týsdagur 6. februar 2001síða 11
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 25 - 6. februar 2001
21
20
Nr. 25 - 6. februar 2001
Óvæntaður stórsigur
til hvalvíkingar og
tepur sigur til havnar-
menn hevur við sær,
at trý lið nú eru jøvn
fyrsta plássi í ovastu
deildini eftir sjeynda
umfar.
TALV
Carl Eli Nolsøe Samuelsen
Seinastu nógvu vikurnar
hava klaksvíkingar fyri
hvørt umfar styrkt um
teirra oddastøðu, men hetta
vikuskifti vildu hvalvík-
ingar annað. Teir fóru
manssterkir til Klaksvíkar
og fóru yvir um Leir-
víksfjørð aftur við stórsigri
í skjáttuni. Heili 3-1 varð
úrslitið.
Martin Brekká hevur í ár
verið sera støðugur, og
ímóti Rana Nolsøe fekk
hann eisini fyrimun í byrj-
anini. Hann fekk sær eina
frífinnu, sum plágaði Rana
somikið, at hesin tók hesa
við at lata frúgv fyri rók og
bisp. Martin hevði tá nóg
góða støðu at avgera talvið
til hansara fyrimun. Stein-
tór Rasumussen, sum ann-
ars higartil í ár hevur havt
góð úrslit, var ikki við
sunnudagin.
Á øðrum borði tapti
klaksvíkingurin Tummas
M. Anthoniussen á fyrsta
sinni í ár. Finnbjørn Zacha-
riassen bleiv tann fyrsti at
bróta sigurðsrøð Tummasar
í einum longum drúgvum
rókaendatalvi.
Sámal Christiansen fekk
avviklað fyrimun sín ímóti
Ingolf Gaard til vunnið
endatalv við at hertaka
sjeyndu røð við rókum sín-
um.
Rúni Dragaberg bjargaði
æru klaksvíkinga við sigri
sínum á Gunnar Joensen.
Rúni vísti hegni í sisili-
onsku byrjanini og vann
heldur lættliga.
Júst sum flest væntaðu at
klaksvíkingar sjálvir fóru at
avgera FM-heitið blivu teir
steðgaðir, og hava hval-
víkingar nú eins nógv stig.
Høvuðsstaðarfelagið
hevur um endan
Skjótt kann venda, eisini í
talvi. Við 2,5-1,5 sigrinum
ímóti
vestmenningum
liggja havnarmenn nú á
deildum fyrsta plássi.
Haldur S. Johansen var
væl fyrireikaður tá hann
fekk javnleik ímóti John
Rødgaard. Talvið vardi bert
seytjan leikir.
Herluf Hansen og Tor-
bjørn
Thomsen
leiktu
somuleiðis ein stuttan javn-
leik á øðrum borði. Herluf
hevði yvirvág tíðliga í
miðspælinum, men Torbjør
útjavnaði.
Á triðja borði stóð Suni
Merkistein nakað kroystur,
men John Jacobsen fekk
ikki avgerandi fyrimun og
javnleikur bleiv samdur.
Einasta avgerandi talv í
hesum dysti varð talvið
ímillum Olaf Berg og Petur
Højgaard. Olaf telvaði væl,
har hann í røttum Tal-stíli
fekk fólk síni í røttu álops-
støðu, og vann tá sannfør-
andi.
Enn ein kærkomin sigur
til havnarmenn, men hin-
vegin eru vestmenningar
enn við. Bert hálvtriðja stig
er upp til oddan.
Í Kollafirði var botnliðið
úr Sandavági á vitjan og
fingu teir heiðurligt úrslit
vestur við aftur, nevnliga
javnleikur 2-2.
Eitt lítið afturstig hjá
kollfirðingum, men teir eru
bert eitt stig aftan fyri tey
trý fremstu liðini, og tískil
kunnu teir enn saktans náa
teirra mál.
