Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-18, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. januar 2007síða 9

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 13 - 18. januar 2007 9 tíðindi Tað var Noreg, sum í 2006 sýtti fyri at endur­nýggja táver­ andi avtalu, men tey fyrstu árini eftir hetta, hildu strandalondini seg meira ella minni til gomlu heildar­kvot­ una og býtið. Men seinastu fýra árini ella so hava strandalond ásett sína egnu kvotu, og vandi hevur tískil verið fyri, at óskipaða veiðan kundi fara at ganga útyvir silda­ stovnin Samráðingar Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Strandalondini, sum varða av norðhavssildini, eru um­síðir komin ásamt um býtið av sildini, og eisini eru londini vorðin samd um heildarkvotuna fyri 2007, sum er sambært tilmælinum hjá ICES. Semjan millum londini er undirskrivað í norska høv­uðs­ staðnum í morgun eftir sam­ ráðingar á embætis­manna­ stigi seinastu dagarnar. Semjan millum londini merkir, at norðhavssildin nú aftur er komin undir skipaði viðurskifti, eftir at eingin felags avtala hevur verið um stovnin seinastu árini. Felags avtala Tað var Noreg, sum í 1996 sýtti fyri at endurnýggja táver­andi avtalu, men tey fyrstu árini eftir hetta, hildu strandalondini seg meira ella minni til gomlu heildar­ kvotuna og býtið. Seinastu fýra árini ella so hava strandalond ásett sína egnu kvotu, og vandi hevur tískil verið fyri, at óskipaða veiðan kundi fara at ganga útyvir sildastovnin. Nú er so endaliga komið á mál eftir ósemju og drúgv­ ar samráðingar, og norð­ havssildin verður aft­ur veidd undir skipaðum viður­skiftum, sum í longdini kem­ur at tæna øllum pørtum best. Heildarkvotan, sum stranda­londini samdust um fyri 2007, er 1.280.000 tons, samsvarandi tilmælinum hjá ICES. Av hesum fáa Føroyar 5,16%, sum gevur okkum stiv­liga 66.000 tons av norð­ havssild, og tað er umleið tað sama, sum vit veiddu i árinum, sum fór, tá ið vit ásettu okkara egnu kvotu. Norski parturin av heildarkvotuni er hin størsti, 61%, meðan Ísland, Rusland og ES fáa ávikavist 14,51, 12,82 og 6,51%. Í norskum sjógvi Meðan eingin avtala var mill­ um londini, kundu føroysk skip ikki fiska norðhavssild í norskum sjógvi, men nú avtalan er komin upp á pláss, kunnu vit fiska 39.000 tons av føroysku kvotuni í norskum sjógvi. Í fjør veiddu føroysk silda­ skip í føroyskum, íslenskum og altjóða sjógvi og eitt sindur við Svalbard, og hóast tey ikki sluppu í norskan sjógv at royna, megnaðu tey kortini at fiska sína kvotu av norðhavssild. Norðhavssildin aftur undir skipaðum viðurskiftum Strandalondini eru nú aftur vorðin samd um norðhavsildina, og tað merkir, at sildin aftur verður veidd undir skipaðum viðurs­kift­ um. Føroyski parturin er umleið hin sami, sum tonsini, vit veiddu í 2006 Mynd: FRS – Okkara partur er umleið tann sami, sum vit fiskaðu í árinum, sum fór, tá ið vit ásettu okkara egnu kvotu, tí stranda­londini vóru ikki samd um býtið av norð­havssildini, sig­ur Bjørn Kalsø, lands­ stýrismaður í fiski­ vinnumálum Samráðingar Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Samráðingarnar um norð­ havs­­sildina, sum seinastu dag­arnar hava verið í norska høv­uðsstaðnum Oslo, hava ver­ið á embætismannastigi, og sam­ráðingarleiðari