hósdagur 18. januar 2007síða 11
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 13 - 18. januar 2007
11
Føroyar hava onga
trygd fyri at sam
felagið í tíðini fram
yvir vil virka sum tað
ger í dag. Bindingin
til 95% orkuveitan
frá oljuni kemur ikki
at halda, tað vita
vit, og er tilmælið
frá arbeiðsbólki
Vinnumálaráðsins at
vit í 2015 hava 20%
av orkuni á landi frá
varandi orkukeldum,
og at fiskiflotin tá
nýtir 15% minni
orku, eitt skilagott og
gjørligt mál
ORKUPOLITIKKUR
Nevndin Føroya
Nátúruverndarfelag
Frá tíðini tá torv og kol
var álitið í húsarhaldum til
farna aldarskiftið við olj
uni sum grundstøði í sam
felagsmenningini, er nýgg
tíð á veg, har varandi orku
tilfeingið grundað á sólar
megina verður støðið í allari
orkuveitan. Við lækkandi
oljunøgd og hækkandi prís
um hvørvur verandi orku
veitan sum árini ganga, og
má málið tí verða, at vit
sum frá líður gerast óheft at
innfluttum fossilum brenni
evnum sum olju, gassi ella
koli.
Sparast má uppá seinastu
droparnar og gagnnýtslan
má økjast samstundis sum
varandi orkukeldur sum
vindur, vatn, alda og sjóðar
fall, og sólorka verða ment
ar. Mesta orkuveitingin
verður framyvir grundað á
ravmagn, sum kan nýtast
beinleiðis til flestu enda
mál, meðan brennievni
mest verður lívrunnið tilfar
og grundevni sum vetni, ið
m.a. fæst úr feskum vatni.
Ítøkilig tiltøk mugu setast
í verk til annarleiðis orku
framleiðslu og nýtslu. Hetta
kann gerast við uppsetan av
fleiri vindmyllum og betri
nýtslu alt samdøgrið. Aldu-
og sjóarfallsorka er við at
blíva ein tøkniliga møgulig
orkukelda, ið vil geva okk
um sera stórar nøgdir av
ravmagnsorku.
Sólorka
er í nýtslu til ravmagn og
hita, tó at orkuúrtøkan er
lítil, men harafturímóti
kann setast upp av hvørjum
einstakum borgara. Vatn
orkan gevur ov lítla úrtøku
í mun til verunliga máttin,
men kann sum frá líður
umbyggjast og geva tví
faldaða framleiðslu.
Ravmagnsorkutøknin
verður bundin saman í
framkomið kervið har sjálv
virkandi stýrisskipanir á
orkustøðunum og hjá brúk
arunum allatíð tryggja at
veitan, dygd og nýtsla virka
best.
20% vindorka á
netið í 2015
Mark er fyri hvussu nógv
vindorka kann setast inn á
netið sum er. SEV hevur
ført fram, at mesta nøgdin
er 25% av náttarlastini
ella 4500kW pr. tíma. Við
verandi 6 myllunum hvør
á 660kW og einu mylluni á
150kW, er markið nátt, og er
SEV ætlanin at seta aðrar 3
myllur upp í Neshaganum,
ikki skillig fyri vanlig fólk,
tí nøgdin tá verður 30% av
náttarlastini.
Tøkniliga ber til at
taka óstøðugu topparnar
av vindorkuni og til ber
eisini at javna nýtsluna út
á alt samdøgrið. Afturat tí
kann nógv meiri ravmagn
setast til t.d. upphiting í
sethúsum við elpatrónum á
vatntangan, til hitapumpur,
ið eisini spara uppá olju
nýtslu, og til tey, ið vilja
skifta benzin ella dieselbilin
út við ein elriknan bil, ið
kann løðast upp á náttartíð.
