Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-18, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. januar 2007síða 7

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 13 - 18. januar 2007 7 tíðindi Opið er: Fríggjadagin 19. januar ........08-20 Leygardagin 20. januar ........10-16 318200 318290 Tróndargøta 29 ÚTSØLA byrjar fríggjadagin 19. januar kl. 8.00 NOA NOA til gentur 2-12 ár ½ prísur Hetlendingar vænta sær nógv burtur úr kaðalinum SHEFA-2, sum Føroya Tele fer at leggja Samskifti Árni Joensen: arni@sosialurin.fo Politikarar í Hetlandi eru ovurfegnir um avgerðina hjá Føroya Tele at leggja ein nýggjan samskiftiskaðal úr Føroyum til Hetlands, Orkneyoyggjarnar og Skotlands. Travis Scott, sum umboðar Hetland í skotska tinginum, sigur við Shetland News, at hann hevur longu biðið bretska telefelagið British Telecom bera so í bandi, at hetlendingar fáa gagn av føroyska kaðalinum. – Nú ræður um hjá BT at gera gagn av hesum møgu­ leikanum, so teir kunnu veita hetlendsku brúkarunum betri tænastu, sigur tingmaðurin við blaðið. British Telecom hevur arbeitt við at útvega hetlend­ ing­um skjótari samskifti, men eftir teirri ætlanini skuldu hetlendingar ikki fáa hendan møguleikan fyrr enn í 2011. Men við kaðalinum hjá Føroya Tele kunnu het­ lendingar fáa skjótari sam­ skifti nógv fyrr enn so, og tað eiga teir at fáa, sigur Travis Scott við Shetland News. Sandy Cluness, ráðs­for­ maður, sigur við blaðið, at tað nýggja sambandið er eitt stórt framstig fyri hetlendska vinnulívið og serstakliga tey, sum hava slíkt samband fyri neyðini til dagliga virksemi sítt. Í Hetlandi fer SHEFA- 2 upp á land nærhendis bygdini Maywick, og síðani verður hann lagdur eftir landi til Sandwick, tá hann fer aftur í havið og víðari til Orkneyoyggjarnar og Skotlands. Hetlendingar fegnast um føroyska kaðalin Tróndur Djurhuus, stjóri í FT International, fylgdi væl við tí sum hetlendsku politikararnir søgdu umvegis web-sjónvarpið úr Hetlandi, tá tíðindafundurin var í Klingruni mánadagin