Spenningurin er øktur nú
bert trý umfør eru eftir at
leika. Komandi leygardag
verða dystirnir hesir; Hval-
vík — Havnin, Sandavági
— Klaksvík og Vestmanna
— Kollafjørður.
Havnin enn fremst í 2.
deild
Líkt er til at bert toftamenn
kunnu steðga havnarmonn-
um at flyta upp í fyrstu
deild. Síðani ferfaldaði før-
oyameistarin Jens Kristian
Hansen er komin við aftur
hevur eydnast væl hjá
teimum. Havnin 3, sum
liggur klárt aftast, megnaði
tó at fáa hálvtannað stig frá
toftamonnum.
Toppdysturin
millum
Runavík og Havnina 2
endaði við 2,5-1,5 sigri til
Havnina, sum helst eisini
brast vónirnar hjá runa-
víkingum um uppflyting.
Gøtumenn hanga enn í,
og við 3-1 sigrinum á
Klaksvík liggja teir nú á
triðja plássi.
Í 3. deild liggja vest-
menningar
tvey
stig
fremstir, meðan havnar-
menn á øðrum plássi liggja
hálvt stig framanfyri koll-
firðingar. Vestmenningar
hava eitt sterkt lið, og ringt
verður tí at steðga teimum.
Útisetar mistu
leiðsluna
Stórsigurin 5,5-2,5 á Køb-
enhavns Skakforening um
vikuskiftið varð ikki nóg
mikið at varðveita fyrsta
pláss í triðju deild í donsku
liðkappingini. Hitt topp-
liðið úr Ballerup sín dyst 6-
2, og eru tí hálvt stig fremri
enn Talvfelagið Føroyar.
Bert tvey umfør resta í.
Liðið
føroyingarnir
vunnu á var nakað væl
veikari, teir høvdu úr 2200
niður til 1800 í rating. Teir,
sum vunnu, vóru John Arni
Nilssen, Bogi Ziska, Heini
Danielsen og Carl Eli
Nolsøe Samuelsen. Heini
Olsen, Eyðun Nolsøe og
Jóan H. Andreasen leiktu
javnleik, meðan Terji Peter-
sen tapti.
Talvið
hesa vikuna
Í januar mánaða bleiv fyrrverandi heimsmeistarin
Boris Spassky 64 ár, og er hetta í talvhøpi ein sera
rundur føðingardagur. Í talvi er nevnliga 64 puntar.
Hesum í huga havi eg valt at vísa hvussu Spassky
innan fáir leikir vann á tiltikna Bobby Fischer í
vælkenda HM-dysti teirra millum í 1972, sum
Fischer sum kunnugt flest tó vann.
Spassky,B (2660) - Fischer,R (2785)
World Championship 28th Reykjavik (11), 1972
1.e4 c5 2.Nf3 d6 3.d4 cxd4 4.Nxd4 Nf6 5.Nc3 a6
6.Bg5 e6 7.f4 Qb6 8.Qd2 Qxb2 9.Nb3 Qa3 10.Bxf6
gxf6 11.Be2 h5 12.0-0 Nc6 13.Kh1 Bd7 14.Nb1
Qb4 15.Qe3 d5 16.exd5 Ne7 17.c4 Nf5 18.Qd3 h4
19.Bg4 Nd6 20.N1d2 f5 21.a3 Qb6 22.c5 Qb5
23.Qc3! fxg4 24.a4 h3 25.axb5 hxg2+ 26.Kxg2 Rh3
27.Qf6 Nf5 28.c6 Bc8 29.dxe6 fxe6 30.Rfe1 Be7
31.Rxe6 1-0
Trý lið á odda í 1. deild
John Arni Nielsen var mill-
um teirra, sum um viku-
skiftið vóru við til at tryggja
talvútisetunum ein tryggan
sigur. Nóg mikið til at
varveita oddasessin var
sigurin tó ikki
Jóna Rasmussen
sýnir fram
Í døgunum frá 3. februar til 7. mars sýnir
listakvinnan Jóna Rasmussen úr Havn fram í
Kolding. Jóna er boðin at hava eina serstaka
framsýning í "Galleri Elise Toft", Låsbygade 58 í
Kolding. Hon stillar út uml. 20 málningar og
harafturat grafisk bløð. Seinri í ár luttekur Jóna á
einari føroyskari framsýning í Frederikshavn
Kunstmuseum, har 10 føroysk listafólk sýna fram.
