Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-17, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. januar 2007síða 16

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 12 - 17. januar 2007 tíðindi So kann eg bara ímynda mær, hvør­ja ávirkan tað hevði havt. Í mun til Danmark eru Før­oy­ar fantastiska langt vekk frá øllum, men sam­ stund­is eru Før­oy­ar í sjálvum sær fan­tas­ tis­k­ar, og tað mugu tit duga at selja. Tað sig­ur Søren Ejlersen mill­um annað, sum er út­búgv­in kokkur men dag­liga arbeiðir við í­verk­set­an VINNA Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Klaksvík: Søren Ejlersen var ein av teimum, sum hevði eitt upplegg til í­verk­ set­­ar­a­­kvøld­­ið í Klaksvík mána­­dag­­in. Hann var biðin um at koma og greiða frá um íverk­set­an, um seg og sítt virk­semi. Sosialurin hitti mannin í gomlu løgreglustøðini í Klaksvík, sum nú eitur Íverk­set­ara­hús­ið. Eitt hús har íverksetarar úr øll­ um Føroyum innan all­ar vinnugreinar kunnu koma og fáa persónliga veg­leið­ ing, leiga sær eini høli ella luttaka á skeiðum í Íverksetarahúsinum. – Eg havi arbeitt við inn­ ova­ti­ón, havi tilognað mær vit­an og hættir gjøgnum mítt virksemi. Soleiðis fái eg nú gjørt fólk varug við, hvussu tey røkka sín­ um málum, sigur Søren Ej­ler­ sen. Hann situr við kross­kast­ að­um beinum, hálvavegna liggj­an­di í stólinum við ein­um kaffikrússi framman fyri sær, og okkara samrøða um lyklaorðið í allari í­verk­ set­an, innovatión, byrjar. Flyta seg í fremstu røð – Vit mugu skilja týdningin av at flyta seg í fremstu røð. Heimurin er vorðin eitt nógv minni handilsøki, og tí er tað avgerandi neyðugt, at pláss er fyri innovatión og menning, sigur Søren Ejler­sen avgjørdur. Tí er hann heldur ikki í iva um, tá hann verður spurd­ur eftir síni hugsan um Íverksetarahúsið í Klaks­vík. – Hugskotið hjá Rana (Nolsøe, blðm.) er rætt, sig­ ur hann avgjørdur. – Men her mugu allir part­ar við. Politikarar, vinn­ an og ikki minst øll tey inn­ o­va­tivu høvdini, sku­lu ve­ra við at skapa hen­da pall­in til føroyskar íverk­set­ar­ar, vísir Søren Ejlersen á. Stórir óbrúktir møgu­leik­ ar Týdningarmikið fyri Før­oy­ ar er eisini, at tit megna at hal­da upp á tey fólkini, sum standa á odd a fyri nýskapan og endurnýggjan. – Tit mugu varðveita tey inn­ova­tivu høvdini her. Tað er týdningarmikið fyri Før­ oy­ar. Mín fatan er eisini, at her eru nógvir óbrúktir møgu­leik­ar í landinum, held­ur Søren Ejlersen. Hetta er aðru ferð hann er í Føroyum og vitjar. Tí er tað eisini avmarkaðar eyg­ leið­ing­ar hann hevur gjørt av føroyska samfelagnum. Men Søren Ejlersen heldur seg tó kunna siga við vissu, at nærum øll føroysk eygu eru vend móti fiskinum, tá tað snýr seg um vinnu í Føroyum. – Her mugu tit duga at fly­ta fokus. Og fyri tað min­ sta síggja aðrar og fleiri møgu­leik­ar í fiskinum, sig­ ur hann. Visjónin er innovativ Orsaka av sínum av­mark­ aðu eyg­leið­ing­ar­møgu­leik­ um í Føroyum, so fær Sør­en Ejlersen illa