Harafturat kann stór nøgd
av vindorku nýtast til fram
leiðslu av vetni, ið kann
nýtast til flutning á landi og
sjógvi ella til framleiðslu
av ramagni. Eitt túsund
kilowatt vindorka geva
við vetni 400kW ravmagn
í hægstu dygd. Vindorka
kann eisini setast beinleiðis
til stóra fjarhitaframleiðslu
ella um netið til felags hita
pumpustøð fyri heila bygd
ella býling.
Við 30% full last vindorku
á dagtímanýtsluna, sum
hon er í dag á umleið
40.000kW pr.tíma, kunnu
afturat verandi 6 myllunum
(10%) setast 12 myllur upp
hvør á 660kW ella 8 myllur
á 1500kW.
Framskriving til 2015
við t.d. 2% meirnýtslu
broytir ikki myndina sum
so. Brúktir verða tá um
300GW tímar í mun til
um 250GW tímar í 2006.
Við somu oljuframleiðslu á
136GW tímar og somu vatn
orkuframleiðslu á 100GW
tímar skulu framleiðast
64GW tímar við vindorku.
Hetta er í 2015 20% við
6 verandi myllunum og 7
nýggjum myllum hvør á
1500kW.
Málið á 20% lættliga
nátt í 2015
Vindmyllurnar
kunnu
spara okkum 13.617 tons
olju, góð 12% av samlaða
oljubrúkinum á landi, ið í
2005 var 117.000 tons. Eitt
tons av olju gevur einans
4.700KW tímar ravmagn
við avbrenning á t.d. Sunds
verkinum. So gott sum
alt CO2 útlátið stavar frá
olju og kann við m.a. betri
húsabjálving og sólorku
til upphitan minkast heilt
nógv um oljunýtsluna, og
varandi orkuparturin harvið
fáa størri lut í samlaða
brúkinum. Torført er at siga
hvussu oljunýtslan verður
um 10 ár, men roknast kann
við at ein byggireglugerð
við orkukrøvum sum tann
danska vil minka oljunýtsl
una til sethús og almennar
bygningar við í miðal 10%
fyri alt landið. Lægsta krav
ið í Danmark vil hjá okk
um merkja at eini sethús
skulu niður í eina helvt í
oljubrúkinum, frá um 3
tons til 1,5 tons pr. ár. Um
t.d. 500 sethús seta upp
6 ferðmetrar av sólorku
hvørt, vil tað spara okkum
5.200 tons í oljunýtslu.
Hetta er um 5% av allari
sethúsanýtsluni í 2005.
Um vit rokna við at
ferðslan økist við 10% og
handil, tænastur, ídnaður
og
SEV-verkini
verða
óbroytt fáa vit í 2015 eitt
oljubrúk á landi á 114.500
tons. Vatnorka og vindorka
framleiða tá 164GW tím
ar, ið svara til 34.894
tons av olju ella 30,5% av
samlaðu nýtsluni. Roknað
uppá samlaða oljubrúkið
íroknað skipaflotan verður
prosentparturin
15,5%.
Vatn og vindorkan var í
2005 einans 4% av samlaðu
orkunýtsluni og vil við
hesum verða økt 11,5% ella
nakað væl upp um Kyoto
ynskið á 8%, ið í so máta
kann lúkast væl og virði
liga.
Avlopshiti frá brenni
støð og elverkum
Avlopshiti frá brennistøðum
er ikki varandi loysn tá enda
málið man vera at vit hava
so smáar nøgdir av ruski
sum gjørligt og sum mest av
endurnýtslu. Dálking er eitt
vandamál við eiturevnum,
ið við brenningini spjaðast
út í umhvørvið. Harnæst
eigur lívrunnið rusk ikki
at verða brent, men heldur
at verða nýtt í methangass
verkum til ravmagn og hita
og sum besta taðing til land
búnað.
Avlopshiti frá ravmagns
verkum kann við dagsins
oljuprísum loysa seg, men
hvussu leingi? Um prís
urin verður 100 US$ fyri
tunnuna man verða ivasamt
hvussu leingi slík verk
koyra, og harnæst krevja
brúkarar at hiti alla tíð er
tøkur, einamest á vetrartíð
tá tørvur ikki er á ravmagns
orku frá dieselmotorum tí
vatnnøgdin er stór í brunnu
num og vindurin nógvur.
