týsdagur 6. februar 2001síða 10
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 25 - 6. februar 2001
19
18
Nr. 25 - 6. februar 2001
VB ikki bara helt VB
fast um leiðsluna,
sum tær vunnu sær
fyri viku síðani. Tær
vunnu eisini
útidystin í Klaksvík,
og eru nú annað árið
á rað klárar til
finaludystin í
steypakappingini
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Spenningurin var stórur, tá
VB sunnudagin legði leið-
ina norður til Klaksvíkar.
Seinni hálvfinaludysturin í
Coca-Cola kappingini.
Fyrra dystin høvdu tær úr
Vági vunnið við fimm mál-
um, men tað er eingin
loyna, at tær ikki vóru heilt
tryggar við hesa leiðslu.
Fyrst og fremst tí tær í teirri
uppgerðini søplaðu eina 11
mála leiðslu burtur, og
harumframt tí teir nú eisini
vóru óneyðuga nógv skerd-
ar, tí Gurið Mortensen fekk
reytt kort í landskappingar-
dysti, og tí ikki var við til
seinnu hálvfinaluna.
Gjørdu ov skjótt av
Fyrstu løtuna av dystinum
var tó ikki líkt til, at VB lat
seg merkja av trýstinum,
sum lá á teimum undan
dystinum.
Heldur var tað Stjørnan,
sum lat seg merkja av hes-
um. Í royndunum at vinna
tey fimm málini innaftur,
settu tær frá byrjan nógva
ferð á dystin. Kanska ov
nógva, tí at líta til, var tað
bert Vesna Tomajek, sum
megnaði at fylgja við, tá
tað ráddi um bóltførleika.
Teimum
fyrstu
mongu
málunum hjá heimaliðnum
átti hon onkursvegna part í,
og yvirhøvur tóktust hon
frá byrjan at vera tann
leikarin,
sum
Stjørnan
skuldi seta álitið á, um tað
skuldi eydnast teimum at
vinna seg í finaludystin.
Yvirhøvur
leikaði
tó
javnt á, men eftir knappar
10 minuttir fekk ein kanska
fyrsta varhugan av, at tað
kundi gerast meira enn
trupult hjá Stjørnuni at
lyfta stóru uppgávuna.
VB fekk tvær av leikar-
um sínum blakaðar av vøll-
inum, men í teimum báðum
fylgjandi minuttum megn-
aði Stjørnan als ikki at gera
nakað mál. Tríggjar ferðir
hesa løtuna høvdu tær
møguleika at fara í skjótt
álop, men hvørja ferð varð
bólturin tveittur burtur, tí
tær ikki gjørdu sær nóg
stóran ómak við sendingini.
Tað skuldi eisini vísa seg,
at hesar óneyvu sendingar-
nar ikki vóru nakað serstakt
fyribrigdi. Fyrri hálvleikur
var allur sum hann var
merktur av hesum, og at
Stjørnan ikki kundi fara til
hálvleiks við eini leiðslu,
kunnu tær bert takka sær
sjálvum fyri. Í øllum førum
10 møguleikar til skjótálop
vórðu soleiðis søplaðir
burtur, og ístaðin gav hetta
VB nógv størri trúgv uppá,
at tær skuldu vinna saml-
aðu uppgerðina.
Mansverjan
Ein av høvuðsorsøkunum
til, at tað eydnaðist somikið
væl hjá VB at halda fast
hesa ferð var, at tær heilt
greitt høvdu lært av mis-
tøkunum frá undanfarna
vikuskifti.
Tá leiktu tær tveir dystir
móti Stjørnuni, í báðum
teirra nýtti Stjørnan eitt
sera einfalt vápn, tá mest
leikaði á. Tær mansvardu
tær báðar útlendsku hjá
VB, og hetta viðførdi eisini,
at tær komu so nøkunlunda
heilskapaðar
ígjøgnum
vikuskiftið. Í fyrru hálv-
finaluni viðførdi hetta, at
VB leiðslan minkaði úr 11
niður í fimm mál, og í
landskappingardystinum
dagin eftir megnaðu tær við
hesum at koppa dystinum á
høvdið, at avgera alt til
egnan fyrimun í seinastu
sekundunum.
Í Klaksvík fóru tær eisini
undir at nýta hetta vápnið
longu eftir 20 minuttum,
men hetta var sum við
barnasøguni um Petur og
úlvin. Tær báðar fyrstu
ferðirnar riggaði tað hjá
Peturi at lumpa bygdar-
fólkið, men tá tað av álva
stóð, var eingin, sum trúði
honum.
At byrja við tóktist mans-
vejan av Reginu og Andreu
at órógva VB, men skjótt
gjørdist greitt, at tær høvdu
roknað við hesum.