Bjarni Djurholm
Tað er sjón fyri søgn, nú
prosessin er vend á høvdið
– at sjálvt í gaddajørð kann
sáð bera ávøkst.
Hóskvøldið 1. februar
2001 skipaði løgmaður fyri
tíðindafundi um nýggju
sjálvstýristilgongd lands-
stýrisins. Hóast enn er langt
á mál, so var boðskapur
løgmans greiður, nú verður
lagt á pragmatiska leið - við
eini fólkaatkvøðu í bakin-
um at røkka semju við
danir um sjálvstýristil-
gongdina.
At landsstýrið loksins er
vorðið samt um at venda
sjálvstýristilgongdini
á
høvdið, eru mong sum
frøast um. Farnu trý árini er
ávarað móti framhaldandi
krampakent at halda fast
við fullveldistøkuni sum
fyrsta stigið. Tað hevur
ligið á ljóði, at so verður
kvett á stokkinum við 4 ára
skiftistíð. Samstundis er
lítið komið burturúr at til-
laga samfelagsbúskapin at
vera sjálvberandi – at
sleppa úr heimastýrisbú-
skapinum.
Í sambandi við viðgerð-
ina av ólavsøkurøðu løg-
mans í august í fjør, mælti
undirritaði enn einaferð til
at
venda
sjálvstýristil-
gongdini á høvdið. Orðini
vóru hesi:
”Nú landsstýrið staðfest-
ir, at við verandi samráð-
ingargongd er skiftistíðin
ultimativt 4 ár, og at sátt-
máli Føroyar og Danmark-
ar millum eftir hesum leisti
hvørki eigur parlamentar-
iskan meiriluta ella stuðul
millum manna, so er neyð-
ugt at tillaga samráðingar-
uppleggið til henda veru-
leika, og, sum eg síggi tað,
so er tað gjørligt uttan at
sleppa málsetninginum í
samgonguskjalinum.
Tí kundi tað verið eitt
uppskot, at processin varð
vend á høvdið. Raðfylgjan í
tilgongdini um fullan su-
verenitet kann ikki vera
avgerandi fyri um málið
verður egg ella ungi.
Tað kundi verið ein
gongd leið, at samantvinn-
anin av suvereniteti og
skiftistíð varð liðað sundur
og landsstýrið so miðjar
eftir at gera sáttmála við
suvereniteti sum endaliga
málsetning.
Hetta kann fremjast, um
sáttmálin Føroya og Dan-
markar millum ásetir, at
løgtingið einsamalt hevur
heimild at yvirtaka øll
málsøki og at gjaldingin
fyri hvørt málsøki sær
verður at gjalda av lands-
kassanum so hvørt, sum
yvirtikið verður og/ella valt
verður at gjalda fyri longu
yvirtikin mál. Sostatt hevði
tað verið gjørligt hjá okk-
um at skipa fíggjarligu
skiftistíðina eftir tí áramáli,
sum parlamentariski meiri-
lutin metir at vera rætt, og
hevði hetta eisini sam-
pakkað við setning lands-
stýrisins um at skipa skifti-
stíðina eftir okkara for-
treytum.
Vinnur
slíkt
uppskot
frama og vilji er at yvirtaka
málsøki fyri 50, 100 ella
fleiri mio um árið og skift-
istíðin verður samsvarandi
(í øvugtari raðfylgju) 4, 8
ella fleiri ár – so verður tað
løgtingið og í síðsta enda
føroyski veljarin, sum fer at
hava endaligu avgerðina.
