mikudagur 17. januar 2007síða 20
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
[ Nr. 12 - 17. januar 2007 ]
Tunesia er stóri
favoritturin í bólki
A. Seinast vóru teir
líka við at tryggja
sær heiðursmerki, og
nú ætla teir sær heilt
fram millum trý tey
bestu
HONDBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Undan HM-endaspælinum
í hondbólti hjá monnum er
sera lítil ivi um, hvørjir
av favorittunum hava besta
møguleikan at koma víðari
úr bólki A. Væntandi er, at
Tunesia og Slovenia fara
at spæla seg víðari til mill
umspælið, meðan Kuwait
og Grønland neyvan hava
nakran møguleika at røkka
millumspælið.
Tunesia skal
longur fram
Tunesia er við í HM-enda
spælinum í hondbólti hjá
monnum fyri sjeyndu ferð
á rað. Seinast HM var á
skránni í 2005, endaði
Tunesia á einum 4. plássi, tá
teir taptu bronsudystin við
einum máli fyri Fraklandi.
Tunesarnir
hingu
tó
ikki leingi við høvdinum.
Nakrar mánaðar eftir tapið
í bronsudystinum ognaði
Tunesia sær sítt sjeynda
afrikanska meistaraheitið
við sigri á Egyptalandi, og
nú ætlar bosniski venjarin,
Sead Hasanefendic, at føra
liðið eitt vet longur fram í
HM-høpi.
Stóra stjørnan hjá lið
num er Wissem Hmam.
Hann gjørdist toppskjútti
síðsta endaspæl, og hann
er leikarin, sum skal føra
Tunesia fram millum tey
bestu.
Slovenia rakt
av skaðum
Slovenia er einasta liðið,
sum hevur nakrar møguleika
at hótta Tunesia í hesum
bólkinum. Slovenia hevur
fingið nøkur góð úrslit í
manshondbólti, og m.a. end
aðu teir á øðrum plássi í
EM á heimavølli í 2004.
Síðstu árini hevur ikki
gingið heilt eftir vild hjá
slovenum, og upptaktin til
komandi HM hevur heldur
ikki verið ov góð.
Spælskiparin og heilin
handan liðið, Uros Zor
mann, verður ikki við
orsaka av skaða, og heldur
ikki verður væntað, at
sterki bakspælarin, Sergej
Rutenka, gerst klárur til
HM, so Slovenia er nógv
viknað í mun til undanfarnar
kappingar.
Grønland við á
triðja sinni
Síðstu tvey londini í bólk
inum eru Kuwait og Grøn
land. Kuwait er við í HM
fyri fimtu ferð á rað, men
teirra úrslit hava ikki verið
so góð. Bert tríggir sigrar er
tað blivið til, og tað verður
ikki væntað, at teir hava
nakran møguleika ímóti
Tunesia og Slovenia.
Síðsta landið í bólkinum
eru okkara grannar úr
Grønlandi. Teir eru við fyri
triðju ferð á rað, og bert
einaferð hava teir megnað
at fingið stig. Flestu grøn
lendsku leikararnir spæla
í donskum hondbólti, og
serliga stuttligt verður at
fylgja verjuserfrøðinginum,
Jacob Larsen, sum leikar
við danska toppliðnum,
GOG/Svendborg.
Bólkur A:
Tunesia
Slovenia
Kuwait
Grønland
ítróttur
– Vit eru sera glaðir fyri at hava longt um sáttmálan við Balling,
tí hann hevur verið ein av okkara týdningarmestu leikarum í ár.
Henrik Tønder, stjóri í Vejle
SAMBAND
JÁKUP MØRK
JAKUP@sosialurin.fo
tlf 341800
HM-Hondbóltur:
Hmam skal leiða Tunesia
til heiðursmerki
Seinast fekk Frakland
bert bronsu í HM-
endaspælinum hjá
monnum, men nú
ætla teir sær meir.
Einki annað enn
gullið er gott nokk hjá
fronsku stjørnunum
HONDBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Grannarnir úr Íslandi eru
við til at manna bólk B
í HM-endaspælinum hjá
monnum.
Ísland
hevur
fingið fleiri góð úrslit í
manshondbólti, og teir vera
væntandi eisini at síggja
í millumspælinum hesa
ferð. Teir fáa tó ringt við
at vinna innleiðandi bólkin,
har teir eru endaðir sam
an við Fraklandi, sum er
mett at vera helst størsti
favoritturin at vinna HM.
Franskar stjørnur
við gullvónum
Frakland hevur vunnið
heiðursmerki í fimm av
seks teimum seinastu HM-
endaspølunum, so tølini
tala fyri seg hjá fronsku
evropameistarunum.
Aftur hesaferð hava teir
eitt ótrúliga gott lið, og venj
arin, Claude Onesta, hevur
havt hepni við sær í sínum
royndum at seta saman
eitt lið, mannað av góðum
eldri leikarum og ungum
evnaríkum leikarum.
Síðsta
unga
stjørnan
í hópinum hjá Onesta er
22 ára gamli bakspælarin,
Nikola Karabatic, sum helst
er mest lýsandi stjørnan á
hondbóltspallinum í dag.
Hann verður ein av mest
týðandi leikarunum hjá
Fraklandi í teirra royndum
at vinna HM fyri triðju
ferð.
Ísland ætlar sær víðari
Ísland er eitt av liðunum, sum
fronsku evropameistararnir
eru endaðir í bólki saman
við, og hetta er 11. ferðin,
at Ísland tekur lut í einum
HM-endaspæli í hondbólti.
Teir tryggjaðu sær luttøku
til HM eftir ein samlaðan
play-off sigur á Svøríki,
so longu undan HM hava
íslendingar víst, at teir
kunnu standa seg millum
tey bestu.
Ísland leggur sínar vón
ir í hendurnar á Olafur
Stefansson, sum hevur verið
millum heimsins bestu
hondbóltsleikarar seinastu
nógvu árini. Hann er tó
ikki einasti góði leikarin í
íslendska hópinum, tí heili
átta av leikarunum spæla
dagliga í bestu týsku deild
ini.
Ukraina og Avstralia
Hetta er bert aðru ferð, at
Ukraina er partur av HM-
endaspælinum hjá monnum.
Teir hava ikki fingið líka
góð úrslit sum kvinnurnar,
men seinast teir vóru við,
endaðu teir á einum flottum
7. plássi. Síðani tá hava teir
tó mist størstu stjørnuna,
Oleg Velykyy, sum hevur
valgt at fáa sær týskan ríkis
borgararætt, so hann fer at
umboða Týskland í ár.
Síðsta liðið í bólki B
er Avstralia. Hetta verður
teirra fjórða luttøka í HM-
endaspælinum, og ikki
verður væntað nakað serligt
av teimum. Higartil hava
teir bert vunnið ein dyst í
HM-høpi.
HM-Hondbóltur:
Frakland fer eftir gullinum
Hann verður kallaður “tann tunesiski hamarin.” Wissem
Hmam verður ein av týdningarmestu leikarunum hjá Tunesia í
teirra royndum at røkka heiðursmerkjum
Mynd: Scanpix
Bólkur B:
Frakland
Ísland
Ukraina
Australia
Olafur Stefansson hevur í nógv ár verið ein av størstu
hondbóltsleikarum í heiminum. Aftur í ár verður hann partur
av íslendska liðnum
Mynd: Scanpix