hósdagur 18. januar 2007síða 13
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 13 - 18. januar 2007
13
Niels Juul Joensen, ættaður úr Norðdepli, búsit
andi í Klaksvík, andaðist á Klaksvíkar sjúkrahúsi
mikudagin 17. januar, 78 ára gamal. Kistan fer úr
kapellinum leygardagin kl. 17. Jarðarferðin verður
úr Christianskirkjuni sunnudagin kl. 13.
Helge Justinussen, bókbindari, Tórshavn,
andaðist týsdagin 16. januar, 79 ára gamal.
Bønarhald verður á Landssjúkrahúskapellinum
fríggjakvøldið kl. 18. Jarðarferðin verður úr
Vesturkirkjuni leygardagin kl. 14.
Mikkjal Mørk, ættaður úr Tórshavn, and
aðist á Landssjúkrahúsinum týsdagin 16. januar,
60 ára gamal. Bønarhald verður í Landssjúkra
húskapellinum fríggjakvøldið kl. 20. Jarðarferðin
verður úr Vesturkirkjuni leygardagin kl. 12. Tey,
ið vilja minnast Mikkjal, kunna lata Herberginum
eina peningagávu; konta í peningastovnunum
Andlát og jarðarferðir
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
magnus gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
tlf 341800 fax 341801
Dagurin
19. januar. Pontianus. Úr Spoleto í Italia. Doyði umleið
ár 160 fyri trúgv sína. Gamli Knútur hertogi er eftir
julianska kalendaranum sami sum nevndur er 7. januar.
Kyndilsmessuknútur sipar til gamlar danskar veður
spádómar á hesum degi. Í Føroyum varð sagt: Sum veðrið
er kyndilsmessuknút skal tað vera kyndilsmessu út.
Kafé
Mánadagin 15. januar læt ein
nýggj kafé upp í Saltangará.
Talan er um Blikk Café. Í
hesum sambandi var almenn
móttøka í nýinnrættaðum
hølum sunnudagin 14.
januar, har nógv fólk nýttu
høvi at støkka inn á gólvið.
Tað eru Christian Høgni
Jacobsen, Brynjolvur Niel
sen, Tummas Petur Thomas
sen og Kári Streymoy sum
eiga og reka caféina, ið
heldur til í tí nú umbygda og
víðkaða húsinum, har blikk
smiðjan hjá Bjarna Hansen
og seinni eisini blómu- og
gávuhandil var í mong ár.
Harav navnið Blikk Café.
Nýggju eigararnir hava
gjørt sjálvt húsið liðugt,
men annars umbygt og bygt
víðari á tað, sum var framm
anundan, so hølini nú eru
stór og rúmsátt, samstundis
sum tey eru sera hugnalig.
Sambært
eigarunum
er endamálið við at hesi
kaféini er at nøkta ein tørv,
sum hevur verið fyri einum
slíkum staði í Runavíkar
kommunu.
Dagligur leiðari á Blikk
Caféini er Jona Michael
sen.
Blikk Café í Saltangará
Sunnudagin var almenn móttøka í kaféini
Kunngjørt verður fyri ætt og vinum,
at kæri pápi okkara
Helge Justinussen
Tórshavn
andaðist á Landssjúkrahúsinum 16. januar,
79 ára gamal.
Kistan fer úr kapellinum á Landssjúkrahúsinum
fríggjadagin kl. 18.
Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni
leygardagin kl. 14.00.
Kári, Paula, Marjun, Jens Christian og Hilda
Aksel Kastrup
diakon
andaðist sunnudagin 14. jan. í heiminum,
89 ára gamal.
Jarðarferðin verður leygardagin 20. jan.
kl. 12.00 úr Viby Kirke.
Aftaná eru øll hjartaliga vælkomin til ein kaffimunn
í heiminum á Enghavevej 2.
Anna, Ruth, Sys og Thomas
Tøkk
Hjartaliga takki eg øllum, sum gleddu
meg á føðingardegnum.
Gott nýttár.
Heilsan Essan
Eigararnir av Blikk Café í Saltangará f.v.: Brynjolvur Nielsen, Christian Høgni Jacobsen, Tummas Petur Thomassen og Kári
Streymoy
Lesið Sosialin - so eru tit við