Hetta
uppskotið
ella
skipan gevur okkum ikki
suverenitet frá fyrsta degi,
men
málsetningurin
er
greiður
–
stjórnarvald
Føroya hevur málsræði á
øllum yvirtiknum málum.
So hvørt sum felagsskap-
urin landanna millum verð-
ur tómdur fyri pengar,
verður minni og minni, ið
forðar fyri, at suverenite-
turin gerst veruleiki, ger
løgtingið av at skipa Føroy-
ar sum fullveldi. Slíkur
sáttmáli er eisini í samsvar
við setning samgongunnar
og verður eisini trupul hjá
donsku stjórnini at vísa frá
sær”.
Hesi vóru orðini 3.
august í fjør. Móttøkan var
ymisk.
Meðan
summir
flokkar tóku undir við upp-
skotinum, so vóru aðrir
greitt ímóti at venda pro-
cessini á høvdið og soleiðis
slóða fyri pragmatiskari
loysn á ríkisrættarliga knút-
inum Føroya og Danmarkar
ímillum.
Í november gjørdi løg-
maður hol í sjógv og
samdist við statsministaran
um at seta niður embætis-
fólk at gera niðurstøður um
praktisku viðurskiftini í
sambandi við yvirtøkur
undir heimastýrisskipanini
og seta upp sokallaðan
negativlista um tey mál,
sum ikki kunnu yvirtakast
fyrr enn sjálvstýrið er
veruleiki.
Niðurstøðurnar hjá før-
oysku/donsku embætisfólk-
unum vera almannakunn-
ugar í næstum. Spennandi
verður at síggja, hvussu
hesar fáast at sampakka við
nýggju sjálvstýristilgongd-
ina, sum lýst varð hós-
kvøldið. Í samandrátti er
nýggja
tilgongd
lands-
stýrisins nú henda:
1. Innan fyri heimastýris-
karmin verða øll málsøki
so við og við løgd undir
føroyskt málsræði. Henda
tilgongd skal vera liðug í
2012.
2. Skipan av búskapar-
grunni skal tryggja búskap-
arligu skiftisskipanina.
3. Heildarætlanin úr Dan-
mark verður stigvíst mink-
að burtur.
4. Fólkaatkvøða um fult
sjálvstýri verður í 2012.
Hóast mong løgfrøðilig
ivamál
skulu
greiðast,
áðrenn innihaldið í ætlaðu
fólkaatkvøðuni 26. mai
2001 endaliga verður ásett,
so hevur landsstýrið í
nýggju sjálvstýristillaging-
ini loksins skotið upp til-
gongdina sum kann leiða á
mál.
Tað er eyðsýnt, at nýggja
sjálvstýristilgongdin er í
fullum samljóði við til-
mælið frá undirritaða í
august í fjør. Tá vóru tjóð-
veldismenn ikki sørt firtnir
um uppskotið at venda
processini á høvdið. Men
ofta etur hundur tað hann
havnar – sigst.
Undir tíðindafundinum
hóskvøldið, har landsstýrið
avdúkaði nýggju pragmat-
isku
sjálvstýrisleiðina,
kvitteraði ein samdur tjóð-
veldistingmannabólkur nú
við rungandi lógvabrest-
um!
Tí kann ikki annað sigast
enn at sjálvt í gaddajørð
kann sáð bera ávøkst.
VIÐMERKINGAR
Nú byrjar at líkjast…
og klappini runga!
TÍÐINDASKRIV
Føroya Sparikassi og
Reveal
International
fara nú í samstarvi at
skipa fyri eini skeiðrøð á
høgum stigi, til gagns
fyri vinnulívið. Hendan
skeiðrøðin fer at bera
heitið INNLIT.
Tað fyrsta skeiðið
verður hildið 8. og 9.
mars 2001 og fer at
fevna um kolvetnisídn-
aðin. Hetta skeið er
ætlað
leiðarum
og
starvsfólki á virkjum,
sum kunnu hava fyri-
mun av eini nágreini-
ligari fatan av kolvetn-
isleiting,
boring
og
útvinning.
