mikudagur 17. januar 2007síða 18
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 12 - 17. januar 2007
tíðindi
Hósdagin 11.
januar 2007 eru
fimm ár liðin síðani
Guantánamo-
fangalegan á Kuba
varð tikin í brúk.
Amnesty heitir í
hesum sambandi
á fólk um at senda
heilsanir til fang
arnar, sum kunnu
birta nýggja vón og
eisini gera myndug
leikarnar varugar
við, at áhugi er fyri
fangunum og fyri
at mannarættindi
verða vird
AMNESTY
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Síðani 2002 hava tilsam
ans 775 fangar verið aftur
hildnir á Guantánamo.
Í løtuni sita umleið 430
fangar úr 35 ymiskum
londum í fangaleguni utt
an ákæru ell a dóm.
Amnesty International
arbeiðir fyri at fangarnir á
Guantánamo verða settir
fyri ein vanligan dómstól
samsvarandi øll um altjóða
standardum, uttan at deyða
dómur verður nýttur.
– Um hetta ikki verður
gjørt eiga teir at verða
leyslatnir beinanvegin, sig
ur Amnesty.
Tí heitir Amnesty á
fólk um at senda nýggj
ársheilsanir til fangarnar.
Heilsanirnar kunnu birta
nýggja vón og eisini
gera
myndugleikarnar
varugar við, at áhugi er
fyri fangunum og fyri at
mannarættindi verða vird
– eisini á Guantánamo.
Fimm fangar hava fingið
loyvi at fáa post uttanífrá
og Amnesty heitir í hesum
sambandi á fólk um at
senda stuðulsheilsanir til
fangarnar.
– Heilsanirnar kunna
birta nýggja vón í einari
svárari tíð og somuleiðis
gera myndugleikarnar var
ugar við altjóða áhugan
fyri
fangunum,
sigur
felagsskapurin.
Menninir, hvørs søga
verður søgd á heimasíðuni
hjá Amnesty og prentað
her í blaðnum í vikuni,
hava brúk fyri tínum
stuðli. Amnesty heitir á
fólk um at senda teimum
eina heilsu – eina áminn
ing um, at teir ikki eru
gloymdir.
Fimm ár á
Guantánamo
Týdningarmikið at hava í huga, tá kort verða send:
•
Send einfaldar heilsanir, helst á upprunamálinum ella á enskum.
•
Send ikki politiskar ella átrúnaðarligar heilsanir – einfaldar heilsanir, sum bera
boð um samkenslu eru nóg mikið.
•
Send kort uttan trúarligar ella jólaligar myndir.
•
Nýt ikki Amnesty kort og nevn ikki Amnesty International.
•
Bið ikki um aftursvar, men skriva navn og bústað á postkortið. So kann
viðkomandi avgera um hann svarar tínum brævi.
•
Merk brævbjálvan ”Airmail” og set eitt 10 kr. frímerki á.
•
Seinasta freist at senda kort er 28. februar 2007.
Vinarliga send Amnesty eitt avrit, um tú fært nakað svar.
Ynskir tú at senda
Mohammed al-Gharani
eina heilsan, so er
adressan henda:
Mohammed al-Gharani
ISN 269Camp Delta P
O Box 160
WashingtonDC 20053
USA
– Eg var bundin
um føturnar og
hondliðurnar, tá eg
kom til Guantánamo.
Teir tóku í armarnar
á mær og tveittu
meg úr flogfarinum,
sigur Mohammes
al-Gharani, fangi á
Guantánamo
Mohammed al- Gharani, 20
ár. Tjaddiskur ríkisborgari,
føddur og búsitandi í Saudi
Arabia.
Mohammed kom til Paki
stan í september 2001,
har hann ætlaði at arbeiða
við teldum. Hann fór úr
Saudi Arabia, tí hann var
fyri áhaldandi mismuni har
vegna sín tjóðskaparliga
uppruna. Ein vinur mælti
honum til at koma til Paki
stan at læra meira um teld
ur. Mohammed fór avstað,
men 21. oktober 2002 varð
hann handtikin, saman
við fleiri øðrum í einari
pakistanskari mosku.
Ein herovasti í pakistanska
herinum segði honum, at
teir fóru at selja hann til
USA fyri 5000 doll arar. Úr
Pakistan varð Mohammed
koyrdur á leguna í Bagram,
Afganistan, har hann var í
nakrar vikur, áðrenn hann
fyrst í 2002 varð koyrdur í
Guantánamo-fangaleguna.
Mohammed er píndur og
ill a viðfarin á Guantanámo.
Mill um annað hevur hann
verið noyddur til at pissa
á seg sjálvan, verið analt
penetreraður, hongdur upp
eftir øklunum í upp til
átta tímar og av bukaður.
Haraftrat er tannbust hans
ara er ferð eftir ferð tikin
frá honum sum revsing, og
hetta hevur haft við sær
at tenninar eru í sera vána
ligum standi. Fyrstu ferð
hann gramdi seg um tanna
pínu varð tonnin trekt.
Mohammed sleppur ikki
at senda ell a fáa brøv frá
familjuni og hevur tí ikki
haft sambandi við familj
una síðani hann kom á
fangaleguna. Hann er sera
tunglyntur og hevur fleiri
ferðir roynt at gjørt av.
Amnesty óttast, at hetta fer
at eydnast honum áðrenn
hann fær eitt rættvíst sakar
mál.
Vit endurgeva her søguna um Mohammed al-Gharani, sum stendur at lesa
á www.amnesty.fo
Mohammed al-Gharani