hósdagur 18. januar 2007síða 8
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 13 - 18. januar 2007
tíðindi
Hóast Kaj Leo
Johannesen hevur
sagt seg fingið vissu
fyri, at Alfred Olsen
fer at atkvøða við
samgonguni, so sig
ur Alfred Olsen, at
hann fer at atkvøða
eftir síni sannføring.
Sosialurin hevur í
skjótt eina viku roynt
at fingið eina við
merking frá Alfredi
Olsen, men enn hevur
hetta ikki eydnast.
Sambandsflokkurin
er komin saman at
viðgera málið
POLITIKKUR
Theodor E. D. Olsen
theodor@sosialurin.fo
– Eg havi tryggjað mær, at
hann stemmar við flokkinum
og samgonguni.
So greið var útmelding
in hjá Kaj Leo Johanne
sen, formanni í Sam
bandsflokkinum, seinasta
fríggjadag um Alfred Olsen,
ið herfyri segði úr sam
gonguni eftir atkvøðugreiðsl
una um §266b í revsilógini.
Útvarpið kann tó vísa á, at
Alfred Olsen ikki treytaleyst
vil stuðla samgonguni.
– Eg fari at atkvøða eftir
míni sannføring, er Alfred
Olsen endurgivin fyri at siga
á heimasíðu Útvarpsins.
Alfred Olsen avvísir ikki,
at hann fer at atkvøða ímóti
uppskotum, sum samgongan
leggur fyri tingið.
Fyrr í vikuni kallaði ad
vokaturin og fyrrverandi
sambandstingmaðurin
støðuna hjá Alfred Olsen
eina andsøgn, og Jóannes
Eidesgaard, løgmaður og
samgonguleiðari, hevur sagt
seg viljað havt ein fund um
málið. Kristian Magnussen,
formaður í tingbólki Javn
aðarfloksins, hevur tó sagt,
at Alfred Olsen ikki hevur
meldað seg inn í andstøð
una.
Breiða semjan?
Alfred Olsen er framvegis
formaður í Løgtingsins rætt
arnevnd, sum honum er til
lutað sum samgongulimur,
ið hann nú sigur ikki vera
partur av.
Harafturat var Alfred
Olsen maðurin, ið sum næst
formaður í Sambands flokk
inum undirskrivaði sam
gonguskjalið, ið fekk heitið
“Tann breiða semjan”.
Spurningurin er nú, hvussu
breið hendan semja er.
Sosialurin fekk fyrrapartin
eitt stutt prát við Kaj Leo
Johannesen, men einasta
viðmerkingin hjá honum
var, at tey sita í flokkinum
og viðgera støðuna.
Sosialurin hevur eisini
roynt hvønn yrkadag síðani
seinasta frígggjadag at
fingið eina viðmerking frá
Alfred Olsen um støðu sína
í Løgtinginum, men enn hev
ur hetta ikki eydnast.
Alt tað føroyska
granskingarumhvørv
ið verður umboðað
í samstarvinum
við Sjónvarpið, ið
Fróðskaparsetrið
samskipar í hesum
døgum. Væntandi
koma sendingarnar
á skíggjan í seinnu
helvt av februar
VÍSINDI
Theodor E. D. Olsen
theodor@sosialurin.fo
Sosialurin skrivaði í gjár, at
í hesum døgum tekur Kring
varp Føroya fyrilestrar upp í
Nóatúni, sum skulu sendast
í Sjónvarpinum.
– Sendingarnar verða
helst sendar í seinnu helvt
av februar. Tað verður
helst send ein sending um
vikuna, og tær halda fram
til móti sumri. sigur Ivan
Niclasen, programmleiðari í
Sjónvarpinum. Hann greiðir
frá, at hugskotið kom, tá
Fróðskaparsetrið skipaði
fyri fyrilestarrøðini “Setrið
á Ferð” í fjør og fyrraárið, og
at tey í Sjónvarpinum hildu,
tað kundi verið áhugavert
at gjørt sjónvarpssendingar
burtur úr hesum.
