Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-18, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. januar 2007síða 10

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 13 - 18. januar 2007 Tað eru nógv argument fyri at gera Føroyar til eitt valdømi. Ikki minst nú, tá verandi valskipan ikki hóskar til fólkatalið í dag, men heldur til fólkatalið, sum tað var fyri næstan 30 árum síðani. Fyrimunir við einum valdømi kunnu hugsast at vera sjónligari floksprofilering og meiri dent á lands­dekk­ andi mál, heldur enn lokal einkultmál, sum mang­an dominera dagsskránna í teimum einstøku valdømu­ num. Vansarnir kunnu tó vera, at útjaðarin verður gloymdur til frama fyri einum politikki, sum bert hóskar til miðstaðarøkið. Ein annar vandi kann vera, at útjaðarin verður nýttur sum ruskílat til projekt, sum ein stórur meiriluti ikki vil hava í sínum grannalagi. Taka vit Tórshavnar Kommunu sum dømi um, hvat hendir, tá smærri øki verða løgd saman við einum størri øki, so er tað við til at undirminera trúnna uppá Føroyar sum eitt valdømi. Tórshavnar Kommuna forsømir heilar bygdir í kommununi við ongari útstykking, sum støðan hevur verið í Kollafirði síðani Tórshavnar Kommuna yvirtók bygdina fyri árum síðani, hóast fólkatalið í bygdini liggur um 1.000 fólk, og langur bíðilisti er til grundstykkir. Harafturat leggur Tórshavnar Kommuna ein tungan ídnaðaraktivitet innast í sama fjør við einari lokalt óynsktari bingjuhavn. Framferðin er serliga margháttlig, tí Tórshavnar Kommuna marknaðarførir seg sjálva sum eina kommunu, har nærumhvørvið hevur høgan prioritet. Man setur hundalortastativ upp í Havnini, meðan man samstundis, hóast lokal mótmæli, leggur tíggjutúsundtals fermetrar undir betong og asfalt 20 km longur norðuri. Nú kemur tunnil millum Tórshavnar Kommunu og Skálafjørðin. Hví ikki hugsa langsiktað og brúka framúr góðu umstøðurnar í Runavík til framtíðar bingjutrafikkin! Hví hugsa vit ikki um landsplanlegging? Hví neyðtaka reina og vakra náttúru, tá vit longu hava eina frálíka havn við Skálafjørðin? Hví gera dupultíløgur? Nýggja tunnilsætlanin eigur at steðga bingjuhavnini í Kollafirði. Um Føroyar sum eitt valdømi bleiv rikið sum Tórshavnar Komm­una, so hevði tað verið ein vanlukka fyri útjaðarøkini. Hvussu kunnu vit stóla uppá, at Føroya land sum eitt valdømi, ikki verður rikið sum Tórshavnar Kommuna, har man í yvirførdum týdningi hevur luksustiltøk sum blomsturkassar og hundalortastativ í miðstaðarøkinum, meðan bygdaøkini fáa tann aktivitet, sum man ikki vil síggja í Havn? Nú er sjálvandi ikki vist, at landspolitikarar bera seg at sum verandi lokalpolitikarar í Tórshavnar Kommunu, men tora vit at at hava álit á tí? Sosialurin Føroyar eitt valdømi – tora vit tað? Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo Bjarta Joensen bjarta@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Kykmyndir: Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1330 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. SAMBAND eirikur lindenskov eirikur@sosialurin.fo tlf 341800 viðmerkingar - tað er fínt við tón­leika­ ligum kritikki, men tað er so avgjørt neyð­ugt, at kritikkurin er kon­struk­ tivur og objektivur Havi nakrar ferðir sitið og lurta eftir seinna­part­ sendingini hjá ÚF, og er tað hugvekjandi at lurta, tá okkara stóra tónaskald trínur fram við