Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-18, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. januar 2007síða 17

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 13 - 18. januar 2007 17 tíðindi sum handaði henda heið­ urin. Hann segði, at valið av ársins føroyingi kundi tykjast óvanligt. Avgjørt varð eftir nógvar áheitanir frá lesarunum, at gera tær báðar flogternurnar frá van­ lukkuni í Stord til ársins føroyingar. Onnur teirra, Guðrun Hervør Joensen, sála, er ikki millum okkara longur, meðan Maibritt Magnus­sen var til staðar á Dimmalætting og tók ímóti heiðrinum saman við manni Guðrunar, Oddmar Joensen. Maibritt Magnussen var sjónliga rørd og segði seg vera takksama fyri henda heiðurin, hon fekk saman við Guðrun. Oddmar Joen­ sen takkaði vegna Guðruna og segði, at hon uttan iva hevði verið errin av einum slíkum heiðri. Umboða tað besta í okkum Eftir hetta fekk løgmaður, Jóannes Eidesgaard, sum tann seinasti orðið. Hann helt fyri, at vit øll fara at minnast vanlukkudagin 10. oktober. – Í tímunum eftir van­ lukkuna hildu vit øll ondini, vónaðu og bóðu eftir, at ferðafólkið og manningin fóru at sleppa livandi úr flog­farinum, hóast ófrætta­ kendu myndirnar á sjón­ varps­skíggjanum góvu lítla vón um, at so fór at verða. – Sorgin og vónloysið legðist tung yvir land okk­ ara, tá ið vit frættu, at fýra av teimum, sum vóru við flogfarinum, ikki bóru boð í bý, og at millum teirra var Guðrun Hervør Joen­sen - Guðrun, sum eg sjálvur, eins og mong við mær, munnu minnast sum eina fyrikomandi og professionella flogternu. Sum við sínum drúgvu royndum og álitisvekjandi framferð legði starvs­fe­ løgum lag á og sum fekk okkum ferðafólk at kenna okkum so væl. – Tit umboða tað besta, sum býr í okkum menn­ iskjum – nevniliga, at tá ið á stendur, verður med­ menniskja og tað at hjálpa øðrum sett í miðdepilin og alt annað skúgvað til viks, segði løgmaður, sum endaði við at heilsa Oddmari Joen­ sen við hesum orðum: – Og til Oddmar, sum í kvøld er komin at taka ímóti heiðrinum vegna Guðruna. Føroya fólk er errið av konu tíni og mammuni at Borgari og Eigil. Takk fyri tað, hon gav okkum í virki sínum sum flogterna. Guðrun og Maibritt hava av sonnum uppiborið heitið ársins før­ oyingur, endaði Jóannes Eidesgaard, løgmaður. Punktulkingar av føroyskum klassikarum, hetta er uppskriftin handan fløguna Tazy hjá The Dreams, og uppskriftin er eftir øllum at døma røtt, tí fløgan vann heiðurin ársins fløga. Fløgan, har The Dreams geva síni boð uppá nøkur av best umtóktu løgunum á árinum, mundi vera favorittur frammanundan. Fløgan hevur selt sera væl, og fleiri løg av henni hava megnað at gjørt um seg á 15 teimum bestu. Ikki minst ársins lag í fjør, tulkingin av Georg eystan Á klassikaranum Sasa Sa, Sa. The Dreams eru uttan­lands, og tí vóru tað mamm­urnar hjá limunum, ið tóku ímóti heiðurslønini. Tær søgdu, at teirra dreingir vóru emo-punkarar og sum rættir punkarar sendu teir mammur sínar eftir heið­ urslønini. Tær vóru stolt­ar av synum sínum, ið høvdu arbeitt hart fyri hesum í venjingarhølinum. Eisini vistu tær at siga, at tá tann ordiliga fløgan kemur út, so verður hon ordiliga góð. Her vístu tær til tað, at fløgan bert hevur lániløg á sær, meðan bólkurin ar­beiðir við eini fløgu við nýskrivaðum tónleiki. Umframt heiðurin gevur heitið ársins fløga atgongd til stóra AME tiltakið í Norð­urlandahúsinum. Tazy er eisini í uppskoti til planetina fyri bestu fløgu á Planet Awards, ið verður hildið 27. januar. -nud Stoltar mammur tóku ímóti føroyingar Maibritt Magnussen var sjónliga rørd, tá hon tók ímóti heiðrinum ársins før­­oy­ingur, sum hon fekk saman við fyrrverandi starvs­felaga sínum, Guðrun Hervør Joensen, sálu. Tískil var hon eisini fámælt tá hon stóð á pallinum framman fyri fjøldini. Hon takkaði fyri og segði seg vera glaða um heiðurin. Eftir handina fingu vit orðið á Maibritt Magnusen. – Hetta er øgiliga rørandi, men tað kennist gott, síðani tað blivu vit báðar, ið fingu heiðurin, segði Maibritt Magnussen, sum heldur tað vera gott, at fólk seta prís upp á tað, sum tær báðar flogternurnar gjørdu. Fyri Maibritt hevur tað nógv at siga, at tað ikki bara varð hon sum fekk heiðurin, men eisini Guðrun Hervør Joensen. – Tað hevur stóran týdn­ing fyri meg. Eg veit at hon gjørdi sítt besta og meiri aftrat, so tað eri eg ómetaliga glað um, segði Maibritt Magnussen. Tað er ikki bara her heima, at Maibritt hevur fingið viðurkenning. VG hevði hana í uppskoti til ársins navn í Noreg, og í tí sambandi gjørdi blaðið eina samrøðu við hana, har hon segði hon ætlaði at flúgva aftur. – Nú havi eg flogið aftur. Ikki sum flogterna, men sum ferðafólk. Eg geri meg til reiðar at flúgva aftur, og helst verður tað skjótt at eg arbeiði aftur sum flogterna, segði Maibritt Magnussen, sum gleðir seg at byrja aftur. -rwd Maibritt gleðist Guðrunsa vegna Tríggjar stoltar mammur at punkarunum í The Dreams, sum sambært lesarunum hjá Dimmu áttu ársins fløgu Signar í Homrum handar Petur Jacob Sigvaldsen heiðurin fyri ársins mentanarbragd fyri verkið um torvið í Føroyum Hugnin var í hásætinum uppi á Smyrilsvegi í blaðhúsinum hjá Dimmalætting í gjár KYKMYNDIR Sí annars kykmyndir á www.portal.fo, har samrøður eru við Maibritt Magnussen, Elspu Mørkøre og mammurnar hjá punkarunum úr The Dreams.