Náttúruoyðandi
vatnorka
Besta dømi uppá illa um
hugsaðar vatnorkuútbygg
ingar hevur SEV sjálvt
borðreitt við í nýggja hug
skotinum til víðari útbygg
ingar. Innsavningarøkið til
Víkarvatn í Norðurstreymoy
er einans 18km2 í vídd,
men ført fyri at framleiða
2,6 ferðir so nógva orku
fyri hvønn ferðkilometur
sum Eiði 1 og 3 tilsamans.
Orsøkin er sera einføld.
Víkarvatn liggur í 300 metra
hædd, ið var júst tað víst
varð til átti at verið gjørt til
Eiðsverkætlanina. Skaðin
er gjørdur, men kann rættast
uppaftur og eiga ábyrgdandi
persónar at fá rokningina
fyri endurbyggjan av Eiðis
vatni.
Ætlanir SEV´s er óhugna
ligur lestur. Eiði 2 bleiv
lukkutíð steðgað av yvir
friðingarnevndini, men er
Vágoyggin aftur í planunum
har áirnar, ið renna í friðaða
Fjallavatn skulu takast sam
an við øllum løkum, ið
annars nøkta 90% av fesk
vatnstørvinum til húsarhald
og fiskavirki. Norðuri í
Dølum, Árnafjørður og
Týggjará hava onga bjarta
framtíð um SEV leiðslan
sleppur at ráða. Samlaða
framleiðslan sigst blíva
127GW tímar ella áleið tað
20 1,5MW myllur kunnu
framleiða. Hvat velja vit ?
At oyða Føroya náttúru ella
seta 20 myllur upp. Svarið
gevur seg sjálvt.
Tilfeingið og
ognarrætturin
Tá tað opinbart er so átrok
andi at hava maktina á orku
framleiðsluni, kann ein
fáa tankar um hví so er.
Aloftast er ikki talan um
maktina í sjálvum sær, men
heldur at nógvur peningur
kann skravast saman. Ork
an verður framleidd burtur
úr náttúrutilfeingi okkara
og kann tað væl hugsast
at einstak-lingar síggja
møguleikan at ríka seg
upp nú vindmyllur fara at
verða settar upp. Náttúru
tilfeingið á sjónum er ogn
Føroya fólks, og við stóra
trupulleikan í veiðuloyvum,
ið verða handlað til hundrað
tals milliónir, er eyðsýnligt
at veiðuloyvini til næsta
náttúrutilfeingið, vindin,
verða latin einstaklingum,
vinum
og
kenningum.
Landsstýrismaðurin í orku
málum er fólkafloksmaður
og kendur fyri at sortera
tey frá, ið ikki eru fólka
floksfólk.
Lendisskipan skal gerast
og vindmylluøkini setast
á landakortið. Her má so
vón setast til løgtingið, at
lógarkamar verða soleiðis
orðaðir, at einstaklingur
ikki kann eiga meira enn
ávísan minni part av ein
um vindmylluøki og at
størsti parturin verður í smá
um partabrøvum har ein
staklingur mest kann eiga
tvey ella trý brøv. Royndir í
Danmark og Týsklandi vísa
klárt at fólksins luttøka í
skipan av vindmylluøkjum
er av alstórum týdningi
skal tað eydnast at skipa
vindorku so allir landsins
borgarar verða nøgdir.
Orkupolitisk mál 2015
Við 30% full last vindorku á
dagtímanýtsluna, sum hon er í dag
á umleið 40.000kW pr.tíma, kunnu
afturat verandi 6 myllunum (10%)
setast 12 myllur upp hvør á 660kW
ella 8 myllur á 1500kW, sigur Føroya
Náttúru- og Umhvørvisverndarfelag
viðmerkingar