mikudagur 17. januar 2007síða 19
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 12 - 17. januar 2007
19
tíðindi
- Eg havi bara egnt
henda eina stampin
í morgun. Eg
mátti fyrst yvir til
Runavíkar at keypa
mær agn, sigur Dia
Johansen.
Fyrrapartin í gjár
stóð hann í einum
skúri og egndi
Útróður
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Strendur: – Ja, tað er nak
að langur vegur at fara hag
ar eftir agni.
– Tað er bara eitt sindur
undarligt, at ein strandingur
skal fara allan vegin yvir til
Runavíkar at keypa agn frá
einum øðrum strandingi,
sigur Dia við einum stórum
brosi.
Hann
er
einsamallur
og egnir í morgun. Tað er
heldur ikki neyðugt við
fleiri egnarum, tí hann er
í ferð við tann seinasta
stampin í morgun.
Fleiri strandingar liva
av útróðri, og á Heygsstøð
hava teir góðar umstøður at
fremja starv sítt.
Sjálvur stendur Dia inni
í einum av skúrunum á
havnalagnum og egnir.
– Nú verði eg skjótt lið
ugur við henda stampin.
So er í øllum førum klárt
hjá soninum, Sonna at fara
avstað aftur, sigur hann.
Hjálpi eitt sindur
Fyrrapartin í gjár var Dia
farin undir at egna enn ein
stamp. Í roynd og veru er
hann nærum liðugur við
henda, og sum eisini var
hansara seinasti at egna
hesa løtuna.
Tað er kortini ikki Dia
sum ger brúk av hesum
egndu stampunum, men
sonur hansara.
- Ja, tað er sonurin, Sonni
sum rør út. Eg hjálpi honum
bara eitt sindur við at egna,
sigur Dia.
Hann kennir nakað til tað
at vera útróðrarmaður, men
hevur siglt fyri tað mesta.
Eina løtu sum hesa er
gott at fara oman í egning
arskúrin at veita soninum
eina tænastu.
10 stampar
Báturin, sum sonurin Sonni
eigur og sum altso var
farin til útróðrar í gjár, er
ein 30 fót langur bátur úr
glasfipuri.
Hetta var samstundis
fyrsti túrurin hjá Sonna á
útróðri í ár við báti sínum
”Marianna”, sum hevur
fingið navn eftir dóttur
hansara.
- Hann fór avstað í morg
un við 10 stampum út á
Larvasagrynnu.
- Nú var veðrið eisini til
vildar, sigur Dia.
Samstundis kann staðfest
ast, at streymurin var góð
ur í gjár, og verður tað
somuleiðis í nakrar dagar
aftrat.
Fyrsti túrurin
Árið byrjaði annars gott til
veður, hóast streymurin var
nakað harður at byrja við.
At Sonni ikki er farin
til útróðrar fyrrenn í gjár
kemur av, at báturin í roynd
og veru hevur verið á sleipi
støð.
Tað vóru ”flapsirnir” í
stevninum sum vóru farnir
og sum síðani eru vorðnir
umvældir á Andersens Bed
ing, sum eisini liggur her á
Heygsstøð.
Nú var hetta fingið í rætt
lag, og í góðveðrinum í
gjár var so eitt gylt høvi at
leggja frá landi aftur.
Góður fiskiskapur
Hóast Sonni hevur mist
fleiri góðar dagar, so kann
hann kortini fegnast um at
fáa dagsins túr.
- Eg skilji á lagnum, at
bátarnir hava góðan fiski
skap fyri tíðina. So nú ræð
ur um at fara skjótt avstað
aftur, sigur Dia.
Hann roknar kortini ikki
við, at Sonni legði frá landi
aftur um kvøldið. Boðað
varð nevniliga frá meiri
vindi aftur.
- Nú verði eg skjótt lið
ugur við henda stampin.
So mugu vit bara bíða eftir
líkindum aftur, sigur Dia.
– Eg hjálpi soninum eitt sindur
Góðar
umstøður
hjá bátunum
Heygsstøð: Sjóvar kom
muna hevur tey seinnu
árini arbeitt við at betra
um umstøðurnar hjá
útróðrarbmonnum
á
Strondum.
Í hesum sambandi hev
ur ein bæði dýpt inni
í hylinum, eins og ein
hevur longt hylin við 25
metrum og hevur har
aftrat umskipað sjálva
atløguna.
Hetta arbeiðið hevur
kortini ikki havt við
sær, at fleiri bátar enn
teir 40 kunnu liggja við
Heygsstøð. Ein hevur
heldur miðað eftir, at
teir verandi smábatarnir
skuldu fáa betri pláss.
Higartil hava teir ikki
kunnað snarað bátunum
runt inni í hylinum, men
henda møguleikan hava
teir nú. Hylurin sjálvur
er eisini dýpdur niður á
tveir metrar.
Umframt hetta hevur
kommunan fyri nøkrum
árum síðani gjørt nakrar
egningarskúrar á sama
øki. So her eru so líð
andi
vorðnar
góðar
umstøður hjá teimum
strandingunum, sum liva
av útróðri.
- Jú, kommunan er
komin væl frá hesum
arbeiðinum. Vit hava
oytt gott kommunali, sig
ur Dia brosandi.
”
Eg skilji á lagnum, at
bátarnir hava góðan
fiskiskap fyri tíðina.
So nú ræður um at
fara skjótt avstað
aftur
”
Jú, kommunan
er komin væl frá
hesum arbeiðinum.
Vit hava oytt gott
kommunali
- Nú verði eg skjótt
liðugur við henda
stampin, sigur
Dia Johansen av
Strondum. Hann
egnir fyri sonin,
Sonna
Mynd: Jens Kr. Vang
Umstøðurnar hjá útróðrarmonnum eru vorðnar betri tey seinnu árini. Bátahylurin er longdur
og dýpdur í seinastuni
Mynd: Jens Kr. Vang