá, fær hann
betur tíð til síni áhugamál
sum t.d. at rógva út, ganga á
fjall og passa heimaseyðin.
Í 1965 giftist Leif við
Estrid, f. Hansen, av Argjum.
Tey eiga trý børn: Estrid
Súna (Hansen), sum býr í
Sandavági, og Hans Paula
og Janitu, sum bæði búgva
í Hoyvík. Abbabørnini eru
8 í tali.
Posthusið í Sandavági lat
upp “úti í Bakka” tann 1.
oktober 1918. Tey sum høvdu
ábyrgdina av posthúsinum
vóru Anna Sofia og Dánial
Petur Nielsen. Í 1948 tók
dótturin Sofía Nielsen yvir,
og hevði hon postin til
1964, tá Leif tók við sum
posthúsleiðari.
Í dag starvast trý fólk á
posthúsinum í Sandavági,
og leiðari er Angelie Mourit
sen.
Leif Petersen, Sandavágur:
40 ára starvsdag
hjá Postverkinum
Leif Petersen, fyrrverandi posthúsleiðari í Sandavági, og Sofus Clementsen, postverksstjóri
Leif saman við starvsfelagum, f.v.: Hjalma Simonsen, fyrrverandi postboð, Leif Petersen, Ruth
Myllhamar, postboð, Oddvør Thomasen, fyrrverandi postboð, Olga Joensen, postboð, og Angeilie
Mouritsen, nýggjur posthúsleiðari
Posthúsið í Sandavági