hósdagur 18. januar 2007síða 4
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 13 - 18. januar 2007
tíðindi
Fyrrapartin fekk
Bjarni Djurholm
umsóknina frá felag
num, ið ætlar at gera
ein undirsjóvartunnil
millum Skálafjørðin
og Havnina.
- Eingin ivi er um, at
henda verkætlanin fer
at gagna øllum sam
felagnum, sigur hann.
Uppskotið um heim
ild verður lagt fyri
tingið í næsta mánaði.
Tunnil
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Skálafjørður: Gongst sum
ætlað verður koyrandi av
Skálafjørðinum til Havnar
á sumri 2012.
Í longri tíð hevur verið
arbeitt við at fyrireika
ætlanina, og nú er altso
komið hartil at biðið verður
um tað formliga loyvið at
fara undir hesa.
Á framløgu í Norður
landahúsinum varð greitt
frá, hvussu ein hugsar sær
at hesin triði undirsjóvartun
nilin kemur at liggja – og
ikki minst, hvat hann fer
at kosta.
Nógvar ætlanir hava verið
frammi um hetta og fleiri
linjuføringar hava verið í
uppskoti. Men sum støðan
er nú, hevur ein valt eina
miðloysn.
Henda ber í stuttum í sær,
at tveir tunnilsmunnar verða
gjørdir á Skálafjørðinum,
ein á Selvindi á Strondum og
ein við Løkin í Runavík.
Hesir tunlarnir møtast so
á Saltnesgrynnuni, hagani
leiðin verður løgd víðari til
eitt øki beint uttanfyri Sund
á Streymoynni.
Íalt verður høvuðstunnilin
7,1 km. langur og íalt
er talan um 11,1 km. av
samlaðari tunnilslongd.
Kostnaðurin er mettur til
eina slaka 1 milliard og eru
tað Kaupthing og Føroya
Lívstrygging, saman við
øðrum sum fíggja ætlan
ina.
Frætta skjótt aftur
Fyrrapartin í dag handaði
nevndin í partafelagnum
S k á l a f j a r ð a r t u n n i l i n
umsókn til vinnumálaráðið
um at fáa heimild at fara
undir hesa stóru ætlanina.
Tað var Ingi Højgaard,
formaður í nevndini sum á
samkomuni handaði Bjarna
Djurholm ein kassa við
umsóknini.
Hetta er ein ætlan sum
hóvar vinnumálaráðharra
num væl, og hevur hann
eisini verið væl kunnaður
um ætlanina, síðani hon
varð løgd fram fyri trimum
árum síðani.
- Gera vit eina kost-nyttu
meting av ætlanina, so er
hon avgjørt gagnlig fyri
samfelagið.
- Nú fari eg at biðja løg
tingið um heimild at seta
hesa prosessina í gongd,
segði Bjarni Djurholm á
samkomuni í morgun.
Sjálvur roknar hann við,
at eitt uppskot um heimild
at fremja hesa ætlanina kann
verða lagt fyri løgtingið
áðrenn 1. mars í ár.
- Eg ætli mær so ikki at
liggja á boðunum. Tit frætta
skjótt aftur frá mær, segði
hann fundarfólkunum.
Tøknilig avbjóðing
Dávur Reinert Hansen,
tekniskur stjóri hjá partafel
agnum greiddi frá, at tá hug
skotið varð lagt fram fyri
- Eg skal ikki lig
Gera vit eina kost-nyttu
meting av ætlanina, so er
hon avgjørt gagnlig fyri
samfelagið
”
Longd á høvuðstunli: 7,1 km
Longd á vestara greintunli (til Strendur): 2,1 km
Longd á eystara greintunli (til Runavíkar): 1,8 km
Samlað longd á øllum vegastrekkjum
í Skálafjarðartunlinum: 11,1175 km
Stødd á rundkoyring (tvær breytir): 59 metrar
Tríggjar koyribreytir (13 metrar) verða gjøgnum tunnilin
Samlaði kostnaðurin av allari verkætlanini er mettur til 900
til 1000 mió krónur.
FAKTA
Miðlinjan er vald
í sambandi við
tunnilsgerðina – av
Sundi inn á
Saltnesgrynnuna,
har tveir tunlar verða
gjørdir til Runavíkar
og Strendur
Tunnilsmunnin
strandamegin
verður í Selvindi
Bjarni Djurholm við
stóru og heldur óvanligu
umsóknini um heimild
at gera
ein undirsjóvartunnil
millum Skálafjørðin og
Havnina. Ingi Højgaard,
formaður í nevndini
kann vænta sær eitt skjótt
svar aftur
Mynd: Jens Kr. Vang