Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-17, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. januar 2007síða 15

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 12 - 17. januar 2007 15 Kistan við Eilif Steingrím Debes, Oyri, fer úr kap­ellinum á Landssjúkrahúsinum mikudagin klokkan 17 í kirkjuna við Norðskála. Jarðarferðin verður hósdagin klokkan 13. Tey, ið vilja minnast Eilif, kunnu lata kirkjuni við Norðskála eina peningagávu; konta í peningastovninum. Mikkjal Mørk ættaður úr Tórshavn, andað­ ist á Landssjúkrahúsinum týsdagin 16. janu­ar, 60 ára gamal. Bønarhald verður í Lands­sjúkra­ húskapellinum fríggjakvøldið kl. 20.00. Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni leygardagin kl. 12.00. Tey, ið vilja minnast Mikkjal, kunna lata Herberginum eina peningagávu; konta í peningastovnunum Kistan við Elsebeth Højgaard, vanliga nevnd Essan, fer av Ellis- og røktarheiminum, í Glyvra kirkju, í kvøld klokkan 18.00. Jarðarferðin verður úr Glyvra kirkju hósdagin klokkan 13.00. Tey, ið vilja minnast Essuna, kunnu lata Glyvra kirkju eina peningagávu. konta í peningastovnunum. Andlát og jarðarferðir Dagurin 18. januar. Prisca. Ung genta, sum einaferð í 3. øld verður hálshøgd fyri trúar sakir. Gomlu jól enda, tá ið jóladagur er 6. januar eftir julianska kalendaranum. Dagurin verður eisini róptur gamli trettandi. Vilt tú verða ríkur, skal tú gomlu trettandu nátt ganga út og sita á kjørbreyt. Magnus Heinason varð hálshøgdur hendan dagin í 1589. Fyri ætt vinum og kenningum verður sagt frá, at sonur, beiggi og pápi okkara Mikkjal Mørk Tórshavn andaðist týsdagin 16. januar, 60 ára gamal. Kistan fer úr kapellinum á Landssjúkrahúsinum fríggjakvøldið kl. 20. Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni leygardagin kl. 12.00. Fyri tey avvarandi Vina, Magdalena, Jógvan Martin, Mortan, Martin og Jákup Tey, ið vilja minnast Mikkjal, kunnu lata eina peningagávu til Herbergið hjá Frelsunarherinum. Konta í peningastovnunum nøvn Mín elskaði maður og okkara góði pápi Karsten Klit f. 06.07.1969 doyði í eini ferðsluvanlukku leygardagin 13. januar 2007. Jarðarferðin verður úr Elsted kirkju fríggjadagin 19. januar kl. 14. Familjunnar vegna Annika Winther Klit Mira og Andreas Tey, ið vilja vísa samkenslu. kunnu lata børnunum eina peningagávu, konta í Eik Banka Í sambandi við at Birgar Johannessen savnar tilfar til »Tórshavnar alfrøði«, kemur hann fram á nógvar áhugaverdar myndir, og her er ein av teimum. Hetta er fyrsta útsølan hjá Gunnari Stokholm, klædnahandli, við Hoydalsvegin í 1952. Fólk standa spent og bíða, til handilin letur upp . Tað sigst at hetta er fyrsta útsølan, sum var í Havn.  Gunnar Stokholm var dani. Hann kom til Havnar í 1948, tvey tey fyrstu árini hevði hann lítla heilsølu í leigaðum høli yviri í Jónas Broncksgøtu. Í 1950 flutti hann niðan á Hoydalsvegin og lat upp klædnahandil á horninum Hoydalsvegur/oman Pisuv­ arða, yvir av KFUM. Ikki kann sigast annað enn, at Gunnar Stokholm kom til Føroyar við nýggjari handilsmentan. Handilin varð so væl umtóktur millum føroyingar, at longu árið eftir at hann var komin niðan á Hoydalsvegin, útbygdi hann handilin, so tað nú eisini var møguligt at fara upp trapp urnar og kaða inn í nýggju deildina, sum eisini stóð á tremur við klæðum. Hugskotini trutu ikki hjá Gunnari Stokholm: Tað sigst, at hann var tann fyrsti sum kom við hugtakinum »útsøla«. Lýsingarnar vóru sera innbjóðandi, nevnast kann at hann altíð nýtti slagorið »ALT SKAL UD«. Hjá Gunnari Stokholm var sum nakað spildurnýtt eisini møguligt hjá øllum! at keypa klæðir upp á »avbetaling«. Tíðirnar vóru ringar í 50-unum, t.d. kundi ein kvinnufrakki kosta millum eina og tvær mánaðarlønir. Hesin nýggi mátin at keypa upp á gjørdi, at »øll« høvdu ráð at ogna sær eitt plagg. Í dag er tað ein sjálvfylgja at handlar senda tónleik gjøgnum hoytalaran (tíanverri er tað ofta so hart, at fólk velja at venda út aftur, heldur enn at njóta tónleikin). Eisini her var Gunnar Stokholm undangongumaður, hvørja ferð hann hevði lýsing í bløðunum, stóð: »De vil nyde den dæmpede musik i vores lokaler«. Gunnar Stokholm skip­ aði eisini fyri móta­fram­ sýningum. Hesar fram­ sýningar vóru m.a. á Hotel Føroyum á Kongabrúnni. Handilin hjá Gunnar Stok­ holm lat aftur í 1969. Hann andaðist í Danmark í 2003, 92 ára gamal. Fyrsta útsølan í Havn? Útsøla í klædnahandlinum hjá Gunnari Stokholm við Hoydalsvegin. Í handilsvindeyganum stendur »ALT SKAL UD« Gunnar Stokholm var handilsmaður í Havn í eini 20 ár Ford Galaxie frá 1962. Ein slíkan hevði Gunnar Stokholm, (hesa myndina hava vit funnið á internetinum). Bilurin hjá Gunnari var ikki senkaður eins og hesin