Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-18, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. januar 2007síða 12

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 13 - 18. januar 2007 Sluppu merkiliga væl Tað kundi enda galið, tá teir umborð á Lómi lossaðu á Tvøroyri í morgun. Av onkrari orsøk varð kranin svingaður inn yvir bryggjuna, og jarð­ legði eina 24 metra høga ljósmastur úr stáli ÓHAPP Rólant Waag Dam & Áki Bertholdsen Myndir: Lýsing Farmaskipið, Lómur, kom illa fyri, tá ið teir lossaðu á Tvøroyri í morgun Av onkrari orsøk, er onkur komin at svinga kranan inn yvir bryggjuna og har rakti kranin eina 24 metrar høgan el-steyra av stáli. Men bresturin var so harð­ur, at el-steyrin varð slættaður við jørðina. Hetta var beint áðrenn blaðið fór til prentingar, so enn hevur tað ikki eydnast at okkum at fáa uppspurt, hvat hendi. Løgreglan visti onki um hendingina og Lómur fæst ikki at svara. Á Havnarskrivstovuni á Tvøroyri fáa tey heldur ikki sagt nógv um tilburðin. – Ljósmasturin stóð beint við har, sum portri hjá Lómi er, og har var so onkur sum svingaði kranan í ljósmastrina, sum síðani koppaði. Meiri vita vit ikki, siga tey har. Havnarskrivstovan sigur, at ongin skaði stóðst, tá 24 metra høga masturin kopp­ aði. Tað má sigast at vera væl sloppið, og vit lata myndirnar tala fyri seg. Tað kundi endað heilt galið, tá 24 metra høga ljósmasturin varð jarðløgd av einum krana umborð á Lómi, men lukkutíð koppaði masturin soleiðis, at eingin skaði stóðst av hesum. Myndir: Lýsing