hósdagur 18. januar 2007síða 14
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 13 - 18. januar 2007
Á ovaru myndini, sum er
tikin fyrst í 1930-unum av
Vágsbotni og umhvørvinum
har á leið, sæst fyrsta skóta
húsið hjá Skótaliði Sigmunds
Brestissonar (SSB). Talan er
um lítla húsið framman fyri
»Elisabeths Minde«
Fyrstu tíðina, eftir at
SSB var stovnað í 1926,
varð hildið til í Trappugøtu.
Í 1929 keypti felagið so
hesi húsini á Bakkahellu
fyri 1.000 krónur. SSB,
ella “gulu skótarnir” sum
teir vanliga verða nevndir,
hildu til í hesum húsunum
til 1956, tá Skótahøllin
niðan fyri Plantasjuna varð
liðugt og gjørdist karmur
um skótalívið hjá felagnum.
Tað var í 1954, at SSB fekk
grundøkið frá býráðnum til
nýtt skótahús ókeypis.
Í Vágsbotni síggjast Carls
borg og gamla goymslan
hjá Mejarínum, har sum
mong minnast at Rubek
Rubeksen arbeiddi (har sum
Bátafelagið er í dag). Eisini
eru tvey neyst, har annað varð
tikið niður tá felagið UVAK
bygdi bygningin, sum Trygd
seinni keypti. Hitt neystið
bygdi Petur C. Johannesen
(Petur í Mattalág) í 1880.
Á Bryggjubakka síggjast
húsini hjá Klett niðan við
Bringsnagøtu, síðan koma
skótahúsini. Sum sæst er
eyðkenda ”Skrúkijarnið”
ikki bygt.
Niðara myndin er tikin
í dag av sama umhvørvi í
Vágsbotni.
Mynd: Álvur Haraldsen
➔
Hjá Klett
➔
Carlsborg
➔
Skótahúsið
➔
Goymslan hjá
Mejerínum
➔
Neystið hjá
Peturi í Mattalág
Tórshavnar alfrøði:
Skótahúsið á Bakkahellu