Í fyrstuni var DK4 nýtt
sum fyrimynd, men hetta
menti seg til eitt gott og
gevandi samstarv millum
Kringvarpið og Setrið,
greiðir Ivan Niclasen frá.
Tað er kortini ikki bara
Fróðskaparsetur Føroya, ið
stendur fyri tí vísindaliga
partinum í hesi verkætlanini.
Vísindaligir stovnar úr øllum
granskingarunhvørvinum
í Føroyum taka lut. Teirra
millum kunnu nevnast stovnar
sum t.d. Náttúrugripasavnið
og Fiskirannsóknarstovan.
Ivan Niclasen, sigur, at
sambært kringvarpslógini
skal Kringvarpið skipa
fyri upplýsing, og tað
meta tey eisini, at tey gera
framman undn avið t.d. tíð
indasendingum og líknandi
tilfari. Men nú kemur hetta
afturat, uttan at tað gongur
út yvir annað senditilfar hjá
Sjónvarpinum, og um hetta
eydnast væl, verður tiltakið
tikið upp aftur seinni, sigur
programmleiðarin.
Viðkomandi evni
Ivan Niclasen leggur dent á,
at talan ikki er sokallað prime
time-tilfar, tvs. sjónvarp
ið ofta verður roknað sum
sjónvarp við upplivingum
og undirhaldi. Tí verða
sendingarnar
væntandi
sendar seint á kvødi. Talan
um tilfar, ið ofta verður
kallað “smalar sendingar”,
hóast evnini eru breið og
víðfevnd. Tó verður dentur
lagdur á, at sendingarnar eru
týdningarmiklar sendingar,
har fleiri av Føroya fremstu
granskarum oysa av síni
vitan. Endamálið er sostatt
at miðla vísindaligt tilfar,
men hóast talan er um
akademiskar fyrilestrar, er
talan um evni, ið viðkoma
okkum øllum, sigur Ivan
Niclasen.
Í fyrstu syftu verða 21 fyri
lestrar tiknir upp. Sjónvarpið
hevur sett 3 upptøkutól av til
endamálið, og tí er neyðugt
at klippa í upptøkunum, og
tí krevst eitt sindur av tí
tøkniliga tilfeinginum, ið
Sjónvarpið hevur til taks.
Men fólkini frá teimum ymsu
granskingarstovnunum hava
sýnt vælvild, heldur Ivan
Niclasen, og sipar til, at fleiri
fyrilestrar verða upptiknir
um dagin.
Føroysk gransking seint á kvøldi
Sambandsflokkurin viðger støðuna hjá Alfred Olsen
Kaj Leo: Alfred atkvøður við samgonguni
Alfred: Eg atkvøði eftir míni sannføring
Á fundi í Klaksvík
Fyrradagin vóru Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, og
umboð fyri mentamálaráðið í Klaksvík, har tey høvdu fund
við mentanarnevndina og fíggjarnevndina hjá Klaksvíkar
kommunu. Partarnir umrødd u ymisk viðurskifti á skúla
økinum, eitt nú um greiðari býti millum land og kommunur
á skúlaøkinum og um, at Norðoyggjar í framtíðini kanska
verða eitt skúlaøki.
Øssur í Danmark
Listamálarin Øssur Mohr úr Fuglafirði verður millum fram
sýnararnar á stóru framsýningini Art Herning, sum verður
í Herning Kongrescenter frá 26. til 28. januar, har hann fer
at sýna nakrar nýggjar málningar á básinum hjá Galleri
Sct. Gertrud. Sjálvur skal Øssur sýna fram í gallarínum hjá
Sct. Gertrud í Keypmannahavn frá 17. februar. Fernisering
verður frá kl. 13 til 16, og tá fer Stanley Samuelsen at syngja
og spæla.