Restin av liðnum – ser-
stakliga Laila Jespersen og
Christina Holm – tóku tá alt
meira yvir, og eisini dugdi
Margret
Augustinussen
sera væl at gera sær dælt av
nógva
plássinum,
sum
stóðst av, nú tær spældu
fýra móti fýra. Tað skal
eisini leggjast afturat, at tær
báðar útlendsku als ikki
duttu burtur, hóast mans-
verjuna. Eitt nú megnaði
Andrea kortini at gerast
toppskjútti, og sigur hetta
eisini eitt sindur av tær
dygdir, ið hon sum leikari
hevur.
Mansverjuna helt Stjørn-
an annars fast um allan
dystin, men tað gjørdist alt
meira eyðsæð, at tað ikki
skuldi verða hendan, sum
fór at tryggja teimum sig-
urin.
Stórskjútti uttan mál
Ein annar av trumfunum
hjá Stjørnuni vísti seg held-
ur ikki at rigga sunudagin.
Simona Dziugyte var topp-
skjútti í landskappingini, tá
hon undan ársskiftinum
flutti úr Sóljuni til Stjørn-
una, men siðani hetta, hev-
ur hon ikki gjørt so nógv
um seg.
Ikki tí, leiklutur hennara
er sjálvsagt minni eyð-
sýndur á Stjørnu-liðnum,
men tað kann koritni undra,
at somikið lítið kemur burt-
ur úr nú. Hesa ferð varð
hon hildin á beinkinum
meginpartin av fyrstu trim-
um korterunum, og tá hon
kom inn, megnaði hon so
heldur ikki at skapa tað
undrið, sum Stjørnan tá
hevði tørv á.
Áhugaverd finala
Nú tær vóru aftan fyri við
seks málum samanlagt, tá
seinni hálvleikur byrjaði,
merkti eisini, at seinastu 30
minuttirnir gjørdust ein
kapprenning við tíðina hjá
Stjørnuni. Tær byrjaðu
seinna hálvleikin væl, og
eina løtu hóttu tær eisini
við at fara avstað.
Tær vunnu seg tvey mál
framum, men so endurtók
søgan seg aftur. Nakrir
óneyðugir bóltar vórðu
tveittir burtur, og so var VB
aftur frammanfyri.
Seinasta korterið ella so
tóktist eisini, sum um tær á
heimaliðnum ásannaðu, at
slagið var tapt. Roynt varð
nú eisini við mansverju av
Lailu Jespersen, men einki
hjálpti. VB hevði allar
trumfir á hondini, og sein-
asta løtan varð bert ein
staðfesting av, at tær nú
aftur eru í finaluni. Tað
vóru tær eisini í fjør, men tá
máttu tær lúta fyri Kyndli.
Hesaferð verður setning-
urin VÍF, og nógv bendir á,
at talan her kann gerast um
eina sera áhugaverda upp-
gerð.
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
Stjørnan: Vesna Tomajek
11(7), Joan M. Joensen 5,
Annika Ljósstein 3, Anna
K. Samson 3, Sólvá Eyst-
berg 1
VB: Andrea Lütz 10(2),
Margret Augustinussen 5,
Regina Radó 5, Laila Jesp-
ersen 3, Mary Krosslá 1,
Christina Holm 1
Brotskøst: Stjørnan 9, VB 3
Útvísingar: Stjørnan 5, VB
3
Dómarar úr Neistanum:
Hjalmar Petersen og Krist-
ian Johansen. Stýrdu dyst-
inum við myndugleika, og
løgdu eina harða linju bein-
anvegin.
Leggja
alt í
finaluna
Ein av orsøkunum til,
at Stjørnan ikki fekk
koppað VB var, at tær
úr Vági ikki lótu seg
lumpa av mansverj-
uni hesaferð.
Christina Holm á-
sannaði eisini eftir
dystin, at hetta var
nakað,
sum
tær
høvdu vant í vikuni,.
– Tað var jú tað,
sum kiksaði hjá okk-
um seinast, og tað
hava vit so roynt at
bøtt um, helt hon
eftir dystin.
Leggja alt í
finaluna
Um týdningin av at
koma í finaluna, helt
Christina, at hesin
dysturin nú var tann,
sum tær hugsa mest
um, tað sum eftir er
av árinum.
– Møguleikan fyri
FM hava vit so at
siga sjálvar tveitt
burtur. Tí er tað púra
klárt, at tað er við
stórum spenningi, at
vit fara til finaluna.
– Hetta verður tó
ein sera torfør upp-
gáva, og vit mugu
onkursvegna bremsa
VÍF spælinum, um
tað skal eydnast okk-
um, men tað ætla vit
okkum so undir øll-
um
umstøðum
at
royna, segði Christ-
ina at enda.