gjørt í­tøki­lig­ar viðmerkingar til við­ur­skif­ ti­ni innan føroyska vin­nu og politikk. Men tá hann kortini verður spurdur bein­ leið­is um føroyskan pol­i­ tikk og eitt evni, sum hev­ur fylgt nógv í okkara fjøl­ mið­l­um, nevniliga Visjón 2015, svarar Søren Ejlersen ein­falt. – Visjónin er innovativ í sær sjálvum, og tað er tørvur á innovatión her. Tí meti eg tað vera áhugavert at vera við at stuðla undir eini verkætlan sum hesari. Hann er sannførdur um, at tað hevur týdning fyri eitt sam­­felag, at tað virðismetir og raðfestir innovatión. Sør­ en Ejlersen sigur enntá, at tað kann hava eina bein­leið­ is negativa ávirkan á støðu­ fes­ti hjá samfelgnum, um tað ikki verður gjørt pláss fy­ri innovatión. Finni eitt Føroyar brand Søren Ejlersen var sjálvur in­ni á evninum í áðni, men eg havi hug at tríva aftur í tað, nevniliga heimin sum eitt handilsøki, ið er vorðið nógv minni seinnu árini or­sa­ka av altjóðagerðini. – Danmark er ein part­ur av Evropeiska meg­in­land­ i­n­um. Hjá okkum merkir fjar­støð­an einki. Tað ger hon fyri so vítt heldur ikki í Føroyum, tí tað er ein sann­­roynd, at tað ber til hjá før­­oy­­ing­­um at framleiða troyggj­­ur í India gjøgnum al­­tjóða netini sum eru, held­ ur fyrrverandi kokk­ur­in. Hann heldur eisini, at tað at Føroyar liggja so fjar­ skot­ið í mun til onnur lond, bæði kann og eigur at verða eitt av vørumerkjum okk­ ara. – Tit mugu finna eitt brand fyri Føroyar. Grøn­ lend­ing­ar hava verið dug­na­ lig­ir seinastu árini, at bran­ da teirra vørur sum góðs­ ku­vør­ur. Millum annað við trace­abil­ity (møguleikin at fin­na aftur til upprunan hjá vør­uni, vita hvaðani hon stav­ar; blðm.), sigur Søren Ej­ler­sen. Hann nevnir so sum dømi, at tá føroyingar útflyta fisk, so er onki brand við. – Tá fiskur verður út­flutt­ ur eigur eitt sindur um Fø­r­oy­a­r altíð at fylgja við. Hvar er fiskurin fiskaður, hvør hevur fiskað hann, nær hann er fiskaður, og Høvdu Føroyar havt Søren Ejlersen Føddur í 1967 Útbúgvin kokkur Grundleggjari av Aarstiderne.com Næstformaður í nevndini fyri Aarstiderne A/S FAKTA Ikki misnýtast Hóast uttanlandsnevndin hjá Løgtinginum hevur gjørt av at leingja loyvið hjá amerikanska hervaldinum at flúgva ígjøgnum føroyskt loftrúm, eiga amerikanarar ikki at misnýta loyvið til ólógligan fangaflutning. Tað sigur løgmaður, sum vegna landsstýrið fer at boða donsku Ríkisumboðnum frá, at loyvið verður longt. Men uttanríkisráðið í Keypmannahavn fær samstundis at vita, at loyvið skal ikki brúkast til ólógligan fangaflutning. Fáa nú breiðband Um stutta tíð fáa fólk í Hvannasundi og á Viðareiði breiðband. Føroya Tele er í ferð við at leggja fiburkaðal frá telefonstøðini í Klaksvík til Norðdepils. Kaðalin til Viðareiðis kann brúkast til breiðband, men fyrst má samband fáast millum Klaksvík og Norðdepli. Fiburkaðalin verður spulaður ígjøgnum rørini við vatni, skrivar Norðlýsið. Føroya Tele væntar, at arbeiðið við kaðalinum verður liðugt um ein mánað, um tað viðrar.