Skeiðið verður hildið
á enskum, og fyrilestra-
haldarar
verða
Tom
Jones, BA,ACTS og
Eric Hughes, BSc. Hesir
báðir hava arbeitt sum
toppleiðarar innan kol-
vetnisídnaðin og hava
sostatt holla vitan og
royndir á hesum øki.
Meiri fæst at vita á
heimasíðunum
www.sparikassin.fo og
www.reveal.fo
Siga Føroya Spari-
kassi go REaveal Inter-
national í tíðindaskrivi.
Finnleif guttesen
borgarstjóri
Hvussu leingi hetta er
veruleiki vil tíðin vísa,
Lítla Dímon er eisini partur
av Føroyum, men har er
bert livandi hjá seyði.
Nú ætli eg mær ikki at
tjakast við Dánjal Bjark-
hamar, býráðslim í Vági í
bløðunum og eg taki fult
undir við tí hann sigur
seinast í grein síni 31.
januar í Dimmu um, at vit
sum búleikast í Suðuroy
skulu samstarva- oynni og
tí fólki her býr at gagni.
Men eg takið ikki undir
við, at verandi samgonga
og aðrar við, hava givið
okkum sum búleikast í
Suðuroy nakrar sømdir sum
eru at rópa hurra fyri. Tað
sum er komi her suður
hevur bert gjørt tað, at vit
tilkomnu yvirliva meðan
børn okkara rýma, tí her er
einki at koma aftur til. At
børnini koma aftur í ferium
er ikki tað sama sum at
búleikast her.
Fitt og góðtrúgvin
Vit sum búleikast her suðri
skulu ikki bara lata standa
til, vera so óluksáliga fitt
og góðtaka alt, vit skulu
krevja okkara rætt sum ein
partur av Føroyum og fáa
vit ikki henda rætt so eiga
vit at taka avleiðingina av
tí, ein møguleiki er loysing
og tað er altjóða viðurkent.
Afrika og niðurpíning
At ein advokatur heldur at
skilið skal blíva líka so
ringt sum í Afrika við loys-
ing, har tey blíva knúst við
harðari hond og í blóði
trúgvi eg ikki, men at Ann-
finn og samgongan kann
banka okkum uppá pláss er
nakað annað, tí hetta er
longu við at henda, tað
vísur gongdin í Suðuroy.
Hvat er eftirfarandi
Hvussu nógv hald er í tí
ætlan, sum verandi sam-
gonga hevur viðvíkjandi
íløgum í Suðuroy vil eg
seta eitt stórt spurnartekin
við.
At Torbjørn Jackobsen
hevur skori ígjøgnum og
sagt at Almanna-og Heilsu-
skúlin skal liggja á Tvør-
oyri taki eg hattin av fyri,
men har er ikki eitt klovi
oyra fylgt við til at seta
skúlan á stovn, Tvøroyrar
kommuna hevur bori allar
útreiðslurnar av skúlabygn-
inginum.
At hesin skúli kemur í
gongd er eingin ivi um, tað
skal so ikki skorta uppá
viljan frá Tvøroyrar komm-
unu, um viljin frá landsins
mynduleikum viðvíkjandi
íløgum og fígging er líka so
góður vil nærmasta tíð vísa.
Samanhald
Eg vóni at suðringar fara at
gera meira vart við seg yvir
fyri teimum sum ráða í
Føroyum, líkamikið hvat
politiskan lit teir hava.
At vit sum búleikast her
suðri standa saman, og
krevja okkara sjálvsagda
rætt til møguleikarnar, sum
finnast í hesum landi.
Vit kunnu ikki blíva við,
at vera fitt og lata okkum
alt linda.
Skeið um
kolvetnisídnaðin
Suðuroyggin er partur av Føroyum… enn