Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-18, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. januar 2007síða 5

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 13 - 18. januar 2007 5 tíðindi trim­um árum síðani, var bein­an­veg­in stórur áhugi fyri henni. Í 2005 varð ein frágreiðing løgd fram um ætlanina, og nú er so umsóknin um loyvi at gera tunnilin handað lands­stýri­num. Ymiskar linjuføringar hava verið nevndar, og nevnd­in varð tískil noydd at ta­ka atlit til tað stóra dýpið og bleyta tilfarið sum er í Tanga­ firði. Tí varð einaferð hugsað um at gera ein heldur long­ri tunnil fyri líkasum at koma útum hetta dýpið. Men nú hevur ein so mett seg vera føran at fremja und­ir­ sjóv­ar­tun­nil­in, hóast hesar um­støð­ur­nar. Hetta hevur sum vera man kravt sína tíð og orku og hevur givið nógv høvuð­ brýgg j, men nú er klárt at fa­ra í gongd við ætlanini við trimum tunnilsmunnum – á Sundi, Selvindi og við Løkin. - Hetta verður ein stór tøk­ ni­lig avbjóðing fyri okkum, men vit sígg ja okkum førar fyri at fremja hana í verki. - Kann henda verkætlanin frem­jast, so kunnu vit eisini bjóða okkum fram at gera að­rar, segði Dávur Reinert Han­sen. Økta ferðsla Hóast nógv hevur verið tos­ að um hesa verkætlanina, kann eingin við vissu siga, hvussu nógv ferðsla verður gjøgn­ um ætlaða tunnilin. Tað eru nógv atlit at taka í slíkum spurningi – bæði bústaðarmynstur, sam­fel­ ags­g ongd, arbeiðspláss og ikki minst, hvat tað fer at kos­ta at koyra gjøgnum ein slík­an tunnil. Metingarnar hjá fyri­reik­ ar­un­um vísa, at ferðslan fer at økjast munandi, so­leið­ is at einir 4500 bilar fa­ra at koyra gjøgnum høv­uðs­ tun­nil­in um dagin í 2014 – tað er: bert tvey ár aftaná at hann er tikin alment í nýtslu. Mett verður eisini, at um­leið 2100 akfør um dag­ in fara at koyra tvørtur um Skálafjørðin. Hinvegin so vísa met­ing­ ar­nar, at í 2034 fer ferðslan at vaksa við umleið 50 pro­ sent­um. ggja á boðunum Bíligt at koyra Tað fer sum nevnt at kosta eina slaka milliard at ge­ ra henda tunnilin. Men hin­ vegin er ætlanin ikki at tað skal gerast alt ov kost­nað­ ar­mik­ið at koyra gjøgnum hen­da tunnilin. Fyrireikararnir hava havt ymisk roknistykki fy­ ri framm an, men tað er ikki óhugsandi at ein prís­ ur uppá bert 20 kr. fyri at koyra gjøgnum tunnilin verð­ur veruleiki. Hetta ljóðar kanska lítið sann­líkt fyri mong, men við tað at ein roknar við nógv øktari ferðslu, trúgva teir uppá at ein kann halda fast við henda prísin. Tveir tunnilsmunnar verða gjørdir á Skálafjørðinum, ein á Selvindi á Strondum og ein við Løkin í Runavík. Hesir tunlarnir møtast so á Saltnesgrynnuni, hagani leiðin verður løgd víðari til eitt øki beint uttanfyri Sund á Streymoynni ” Stórur áhugi var fyri framløguni. Rættiliga nógvir eysturoyingar vóru til staðar