Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-18, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. januar 2007síða 28

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 13 - 18. januar 2007 tíðindi Se & Hør í Danmark hevur funnið før­oysku Rannvá Joen­­sen, ið gjørdist kend sum helvtin av popp­ bólkinum Creamy, handan kass­an í einum Rema 1000 handli nøvn Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Blaðið skrivar søguna, um hvussu Rannvá 15 ára gomul forvann sína fyrstu millión. Men at við tveimum børnum og einum manni, ið arbeiðir sum barrvørur, ber ikki til, at ganga heima, peningur skal vinnast, og at hetta er orsøkin til, at hon nú situr við kassan í Rema 1000. Fyrrverandi poppstjørnan, ið nú eigur tvey børn, er vorðin 21 ára gomul. Í besta paparazzi stíli hevur blaðið tikið eina mynd inn gjøgnum dyrnar á Rema 1000 handl­in­ um í norðurjútsku bygdini Storvorde. Rannvá veit ikki av, at myndin verður tikin, og smílur tí heldur ikki til myndamannin. Hetta fær blaðið at skriva: – Som billedet af det tid­ ligere popidol med al tyde­ lig­hed viser, er det da hell­er ikke lutter smil, der præg­er den nu mørkhårede sang­ lærke, når hun sidder ved kasse-apparatet. Hetta er ikki fyrstu ferð, at Se & Hør gongur privat­lívinum hjá Creamy stjørnuni nakað nær. Við hesum verður søkt eftir tveimum verkfrøðingum. Einum til vegadeildina og einum til framleiðsludeildina at seta sum skjótast. Vit kunnu bjóða spennandi og áhugaverd størv, ið eru fakliga og persónliga mennandi og við góðum arbeiðsumstøðum. Verkfrøðingur til vegadeildina Arbeiðsuppgávur Uppgávur, sum tú í høvuðsheitum skal røkja, fevna eitt nú um: · Planlegging · Prosjektering · Programmeringar, forkanningar, prosjektgransking av vega-, brúgva- og tunnilsprosjektum · Eftirlit við verkætlanum · Gera ætlanir fyri ferðslutrygdartiltøk · Myndugleikaumboðan · Luttaka í norðurlendskum samstarvi innan økið Viðkomandi skal eisini kunna røkja aðrar uppgávur á stovninum, enn tær omanfyri nevndu. Førleikakrøv Vegadeildin sóknast eftir verkfrøðingi við royndum innan omanfyri nevndu arbeiðs- øki. Royndir at arbeiða við KT-forritum á brúkarastøði er ein fyrimunur. Stórur dent- ur verður lagdur á góðar persónligar egin- leikar, so sum góð samstarvsevni, at tú arbeiðir sjálvstøðugt og kann skipa títt arbeiði, er førur fyri at eggja og ganga undan, er miðvísur og kann geva títt íkast til menning av arbeiðsplássinum. Tú skal eisini vera opin fyri at starvið broytist. Verkfrøðingur til framleiðsludeildina Arbeiðsuppgávur Uppgávur, sum tú í høvuðsheitum skal røkja, fevna eitt nú um: · Yvirskipaða raksturin av skervverkunum saman við formonnunum á verkunum kring landið. · At skipa fyri viðlíkahaldi og dagføring av verkunum kring landið. · Gera kostnaðarmetingar og eftirkalkula- tiónir av asfalt- og verklagsarbeiðum. Førleikakrøv Framleiðsludeildin sóknast eftir einum fólki við útbúgving sum verkfrøðingur ella aðrari viðkomandi útbúgving. Viðkomandi skal hava áhuga at arbeiða við KT. Royndir við at arbeiða við Excell-rokniarki og Word er ein fyrimunur. Stórur dentur verður lagdur á góðar persónligar eginleikar, so sum góð samstarvsevni, at tú arbeiðir sjálvstøðugt og kann