Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-18, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. januar 2007síða 15

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 13 - 18. januar 2007 15 SAMBAND árni joensen fartekst@mail.dk – Irakararnir, sum hjálpa okkum, koma í lívsvanda, tá vit fara heimafrur. Tí eiga teir at sleppa til Danmarkar (danskir heryvirmenn í Irak) Stutt sagt Løgið deyðsfall Fríggjadagin í síðstu viku fingu foreldrini hjá tí 24 ára gamla nýsælend­ inginum Aaron Mahoney boð um, at sonur teirra var deyður í einari vanlukku í arabiska landinum Du­bai. Aaron var íðin golf­spælari og var farin á eina venjingarlegu í Dubai, men í síðstu viku varð hann brádliga tikin. Myndugleikarnir í Dubai siga, at Aaron gjørdi mótstøðu, tá ein løgreglubilur var á veg á støðina við honum. Mill­ um annað skal hann hava roynt at kvala bilføraran við tí úrsliti, at bilurin fór runt. Stoyturin var so harður, at Aaron doyði, og at ein av løg­reglu­ monnunum fekk skaða. Soleiðis ljóðar tann almenna frágreiðingin úr Dubai, men foreldrini hjá Aaron Mahoney halda ikki, at hetta er allur sann­ leikin, skrivar blaðið New Zealand Herald. Funnu diamantar Russiskir vísindamenn hava funnið fleiri dia­ mantar umleið 40 kilo­ metrar frá norska marki­ num. Science News skriv­ ar, at russar hava sent royndir av diamantunum til Suðurafrika og Bret­ lands til kanningar. Russiskir vísindamenn vænta at finna fleiri dia­ mantar á Kolanesinum, skrivar Science News. Gott úrslit Svensk-japanska fyri­tøk­ an Sony Ericson, sum ger fartelefonir, hevði 3,7 mia. krónur í avlopi í oktober-ársfjórðingi í fjør. Tað var meiri enn tvær ferðir meiri enn í juli- ársfjórðingi. Orsøkin til tað góða úrslitið var, at felagið seldi munandi fleiri fartelefonir enn frammanundan, sigur leiðsl­an. Bara í oktober árs­fjórðingi seldi Sony Ericson 10 mió. far­tele­ fonir. útlond Russiska ákæruvaldið vil sleppa til London at avhoyra útlagnar russar, sum hava fingið uppihaldsloyvi í Bretlandi. Bretar og russar leita fram­ vegis eftir tí ella teimum, sum beindu fyri fyrrverandi KGB-manninum Alexander Litvinanko. Longu stutt eftir drápið vildu bretsku myndugleikarnir vera við, at boðini um at beina fyri Litvinenko vóru komin úr Russlandi, og Scotland Yard slapp at senda menn til Moskva at gera kanningar. Nú vil russiski ríkisadvo­ katurin, Yuri Chaika, sleppa at senda sínar menn til London at gera kanningar í málinum. Sambært bretska blaðnum The Times hevur hann boðað Scotland Yard frá, at russar vilja fegnir sleppa at avhoyra nakrar útlagnar russar, sum hava fingið uppihaldsloyvi í Bret­ landi. - Tað er ikki óhugsandi, at tað vóru russiskir borgarar, sum búgva uttanlands, ið myrdu Litvinenko, sigur Yuri Chaika við blaðið. Russiska ákæruvaldið hevur ein lista við nøvnunum á umleið hundrað russum, sum búgva í Bretlandi, og fleiri teirra hava longu biðið bretsku løgregluna um vernd, skrivar The Times. Yuri Chaika vil ikki siga, um russisku myndug­ leikarnir hava illgruna til nakran ávísan persón, men sambært bretska blaðnum er eingin ivi um, at russiska ákæruvaldið hevur serligan áhuga í ríkmanninum Bor­ is Berezovsky, sum býr í London. Berezovsky hev­ ur fleiri ferðir funnist at russiska forsetanum, Vladi­ mir Putin, og ein talsmaður hansara sigur, at hann stúrir fyri at verða eitraður, sleppa russiskir agentar at avhoyra seg. Viðurskiftini millum Bret­land og Russland eru kølnað aftan á morðið á Alexander Litvinenko, og The Times væntar, at tey fara at kølna uppaftur meiri, nú russar vilja vera við, at morðið varð lagt til rættis í Bretlandi, og at teir seku halda til har. Alexander Litvinenko doyði av eitran. Kanningar vístu, at hann var vorðin eitraður við einum geiðslavirknum evni. Irakar, sum hjálpa amerikanska herinum í Irak, eiga at sleppa til USA at búseta seg Tað halda í hvussu er fleiri amerikanskir politikarar. Ein teirra er tann kendi demo­kratiski senatorurin Edward Kennedy. - Tað er grundleggjandi órættvísi, at USA ikki kenn­ ir seg hava nakra ábyrgd av teimum irakunum, sum hjálpa okkara her­monn­um, segði Edward Kenne­dy í einari hoyring í rættar­ nevndini hjá Senatinum. Árliga sleppa 50 irakar, sum hava hjálpt amerikanska herinum í Irak, til USA at búseta seg, men fleiri senatorar halda, at hetta talið er alt ov lítið. Teir vísa á, at irakararnir, sum hjálpa teimum amerikonsku hermonnunum, seta lívið í váða, og at USA tí hevur skyldu at tryggja teimum verju. Formaðurin í rættar­ nevnd­ini hjá Senatinum, demokraturin Patrick Leahy, ávarar USA ímóti at gera sama mistak sum í Vietnam, tá amerikanski herurin slepti fleiri túsund suðurvietnamesarum upp á fjall, tá amerikanararnir í skundi fóru úr Saigon í 1975. Edward Kennedy og Patrick Leahy krevja, at USA skal loyva nógv fleiri irakum at flyta til USA, tí fleiri teirra eru í lívsvanda, verða teir verandi í Irak. Eisini í Danmark Eisini í Danmark er orða­ skifti um teir irakararnar, sum hjálpa teimum donsku hermonnunum í Irak. Í dag kom fram, at nakrir av teimum donsku her­yvir­ monnunum hava biðið verju­ málaráðið loyva teimum iraksku tulkunum til Dan­ markar, tá teir donsku her­menn­inir verða tiknir úr Irak Ein av tulkunum segði við danska útvarpið, at teir eru í lívsvanda frá tí degi, Danmark tekur her­ menninar heim. Men Søren Gade, verju­ málaráðharri, vísir aftur uppskotinum um at loyva tulkunum at flyta til Dan­ markar. Útlagnir russar í Bretlandi myrdu Litvinenko Irakar seta lívið í váða við at hjálpa USA og tess sameindu Edward Kennedy