Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-18, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. januar 2007síða 6

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 13 - 18. januar 2007 tíðindi Sandoyingar mugu enn einaferð stað­ festa, at tað nyttar onki at leita eftir arbeiðsfólki í ALS. Tað er ófatiligt, at politiska valdið ikki skundar sær meiri at gera nakað við hendan trupulleikan, sigur Andreas F. Hansen Trot á arbeiðsmegi Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Vit fingu heldur onki burturúr hesuferð. Á Sandoy Seafood hava tey einaferð enn staðfest, at tey fáa ikki nógv burturúr at leita eftir arbeiðsfólki í ALS. Í farnu viku fekk Sandoy Seafood ein lista við fólki frá ALS og burturúr honum, valdu tey fimm fólk, sum tey mettu, høvdu neyðugan førleika at reinskera. Talan var um onkrar sand­oy­ ingar, onkran úr Havn og onkur aðrastaðni úr Streymoy. Hesar seinastu mánaðirnar hevur Sandoy Seafood einar tríggjar, fýra ferðir søkt eftir fólki í ALS, men tað hava tey ongantíð fingið nakað burturúr. So tey høvdu ikki tær stóru vónirnar, nú tey royndu aftur. Og Andreas F. Hansen, stjóri á Sandoy Seafood, varð ikki tikin á bóli, tí tey fingu heldur onki burturúr hesuferð. – Tað var heldur ikki vænt­ andi, men so fingu vit stað­ fest einaferð afturat, at tað verður ikki ígjøgnum ALS, at vit fáa nøktað tørvin á ar­beiðsfólki. – Tað er so stórt trot á ar­beiðsfólki á flakavirkjunum kring landið, at støðan má rætt og slætt sigast at vera heilt øgiliga vánalig. Annars arbeiðis landsstýrið fyri at gera smidliga skipanir, so at tað verður lættari at fáa útlendingar til Føroya at arbeiða. – Eg haldi at tað er pol­it­ iskur vilji til at gera nakað við støðuna. So tað mugu vit bara seta okkara álit á, tó at eg haldi, at tað gongur ov seint. Andreas F. Hansen sigur, at eitt samfelag, sum hevur eitt arbeiðsloysi upp á minni enn 6%, hevur í veruleikanum trot á arbeiðsmegi. Slík samfelag kunnu ikki hava vøkstur í búskapinum, tí trot er á arbeiðsmegi. Í Føroyum hava vit eitt arbeiðsloysi upp á 2%. Tað merkir, at í veruleikanum hava vit stórt trot á arbeiðs­megi. Eg ivist onga løtu í, at vit mangla 3-4% av arbeiðs­megini. Sum støðan er nú, er føroyski bú­skapurin í aftur­gongd, tí tað er so stórt trot á arbeiðsmegi, at búskapurin kann ikki veksa. Og hetta er ikki bara galdandi fyri fiski­vinnuna, men eisini í byggi­vinnuni og øðrum vinn­ um við. Tað hevur stórar, fíggjarligar avleiðingar, at vit ikki fáa arbeiðsfólk. Tað kostar okkum einar 60.000 krónur hvørja einastu viku, sigur virkisleiðarin á Tavuni í Leirvík Trot á arbeiðsmegi Áki Bertholdsen aki@sosialurin Trotið á arbeiðsfólkið er ein kata­strofa fyri føroysku fiskavirkini og sostatt eisini fyri føroyska samfelagið. Tað hava fleiri keldur í fiski­vinnuni staðfest í Sosial­ inum seinastu tíðina. Og Kári Jacbsen, virkis­ leið­ari á Tavuni í Leirvík er ikki ósamdur í, at trotið á arbeiðsmegi er øgiliga stórt. Hann vísir á, at bara á Tav­ uni mangla 50% av reinsker­ arunum. – Vit hava 16 reinskerara­ borð. Men í gjár fingu vit bara 8 reinskerarar til arbeiðis. Men á Tavuni arbeiða tey í tveimum vaktum, so til­ samans mangla tey 16 rein­ skerarar á virkinum. Vanliga hava vit einar 8- 10 reinskerarar á hvørjari vakt, hóast vit hava pláss fyri 16, so hjá okkum er hetta ein trongur fløskuhálsur í framleiðsluni, sigur hann. – Vit kundu beinanvegin tikið tilsamans 15-16 rein­ skerarar til arbeiðis á Tavuni og tryggja teimum arbeiðið í hvussu so er til í mai mánaði, leggur hann afturat. Tey kundu eisini tryggja teimum tak yvir høvdið hesa tíðina. Høvdu vit havt nokk av reinskerarum, høvdu vit eis­ ini havt brúk fyri fleiri fólk­ um aðrastaðni á virk­inum, tí tað er hvørt eftir øðrum. Annars hava vit eina fasta kjarnu av ógvuliga røsk­um arbeiðsfólki, sum eis­ini hevur verið ógvuliga trúføst. Kostar 60.000 um vikuna Kári Jacobsen sigur, at trot­ið á arbeiðsmegi hevur bæði álvarsligar fíggjarligar avleiðingar fyri Tavuna og fyri samfelagsbúskapin. – Høvdu vit nokk av fólkið, høvdu vit kunnað ar­beitt