Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-17, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. januar 2007síða 21

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 [ Nr. 12 - 17. januar 2007 ] Klaksvíkingar eiga servuna Botnliðið úr Sandavági fekk um vikuskiftið heiðurligt úrslit ímóti vestmenningum, og oddaliðið úr Klaksvík vann samstundis trygt sín dyst, og tískil eru teir fremstir áðrenn oddadystin komandi leygardag Talv Carl Eli Nolsøe Samuelsen carl_eli@hotmail.com Føroyameistararnir úr Vestmanna høvdu ætlað sær stór­ sigur ímóti sandavágsmonnum. Fyrsta borðið hjá ST, Olaf Berg, møtti ikki til talvið ímóti John Rødgaard. Og tá ið hinir á vestmannaliðnum høvdu góðar støður í miðspælinum, vóru líkindi fyri einum stórsigri ikki sørar. Torkil Nielsen fótaði tó sær í truplari støðu, tá ið Carl Eli N. Samuelsen ikki sló til tá tað galt. Í 40. leiki, við 6 sekundum á talvklokkuni, leikti Carl Eli avgerandi feilin, og Torkil vann endatalvið trygt. Talvið á fjórða borðið millum Rógva E. Nielsen og Sjúrð Thorsteinsson sá alla tíðina rættiliga javnt út, og tí varð eingin yvirraskaður yvir friðarúrslitið. Jákup á Rógvu Andreasen vann eins og í 1. umfari á Jón Gregersen. Teir leiktu somu byrjan í Sandavági, og enn einaferð fekk Jákup koppað unga sandavágsmanninum. Sostatt ein smalur 2,5-1,5 sigur til vestmenningar. Goliath vann á Dávidi Við Heina Olsen aftur við talvborðið (Heini var ikki við seinasta umfar ímóti Havnini), var Klaksvík 1 greiður favorittur at vinna “lokaldystin” ímoti Klaksvík 2. Sig­ urin varð tó ikki eins stórur sum væntað varð. Steintór Rasmussen og Finnbjørn Vang máttu nevniliga taka til takkar við javnleiki ímóti ávíkavist Rana Baldurssyni og Rúna Dragaberg. Heini og Haldur Suni Johansen vunnu á ávíkavist Tummas Martini Anthoniussen og Rógva Dragaberg. Úrslitið varð tí 3-1 til oddaliðið, sum nú er hálvt stig fremst áðrenn gulldystin komandi leygardag tá vest­ menningar koma á vitjan í Klaksvík. VT vinnur helst 2. deild Vestmenningar eru væltelvandi í 2. deild. Eftir at Havnin 3 tapti ímóti Havnini 2, eru vestmenningar 2,5 stig fremstir áðrenn seinastu fýra umførini. Í 3. deild hevur kappingin skilt seg. Fýra lið kappast um uppflyting: KTF 3, sum er fremst, HT 4, HT 5 og ST 3. Wijk aan Zee er byrjað Topalov, Anand, Kramnik og fleiri aðrar stjørnur telva í løtuni í siðvondu superstórmeistarakappingini í Wijk aan Zee. Í fjør vunnu Topalov og Anand við 9,5 stigum av 13 møguligum. Fýra umfør eru telvað, og heldur óvæntað er 19 ára gamli Radjabov – sum telvaði við í 1st Tórshavn International í ár 2000 – fremstur við 3,5 stigum. Topalov hevur 3 stig, meðan fleiri telvarar hava 2,5 stig, eitt nú Anand og Kramnik. 