skipa títt arbeiði, er førur fyri at eggja og ganga undan, er miðvísur og kann geva títt íkast til menning av arbeiðs- plássinum. Tú skal eisini vera opin fyri at starvið broytist. Setanarviðurskifti Løn og setanartreytir annars eru sambært sáttmálanum ímillum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Umsóknir Umsóknir við prógvum og lívsgongdar- lýsing (CV) verða at senda til lv@lv.fo ella: Landsverk, Postmoga 78, FO–110 Tórshavn og skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 26. januar 2007. Merk umsóknina „Verk- frøðingur til vegadeildina“ ella „Verkfrøð- ingur til framleiðsludeildina“ og viðmerk í umsóknini, hvar tú hevur sæð starvslýsing- ina. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trú- naði. Nærri upplýsingar um starvið á vega- deildini kunnu fáast við at venda sær til Heina Eysturoy, deildarleiðara, á fartel. 540 881 ella teldupost he@lv.fo. Nærri upplýsingar um starvið á fram- leiðsludeildini kunnu fáast við at venda sær til Torkil Olsen, deildarleiðara, á fartel. 540 841 ella teldupost to@lv.fo. STARVSLÝSING Verkfrøðingar til Landsverk Landsverk er ein stovnur undir Vinnumálaráðnum, og hevur um hendi vega- og havnamyndugleikauppgávur, byggiharrauppgávur og flogvallamál. Stovnurin ráðleggur og ger ætlanir, útinnir, rekur og viðlíkaheldur landsvegir, havnir, bygningar og tyrlupallar. Landsverk, Tinghúsvegur 5, Postsmoga 78, Tórshavn, Tel 340 800, Faks 340 801, lv@lv.fo, www.landsverk.fo Landsverk, Tinghúsvegur 5, Postsmoga 78, Tórshavn, Tel 340 800, Faks 340 801, lv@lv.fo, www.landsverk.fo Arbeiðsformaður Arbeiðsuppgávur · Røkja og skipa dagliga viðlíkahaldið og vetrarhaldið av landsvegunum í Eysturoynni. · Skipa arbeiðið í sambandi við størri ábøtur og trygdartiltøk. Viðkomnadi skal eisini kunna røkja aðrar uppgávur á stovninum, enn tær omanfyri nevndu. Førleikakrøv Umsøkjarar skulu hava útbúgving sum handverkari og royndir innan økið. Stórur dentur verður lagdur á góð samstarvsevnir og at viðkom­ andi dugir at leiða og fyriskipa. Tað er somuleiðis ein fyrimunur at hava tað stóra koyrikortið. Setnarviðurskifti Løn og setnartreytir annars verða millum Fíggjarmálaráðið og avvarð­ andi yrkisfelag. Starvið er fastlønt. Umsóknir Umsóknir við upplýsingum um út­ búgving og royndir verða at senda til lv@lv.fo ella Landsverk, Postsmoga 78, 110 Tórshavn og skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 26. januar 2007. Merk umsóknina „Formaður til vega­ deildina“ og viðmerk í umsóknini, hvar tú hevur sæð starvslýsingina. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Árna Jacobsen, økisleiðara, á fartel. 540 920 ella telduposti arnijac@lv.fo. Landsverk er ein stovnur undir Vinnumálaráðnum, og hevur um hendi vega- og havnamyndugleika- uppgávur og byggiharrauppgávur. Stovnurin ráðleggur og ger ætlanir, útinnir, rekur og viðlíkaheldur landsvegir, havnir, bygningar og flogvallamál, herundir tyrlupallar. STARVSLÝSING Við hesum verður søkt eftir dugnaligum og álítandi arbeiðsformanni til vegaumsitingina hjá okkum í Eysturoynni at byrja skjótast gjørligt. Rannvá Joensen situr við kassan í Rema 1000 Rannvá Joensen,vinstru megin, gjørdist super­ stjørna um alt danska ríkið í duettini Creamy