Stjørnan–VB 23–25(12-13)
VB fekk seinasta sessin
Tá blást varð av, mundi fagnaðurin á VB liðnum ongan enda taka. Tær hava nú vunnið seg fram til steypafinaluna annað árið
á rað
Mynd: Álvur Haraldsen
Nakran serliga spenn-
andi dyst fingu fáu
áskoðarnir í Vest-
manna so avgjørt
ikki, tá H71 vitjaði
sunnudagin. Til tess
var styrkismunurin
millum liðini alt ov
stórur
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Kanska høvdu hoyvíkingar
vónað, at teir kundu gera
ein
vørr
í Vestmanna
sunnudagin. Í øllum førum
hevur H71 verið eitt av lið-
unum, sum hevur havt
hampuliga gott tak á VÍF,
men soleiðis gjørdist ong-
antíð sunndagin.
Lupu avstað
VÍF verjan riggaði frá
fyrsta bríksli, og við út-
gangsstøði í hesu, saman
við góðum málmansspæli
frá Eli, læsti heimaliðið
dyrnar beinanvegin. Tá
hoyvíkingar
endiliga
sluppu upp á talvuna, hevði
VÍF longu skorað sjey ferð-
ir, og so var hesin dysturin
líka sum avgjørdur.
Um tað var orsakað av
dygdunum hjá vestmenn-
ingum, ella um hoyvíkingar
als onga vón høvdu um at
vinna dystin, skal ikki sig-
ast nakað um her. Allar
helst var talan um eina
blanding av báðum, men
undir øllum umstøðum var
talan hesa fyrstu løtuna um
einvegis ferðslu. Tað sá til
tíðir undarliga lætt út hjá
vestmenningum at økja um
leiðsluna. Ferðin á spælin-
um var ikki hins stóra, men
uttan stórvegis trupulleikar
kundu teir í fleiri førum
skjóta upp um hoyvíkingar-
nar, so bólturin aftur kundi
spíla meskarnar.
Róligari
Eftir at farið var um miðj-
una av fyrra hálvleiki, var
tað sum um vestmenningar-
nir vóru nøgdir um leiðsl-
una, sum teir høvdu fingið.
Kanska mundu tankarnir
eisini fara at leita fram til
komandi
leygardag,
tá
steypafinalan móti StÍF
stendur á skránni.
Hoyvíkingar sluppu nú
eisini upp í part at spæla. Í
verjuni vórðu teir ikki eins
væl ansaðir, og hetta við-
førdi so eisini, at atkomu-
møguleikarnir til skotini
betraðust, soleiðis at tað
ikki altíð var eins lætt hjá
Eli í málinum at verja fyri.
Serliga fyrstu løtuna av
seinna hálvleiki innibar
hetta, at leiðslan hjá heima-
liðnum minkaði.
Tað eydnaðist tó vest-
menningunum at taka seg
eitt sindur saman aftur, og
tá teir so øktu leiðsluna upp
aftur í 10 mál, var allur ivi
beindur av vegnum.
Langt fremstir
Við sigrinum syrgdu vest-
menningar fyri, at teir
framvegis hava fult stigatal
ovast á máltalvuni. Í løtuni
er eisini ilt at síggja, hvat
lið skal gera nakað sum
helst fyri at broyta upp á
hetta, og eisini er ilt at
ímynda sær, at strandingar
kunnu seta nakrar forðingar
av týdningi fyri, tá liðini
fara at dystast um C oca-
cola steypið leygardagin.
At Ingi Olsen ikki var við
hesaferð merkti ikki avrikið
nakað serligt, men hinvegin
prógvaði tað, at VÍF í ár er
sera væl fyri við bakspæl-
arum. Áki leikti allan dyst-
in á miðplássinum, og sum
vanligt, so lá hansara lutur
ikki eftir, tá skjótast skuldi.
Afturat sær hevði hann so
teir báðar risarnar, Sámal
og Danut, sum hvør í sínum
lag hava eina ræðandi skot-
styrki. Hædd teirra kemur
teimum eisini til góðar í
verjupartinum, og er Sjúrð-
ur tá eisini partur av livandi
múrinum, sum uttan iva er
hægsta verjan í Føroyum.
Tekur tíð
Fyri Hoyvík kann dysturin
sum so bert nýast sum
staðfesting av, at tað enn er
langt á mál, áðrenn teir
aftur fara at røkka upp móti
ovastu føroysku hondbólts-
tindunum.