eini 30 tons meiri um vikuna, enn vit gera nú. Tað merkir, at Tavan leys­liga mett, hevur ein inn­ tøkumiss upp á 60.000 krónur hvørja einastu viku. Og tað er eisini eitt slag av pengum hjá einum virki, sum Tavuni. – Tað einasta, ið forðar okk­um í at keypa meiri fisk,er, at vit hava ikki nokk av fólki at arbeiða fiskin, sigur hann. Tavan er ikki einasta virk­ ið, sum ikki hevur nokk av fólki. – Eg er vísur í, at høvdu flakavirkini nokk av fólki, so at tey fingu arbeitt tann fiskin, vit vildu, hevði tað eisini ført til, at avreið­ingar­ prísurin hevði hækkað. – Men sum er, fáa vit ikki keypt tann fiskin, vit vilja og tað førir til, at eftir­ spurningurin minkar. Tað førir bæði til lægri prís og til at óneyðuga nógvur fiskur fer óvirkaður av landinum. Spurningurin um at fáa meiri meiri fólk, er fyri ein stóran part ein politiskur arbeiði. Og virkisleiðarin á Tavuni vónar, at politikarar heldur velja eina loysn, so at tað ber til at fáa fleiri fólk til virkini, heldur enn at góð­ taka støðuna, sum hon er nú, við teirri avleiðing, at vit ikki fáa arbeitt tann fisk, vit vilja, at avreiðingarprísirnir lækka og at meiri fiskur fer óvirkaður av landinum Jacob Vestergaard, lands­ stýrismaður í innlendis­mál­ um, hevur áður sagt við Sosi­ alin, at arbeitt verður fyri at gera smidligari skipanir, so at tað ber til at fáa útlendingar hendavegin at arbeiða. Hann hevur boðað frá, at ein loysn skuldi fyriligið í vár. Høvdu vit fingið eina smidliga skipan, so at tað ber til at fáa útlendingar til Føroya, hevði tað ikki tikið ein mánað, so vóru flaka­ virkini fullmannað –uttan at vit høvdu tikið arbeiðið frá einum tí einasta føroyingi. Men tað er kortini eitt, sum undrar virkisleiðaran á Tavuni. – Tað er rættiliga nógv ar­beiði á einum virki, sum Tavuni. Vit arbeiða í tveimum vaktum. Um veturin arbeiða vit í 16 tímar um samdøgurið og um summarið arbeiða vit 20 tímar. Sostatt er nokk av arbeiði og tey, sum vilja, kunnu fáa nógva yvirtíð og so­ statt eisini rættiliga góða løn. – Men kortini velja ungar gentur heldur at arbeiða í handlum og kioskum, har tær mangan ikki eru skip­að­ ar í fakfelag og sostatt held­ ur ongi rættindi hava. Sam­ stundis er lønin mangan lítil og ongin, eins og tær eisini mugu tola at arbeiða um vikuskiftini, tá ið øll onnur hava frí. Kári Jacobsen heldur, at hetta kann hava samband við, at millum manna er fiski­ vinnan ofta í ringum orði. Hann leggur afturat, at á Tavuni hava tey roynt at fáa fleiri fólk umvegis ALS, men tað hevur alt verið til fánýtis. – Hinvegin hava vit nógvar út­lendingar, spyrja um ar­beiði, men teir fáa bara ikki arbeiðs- og uppihaldsloyvi, hóast vit hava harðliga brúk fyri teimum og hóast vit kenna summar av teimum áður og hava góðar royndir av teimum, sigur Kári Jacob­sen. Fingu heldur onki burturúr hesuferð Missa 60.000 krónur hvørja einastu viku Tað er meiri tómligt á Tavuni í Leirvík. Tað er ikki tí, at tey mangla fisk, men tí at tey mangla fólk at arbeiða fiskin. Høvdu fiskavirkini í Føroyum nóg mikið av fólki, eri eg vísur í, at avreiðingarprísurin fór upp og minni fiskur fór óvirkaður av landinum, sigur Kári Jacobsen, virkisleiðari. Myndina tók Høgni Thomsen Væl av svartkjafti Seinastu dagarnar hava tey føroysku skipini fingið væl av svartkjafti sunnan fyri Føroyar og suður ímóti markinum. Carlton kom á Fuglafjørð í gjárkvøldið og hevur í dag landað umleið 1.500 tons til Havsbrún. Jupier skuldi byrja at landa um middagsleitið. Teir hava umleið 2.000 tons. Christian í Grótinum hevði boðað frá landing. Teir hava eisini umleið 2.000 tons og byrja at landa í Fuglafirði á middegi í morgin. Bókakafé Mikukvøldið 24. januar byrjar tiltakið við Bókakafé á Hafnia Lounge aftur. Tá fara høvundarnir Sólrun Michelsen, Heðin M. Klein og Bárður Persson at lesa úr egnum verkum, og Arnbjørn Dalsgarð frá at greiða frá tíðarritinum Vencil. Kunningarstovan í Havn sigur, at í januar er vanliga tann mánaðurin, tá lítið og einki er á skránni, og tí er tað eitt frálíkt hugskot at hugna sær innandura við góðum bókum. Bókakaféin byrjar kl. 20.