16 ára gamli Magnus Carlsen hevur 1 stig. Níggju umfør resta í. Skúlin í Sørvági var karmur um trý tey fyrstu umførini í liðkappingini í Bridge, ið vórðu leikt um vikuskiftið Bridge tíðindaskriv Í 1. deild hevur kappingin leingi staðið millum liðið hjá Boga Simonsen og Allan Dal- Christiansen, hesi lið hava at kallað skift um at vinna síðstu árini. Tað mundi eisini vera tey flestu, ið væntaðu, at tað sama fór at vera galdandi hetta kapppingarárið. Liðið hjá Boga hevur eisini lagt seg á odda við 59 stigum men tað er liðið hjá Høgna Jacobsen, ið er á øðrum plássinum við 55 stigum. Hetta má sigast at vera flott. Liðið hjá Allan er tó ikki langt frá. Teir liggja nr. trý við 49 stigum, men teir hava givið sær sjálvum verri kort á hondina, enn væntað varð eftir tey fyrstu umførini. Á liðinum hjá Boga eru umframt Boga sjálvan eisini, Hallberg Arnfríðsson, Jákup Hjaltalin, Hans Jacob Petersen og Rói á Rógvu Joensen.. 2.Deild Liðið hjá Óla Holm var eitt flutti í fjørð niður úr 1.deild til 2. deild. Hetta sær tó ikki út til at gerast ein langur steðgur úr 1. deild. Teir hava eftir trý umfør lagt seg á odda í 2. deild við 62 stigum, sjey stig framman fyri liðið hjá Jórun Johannesen, ið saman við liðinum hjá Heð­in Mortensen nokk eru at meta sum nærmasti kappingar neytar hjá Óla. Spennandi verður at fylgja við í 2.deild tí tað verður væntandi hart stríð um at vinna sær pláss í bestu deildini. Á liðinum hjá Óla Holm eru umframt Óla sjálvan eisini, Dia Petersen, Páll Augustinusen og Hans J. Joensen. FM fyri lið í bridge byrjað Støður: 1. deild 1 Bogi Simonsen 59 2 Høgni Jacobsen 55 3 Allan Dal-Christiansen 49 4 Marjun Restorff 41 5 Símin Lassaberg 40 6 Hallur Ellingsgaard 24 2. deild 1 Óli Holm 62 2 Jorun Johannesen 55 3 Heðin Mortensen 51 4 Danny Danielsen 28 5 Jákup Egholm 34 6 KBI (Jórun Højsted) 5 Multilið Multilið er ein útrokning, ið verður gjørd, har ein áleið kann síggja, hvussu tey einstøku pørini hava klárað seg. 1. Deild 1 Bogi Simonsen – Hallberg Arnfríðsson 17,40 2 Hans Jacob Petersen – Rói á Rógvu Joensen 17,27 3 Høgni Hansen – Pól Joensen 17,00 2. Deild 1 Dia Poulsen – Óli Holm 19,09 2 Helgi Arntórsson – Heðin Mortensen 17,47 3 Oddmar Danielsen – Einar Ellingsgaard 17,02 Balling longt um sáttmálan Fyrrverandi NSÍ-leikarin, Ulrik Balling, hevur verið eitt av heilt fáu ljóspunktunum hjá Vejle BK í hesum kappingarárinum. Vejle liggur í løtuni til niðurflyting í donsku superliguni, men Balling hevur verið ein av størstu grundunum til, at Vejle enn hevur ein møguleika at yvirliva í Superliguni. Hann hevur skotið 7 mál, og nú hava hann og Vejle valt at leingja um sáttmálan við tveimum árum. – Vit eru sera glaðir fyri at hava longt um sáttmálan við Balling, tí hann hevur verið ein av okkara týdningarmestu leikarum í ár, sigur Henrik Tønder, stjóri í Vejle. Saviola førdi Barcelona til sigur Saviola helt fram við síni persónligu málskjóting ímóti Alaves. Í fyrra dystinum í sponsku steypakappingini millum liðini bæði skeyt Saviola bæði málini í 2-0 sigrinum til katalanska stórfelagið. Í gjár møttust liðini so í seinna dystinum, og hesaferð fekk Saviola enn fleiri mál. Barcelona vann dystin 3-2, og Saviola var maðurin handan øll málini. Í fyrra hálvleiki legði hann Barce á odda bæði 1-0 og 2-0. Alaves kom tó væl aftur og fekk javnað áðrenn hálvleik. Í seinna hálvleiki var Saviola aftur uppá spæl, tá hann syrgdi fyri einum 3-2 sigri til Barcelona.