Heilt uttan møguleikar er
liðið tó ikki. Flestu spælar-
arnir eiga enn nógv góð ár
fyri framman, og við eitt
sindur av styrki uttan ífrá
kann talan gerast um eitt
lið, sum aftur fer at bíta frá
sær. Enn mugu teir tó sláa
seg til tols við, at tað er
langur vegur upp, eins og
flestu av hini í landinum
mugu gera í hesum døgum.
VÍF er nevnliga so nógv tað
besta liðið í landinum í løt-
uni.
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
VÍF: Áki Olsen 9(4),
Sámal Joensen 5(1),
Martin Hummeland 5,
Jahn Zachariasen 4, Danut
Negro 3, Rógvi Nielsen 2,
Harald Bjørgvin 2, Sjúrður
Holm 1
H71: Halgir Dahl Olesen
8(1), Johnny Durhuus 6,
Hallur Danielsen 3, Rolf
Mouritsen 2, Rene Dahl
Olesen 2(1), Anfinn N.
Debes 2(1), Agnar Høj-
gaard 1, Olaf Vestergaard 1
Brotskøst: VÍF 6, H71 5
Útvísingar: VÍF 2, H71 6
Diskvalifikatión:
H71 1(3X2 minuttir)
Dómarar úr Stjørnuni:
Geir Wardum og Carsten
Andersen. Høvdu ein sera
friðarligan dag, har tað
ikki var neyðugt við at
gera nakra serliga nýtslu
av heimildunum, sum
dómarar hava.
VÍF-H71 31-25 (21-10)
Avgreiðsluspurningur
Fyrstu løtuna av dystinum avgjørdu VÍF at kalla alt, og Egin Høgnesen í H71 málinum kundi
lítið annað gera, enn at rekja bóltarnar úr aftur meskunum
Mynd: Álvur Haraldsen
Klassamunur var á
liðunum báðum,
tá verandi meistar-
arnir úr Klaksvík
og nýuppflutta
Sóljan dystaðust á
Giljanesi
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Ikki kundi roknast við,
at Sóljan skuldi fara at
gera
tað
stóra
við
Stjørnuna, tá liðini hitt-
ust sunnudagin.
Soleiðis varð heldur
ikki, og í roynd og veru
var sjáldan spenningur
um úrslitið.
– Tær eru nokk ein
klassa omanfyri okkum,
so tað skuldi helst eisini
verið talan um ein
tryggan sigur, helt Al-
bert Ellefsen, sum í ár er
við til at venja Sóljuna.
– Málið hjá okkum er
so heldur ikki at blanda
okkum í oddin. Vit
skulu halda sætið í
deildini, og hetta í sjálv-
um sær verður ein sera
torfør uppgáva. Liðið
hjá okkum er sera ungt,
og enn resta nógvar
royndir í, sigur Albert.
Hann vísir í hesum
sambandi á, at megin-
parturin av liðnum er úr
21 ár og niðureftir, og at
tann yngsta á liðnum
ikki er meira enn 15 ár.
– Hetta er ikki meira
enn eitt styrkt unglinga-
lið, og tá eigur munur at
vera á, sigur Albert
Ellefsen at enda.
Bara øktu
Um dystin sjálvan er
annars ikki so nógv at
siga.
Fyrstu
løtuna
fylgdust liðin í mál-
skjóting. Frá støðuni 5-
7, tók Stjørnan so dik á
seg, og fór upp á 6-13.
Eftir hetta var talan bert
um ein spurning at fáa
tíðina at ganga, og
Stjørnan bara økti javnt
og samt um leiðsluna.
Fyri Stjørnuna var tað
helst fløvandi at enda
rokmilku vikuna við
einum tryggum sigri,
men spurningurin er so
bert, hvørja nyttu hesin
ger. Gullið man í øllum
førum
vera
gloppið
teimum av hondum,
eins og tær heldur ikki
hava møguleikan at
vinna steypakappingina.
Dysturin í tølum:
Málskjúttar:
Sóljan: Marjun Jørgen-
sen 5(1), Hertha Sim-
onsen 4, Heidi Harald-
sen 2, Heidi Marita
Akselsen 2, Sólja
Nielsen 1, Jóna
Gudmundsen 1, Fía
Selma Nielsen 1
Stjørnan: Annika Ljós-
stein 11(2), Joan M.
Joensen 4(2), Anna
Kristina Samson 4,
Una Olsen 3, Simona
Dziugyte 3, Sólvá
Eystberg 3(1),Vesna
Tomajek 1
Brotskøst: Sóljan 2,
Stjørnan 7
Útvísingar: Sóljan 1
Dómarar úr StÍF:
Jón Rasmussen og
Alexandur Johansen
Stjørnan
lætt spæl
Vesna Tomajek hevði ábyrgdina av liðnum, tá Stjørn-
an spældi móti Sóljuni
Savnsmynd