síni meting um føroyska tónleikin. At vit eru vitni til und­ ir­­bráttligheit kemur so sanniliga til sjóndar, tá stóri, men kortini lítli, mað­ urin trínur fram, og gevur sína meting um ymsu út­gávurnar. Eg havi so ongantíð hoyrt hann siga nakað positivt um nakra av teimum! Eitt kann eg siga tær Sunnleif, at tað er yvirhøvur ikki serliga stuttligt at vera popp- og rokktóneikari, um tað er tú sum skal geva tína meting um avrikið! Kom nú eitt sindur víð­ ari – vit eru ymisk og hava ymisk sjónarmið, so objektiva metingin er ein dygd í kritikkinum. At sita og biðja um hvat er farið fram á innan før­ oyskan tónleik, meðan tú sjálvur gekk niðri í Dan­ mark, er sera grunt og sting­ur ikki serliga djúpt í tí, sum er farið fram á føroyska tónleikapallinum – seinnu árini. Í seinastu sendingini var tann fyrsti sera positivur um avrikið á fløguni, sum var til umrøðu, men tá tann “stóri” hevði lagt sína tón­leikaligu hond á, misti hesin líkasum luftina, og tá alt kom til stykkis, var talan um eina “lorta” útgávu. Tað er fínt, at altjóðagerð­ in verður tikin inn í før­ oyska tónleikin, men vit skulu sanniliga ansa okk­ um, at vit ikki missa okkara føroyska samleika, og at vit geva teimum rúmd, sum veruliga royna at gera okk­ urt - frameftir. “Hasin á Tvøroyri..” Arroganti fírurin av Sandi kom so við síni meting - at “hasin á Tvøroyri..” nú var farin undir at fáa sær altjóða dám, so hann ivaleyst kann passa inn í tónleikaliga trongskygnið hjá heimasandsmanninum. Eg áni ikki, um harra Sunnleif Rasmussen veit, at tað eru ávísir lurtarar og listafólk, sum kundu fing­ið ástoyt av tí, hann førir fram, og um hann yv­ir­høvur leggur nakað í, hvat hesi halda um hansara metingar. Tú er ikki einhvør – MINST TIL TAÐ - Sunn­ leif! Nú løgtingið hevur játtað at gjalda kr. 2,7 mill. av rakstratútreiðslunum av Vága­tunnlinum, eigur gjald­ ið at fara munandi niður. Seinast ein regulering varð gjørd, vóru tað teir stóru bilarnir, sum sluppu við at gjalda 30% minni, tí haldi eg, at nú eiga teir minnu bilarnir at fáa áðgóðan, mín metan er, at ein lækking uppá  20% fyri teir minnu bilarnar, saktans hevði kunn­ að verið gjøgnumførd, nú landskassin yvirtekur part av rakstrarútreiðslunum. Tey, ið hava mánaðarkort og t.d. gjalda kr. 1.000,- ,  høvdu tá sloppið við kr. 800,- um mánaðan, gjaldið fyri ein vanligan persónbil, uttan avsláttur, hevði tá komi at verið  kr. 135,- fyri ein túr aftur og fram. Ein lækking uppá 20% hevði ført við sær, at ferðslan hevði komið at verðið mun­ andi størri, og harvið eisini meira inntøkur. Spennandi verður, hvat niðurstøðan hjá nevndini verður. Fríðálvur Jensen www.joanisnielsen.fo Jóanis Nielsen Nær fer Sunnleif Rasmussen at siga nakað positivt? Gjaldið um Vága­ tunnilin eigur at fara niður við 20% Viðmerking til Regin Eikhólm, odontolog v.m. Av tí at í umbúna er at geva Ó-/ søgur um djevulskap útaftur í nýggjum upplagi (við ymsum rættingum) skulu tygum fyri málsligu ábending tygara í 41. reglu í grein í Sosialinum 11. januar í. h. á. eiga hesi fáu takkarorð: Hoyr tú væni danimann, sum væl at lesa bøkur kann og einki ert eitt málsigt kloss, men fróður við um tenn og ross; “á rossum” so víst tað íslendskt er sum skyr og baugur og jarðarber, so fyri handa lítla sting tú stakk, góði Eikhólm, túsund takk. Í Havn 15. januar tjúguhundrað og sjey Carl Jóhan Jensen