í før­ oysku sendinevndini hevur ver­ið Kate Sanderson, sum starv­ast í Fiskimálaráðnum. Um­framt aðrar embætis­menn, sum hon hevur havt við sær á ferð­ini í Nor­egi, hava eisini verið fiski­frøð­ingar og umboð fyri før­­oysku sildaskipini við í ferða­lagnum. Bjørn Kalsø, lands­stýris­ maður, hevur ikki verið við sjálvur, tí samráðingarnar hesa­ferð vóru á embætis­ manna­stigi, men samráð­ ing­arfólkini hava javnan verið í samband við, tá ið ivamál tóku seg upp undir samráðingunum. Rós til umboðini – Eg eri stak væl nøgdur við føroyska leiklutin í hes­um samráðingunum, og tað geld­ ir fólkini hjá okk­um í Fiski­ málaráðnum, fiski­frøð­­ingar og umboðini fyri skipini. Bjørn sigur, at politiskt hevur nógv verið tosað aftur og fram millum londini, men áðrenn samráðingarfundir í Oslo byrjaðu, var eingin av­tala um norðhavssildina. – Nú avtalan er undir­ skrivað, haldi eg, at vit fingu tað burtur úr, sum vit undir verandi umstøðum kundu vænta okkum. Landsstýrismaðurin sig­ur, at tey 5,16%, sum gjørd­ist okkara partur av eini samlaðari kvotu upp á 1.280.000 tons, er á leið tann sami, sum vit veiddu av norðhavssild í árinum, sum fór. – Okkara partur í gamla býtinum var 5,46%, men í realitetinum eftir ymiskar flytingar bert 5,31% og part­urin, sum okkum varð tillutaður hesaferð, er 5,16%, sigur hann. Bjørn Kalsø sigur, at tey stivliga 66.000 tonsini av norðhavssild, sum vit kunnu veiða í ár, er umleið sama nøgd, sum vit veiddu eftir kvotu, vit sjálvi høvdu ásett fyri 2006. – Munurin í ár verður so, at vit kunnu fiska 39.000 tons av okkara sildakvotu í norskum sjógvi, og tað kundu vit ikki, meðan eingin avtala var millum strandalondini, sigur hann. Gamla mynstrið Landsstýrismaðurin fegnast um tær ábendingar, sum siga, at norðhavssildin er farin at taka gamla ferðamynstrið uppaftur. – Vit hava seinastu árini sæð ábendingar um hetta, og tað kann í longdini merkja, at vit í framtíðini – av røtt­um – kunnu krevja ein størri prosentpart av heildar­kvotuni. Hann sigur, at norðhavs­ sildin stendur longri í før­ oyskum og íslendskum sjógvi um veturin, enn hon gjørdi áður, og seinastu árini hava eisini víst, at sildin ikki í sama mun sum áður stendur inni á norskum firðum, sum hon gjørdi. – Haraftrat kemur, at tað eru broytingar í sjóvar­hit­anum, sum benda á, at umstøðurnar her um okk­ara leiðir eru farnar at líkjast meira umstøðunum, sum vóru, tá ið sildin ein størri part av árinum stóð her um okkara leiðir, sigur landsstýrismaðurin. Bjørn Kalsø sigur, at í Fiski­­málaráðnum eru tey bjart­­skygd um, at norðhavs­ sild­­in, sum árini ganga, fer at taka uppaftur sítt gamla ferðamynstur, og tað er serliga við føroyska kvotapartinum fyri eyga, at hetta kann fáa stóran týdning fyri okkum. – Nú vóna vit bara, at tann gongd, sum hevur víst seg seinastu árini, fer at halda fram, sigur lands­stýris­mað­ urin. Bjørn er væl nøgdur við føroyska leiklutin í sildasamráðingunum - Tað hevur havt týdning í samráðingunum, at vit gingu væl um sildina, meðan eingin avtala var, sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, sum rósar sínum samráðingarfólkum Mynd: Vilmund Jacobsen Nú kunnu skipini aftur fiska norðhavssild - undir skipaðum viðurskiftum millum strandalondini Mynd: Vilmund Jacobsen