Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-18, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. januar 2007síða 16

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 13 - 18. januar 2007 tíðindi Tað gjørdust tær báðar flogternurnar frá flogvanlukkuni í Stord, sum fingu heiðurin frá Dimma­ lætting sum ársins føroyingar. Petur Jacob Sigvardsen fekk heiðurin fyri ársins mentanarbragd, Elspa Mørkøre fyri ársins ítrottarbragd og The Dreams áttu ársins fløgu ÁRSINS Rólant Waag Dam Myndir: Àlvur Haraldsen Dimmalætting hevði í gjár skipað fyri stórum til­takið, har teir skuldu av­dúka hvat lesarar teirra meta um, hvør hevur framt ársins mentanarbragd, ítrótt­ arbragd og ársins fløgu. Harnæst skuldi ein dóms­ nevnd kjósa ársins føroy­ ing. Nógv fólk var savnað í blaðhúsinum á Smyrilsvegi, og í millum avdúkingarnar kundu tey mongu uppmøttu nýta frálíka tónleikin og lætta og góða matin, sum var at fáa. Aldur ongin forðing Fyrsta ársins handanin sum var, var tá ítrottarskrivarin hjá Dimmalætting, Emil L. Jaacobsen, skuldi av­dúka hvør hevði framt ársins ítrottarbragd. Emil L. Jacobsen vísti í lítlu røðu síni á, at tey fimm til­ nevndu vóru eitt prógv um, at aldur er ongin forðing, tá tað kemur til at fremja ítrottarbrøgd. Lesararnir hjá Dimmu flestir samdir um, at unga svimjigentan úr Gøtu hevði framt ársins ítrottarbragd í Føroyum 2006. Hetta er annað árið ár rað, at lesararnir velja hana til henda heiður, og tað í sjálv­ um sær er eitt prógv um, hvussu dugnalig Elspa Mørk­øre er - Eg eri púra paff. Eg hevði slett ikki væntað hetta, so eg eri ordiliga glað fyri henda heiðurin. Eg haldi, at tað er næstan stuttligari at vinna hetta fyri aðru ferð, segði Elspa Mørkøre við Sosialin eftir hon hevði fingið heiðurin. Eru betru megin 30 Tá fyrsta handanin var fing­ in frá hondini, trein Martin Joensen á pallin, saman við Paula Magnussen og Eyðun Hansen. At teir fóru á pallin er kanska í so nógv sagt, tí pláss var bara fyri tveimum teirra á pallinum, sum var heldur lítil. Væl ljóðaðu løgini kortini. Síðani fekk tónleikaum­ mælarin hjá Dimmalætting, Jan Lamhauge, mikro­fon­ ina. Hann gleddist um, at tónleikararnir sum vóru mill­um teir tilnevndu bólk­ arnar til ársins fløgu, allir vóru betru megin tey 30, sum hann málbar seg. Jan Lamhauge greiddi frá, at tveir bólkar høvdu beinanvegin skilt seg frá hinum, men tá saman um kom, var vinnarin ungi punkbólkurin The Dreams, sum millum ann­að stóð aftanfyri størstu landa­ pláguna í fjør, Sasa Sa, Sa. Eitt siðsøguligt bragd Eftir hetta sluppu tey mongu uppmøttu at leggja oyra til framúrskarandi sang frá Rúna Brattaberg, aftur við fylgispæli frá Jó­annes Andreassen. Rúni Brattaberg stóð á gongu­ brúnni uppi yvir samkomuni og hansara orkumikla, djúpa og fantastiska rødd fylti alt blaðhúsi á Smyrilsvegi. Tá Rúni Brattaberg takk­ aði fyri seg eftir miklan lógvabrest úr salinum, var tað marknaðarleiðarin hjá Dimmalætting, Signar í Homrum, sum skuldi avdúka, hvør var útnevndur at fáa nýggjasta heiðurin hjá Dimmalætting, ársins mentanarbragd. Hesum slapp Petur Jacob Sigvardsen at taka ímóti, fyri drúgva verk hansara um torvið í Føroyum. Jógvan á Lakjuni, lands­ stýrismaður í Mentamálum, helt aftaná eina minni røðu. – Felags mentan okkara er tað, sum heldur okkum saman sum fólk, segði Jógv­ an á Lakjuni. Hann takkaði Petur Jacob Sigvaldsen fyri stórarbeiðið hann hevði gjørt, og segði seg við vissu kunna siga, at Petur Jacob Sigvaldsen hevur bjargað allari tí vitan um torv, sum finst í skrift og talu. – Hetta er eitt valaverk, sum eigur at gerast fólkaogn – eitt siðsøguligt bragd er tað, sum Petur Jacob hevur avrikað, helt Jógvan á Lakj­ uni fyri. Sjónliga rørd Frá landsstýrismanninum var farið beinleiðis víð­ari til hæddarpunktið á kvøldi­ num, tá ársins føroy­ingur skuldi avdúkast. Til at finna fram til ársins før­oying hevði Dimma sett eina dóms­nevnd mannaða av Edmund Joensen, løgtings­ formanni, Jóan Paula Joen­ sen, rektara, Heðin Mort­ en­sen, ÍSF forseta og Odd­ fríður Marner Ras­mus­sen, formanni í Listasamband Føroya. Tað var Ingi Samuelsen, blaðstjóri á Dimmalætting, Maibritt og Guðrun ársins Maibritt Magnussen og Oddmar Joensen vóru bæði rørd, tá tey tóku ímóti heiðrinum frá Dimmalætting Annað árið á rað fekk Elspa Mørkøre heiðurin fyri Ársins ítróttarbragd