Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-17, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. januar 2007síða 17

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 12 - 17. januar 2007 17 tíðindi so eitt sindur um Føroyar. Tað er ein máti at gera tað uppá, og soleiðis fer al­tíð eitt sindur av søgu og upp­ lýsingum út um Føroyar, tá fiskur verður útfluttur, greið­­ir Søren Ejlersen frá, og nevnir síðani Teit sum dø­mi um eitt gott føroyskt brand. – Hvørja ferð eitt lag verð­ ur spælt við Teiti, so verður al­tíð sagt at tað er “Teitur Las­sen fra Færøerne”. So­leið­is verður tað gjørt vart við Føroyar. Fólk fáa ei­na positiva uppliving av at hoyra sangir hansara, og so­leið­is eisini eina positiva mynd av Føroyum. Men Teit­ur er bara ein. Høvdu tit havt 50 ymisk sløg av Teitur, so hevði tað verið eitt megnar lop víðari, heldur Søren Ej­ler­sen. Hann fer síðani víðari í prát­in­um um branding av Før­oy­um. – Føroyar eru eitt reint og í mangar mátar óspilt land. Her er bara reint, vatn alla­stað­ni og bara natúra. Før­oy­ar eru fantastiska langt vekk frá øllum, men Før­oy­ar eru fantastiskar, og tað skal lýsast fyri øðrum, sig­ur Søren Ejlersen. Vandin skapar spenning Mánakvøldið greiddi hann teim­um uppmøttu í Atlantis frá um sítt virksemi. Í dag er hann farin aftur til Da­nmark­ar. Nakrar po­si­tiv­ ar upplivingar ríkari. – Eg var bilsin av, at so nógv møttu upp. Eisini var tað stuttligt at eygleiða Rana, tí hann hevði ongan møgu­leika at vita, um fimm fólk fóru at møta til til­tak­ið, ella um tað komu hund­rað. Men so komu væl om­an­ fy­ri hundrað, og so veit Rani at hann hevur fat­ur í rætta endanum, vísir Sø­ren Ejlersen á. Júst hatta við ikki at vita, júst hvar tú ert, er ein stórur part­ur í í­verk­set­ar­a­virk­sem­ in­um. – Tað er í risikofeltinum har tað er spennandi at vera. Men tað er skjótt frá succés til katastrofu. Framhaldandi suc­cés er treytað av, at hø­ga ferðin verður hildin, at smíða verður meðan jarn­ið er heitt og at røttu av­­gerð­ ir­nar verða tiknar, sigur Sø­ren Ejlersen. Stórir møguleikar við hús­ in­um Hann sær eisini stór­ar mø­gu­ leik­ar í Í­verk­set­ara­hús­in­um í Klaksvík. – Hetta er ein góð verk­ætl­ an. Hetta verður gjørt alla að­ra­stað­ni við. Fyri at gera vart við seg og fyri ikki at ver­ða yvirhálað á globala mark­nað­in­um, sigur hann. – Tað er stórur møguleiki fyri, at fólk um nøkur ár hygg­ja at hesum húsinum (Í­verk­set­ara­hús­in­um, bl­ðm.) við stórari virðing, men tað er treytað av stuðli alla staðni frá endar Søren Ej­ler­sen. 50 sløg av Teiti Søren Ejlersen er 39 ára gamal, upprunaliga útbúgvin kokkur men hevur seinastu sjey árini tikist við annað enn matstovuvirksemi. Í 1999 byrjaði hann saman Thomas Harttung al­nets­ hand­­il­in Aastiderne.com. Aarstiderne er alnetshandil burt­ ur­av. Á heimasíðuni ber til at bíleggja frukt, grønmeti, fisk ella hvat tað skal vera, og síðani fáa tað borið til dyrn­ar.Hetta er ein handil, sum umvegis alnetið selur vist­frøð­i­l­igt grønmeti og frukt. – Handilin er bygdur á ein lívsdreym um at handla við matvørum við høgari góðsku, sigur Søren Ejlersen um virksemi. At danir hava tikið handilin og ikki minst vøruna til sín, er økta virksemi hjá fyritøkuni eitt greitt prógv um. 1999 vóru tey seks sum starvaðust í Aarstiderne, og í dag hevur fyritøkan omanfyri 200 starvsfólk, við nógvum deildum kring Danmark. Fyri ikki so langari tíð síðani læt eisini ein deild hjá Aarstiderne upp í Svøríki. Stutt um virksemið hjá Søren Søren Ejlersen, Rani Nolsøe og Jens Ravn uttanfyri Íverksetarahúsið í Klaksvík Mynd: Høgni Thomsen – Hvørja ferð eitt lag verð­ur spælt við Teiti, so verður al­tíð sagt at tað er “Teitur Las­sen fra Færøerne”. So­leið­is verður tað gjørt vart við Føroyar. Fólk fáa ei­na positiva uppliving av at hoyra sangir hansara, og so­leið­is eisini eina positiva mynd av Føroyum. Men Teit­ur er bara ein. Høvdu tit havt 50 ymisk sløg av Teitur, so hevði tað verið eitt megnar lop víðari, heldur Søren Ej­ler­sen Mynd: Høgni Thomsen Onga undirtøku Teir tríggir flokkarnir í landsstýrissamgonguni fara ikki at taka undir við uppskotinum hjá tveimum tjóðveldistingmonnum og Miðflokkinum um at lækka valrættaraldurin úr 18 í 16 ár. Sambandsflokkurin, Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin eru á einum máli um, at tað ber ikki til at geva ungfólki valrætt og valbæri, áðrenn tey eru myndug. Aldurin at velja og myndugleikaaldurin mugu fylgjast, halda teir tríggir samgonguflokkarnir. Byggja egningarskúrar Kommunurnar í Hvannasundi og á Viðareiði umhugsa at byggja egningarskúrar í Hvannasundi. Fyrradagin skipaðu tær fyri einum kunnandi fundi um ætlanina fyri at vita, hvussu áhugin er millum útróðrarmenn. Kári Kallsberg, varaborgarstjóri á Viðareiði, sigur við Dimmalætting, at útróðrarmenninir vístu áhuga fyri at keypa skúrarnar, verða teir bygdir, men enn hava tær báðar kommunurnar ikki tikið endaliga støðu.