Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-18, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. januar 2007síða 29

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 13 - 18. januar 2007 29 tíðindi ítróttur SAMBAND JÁKUP MØRK JAKUP@sosialurin.fo tlf 341800 Bólkur C: Heimavøllurin skal bera Týskland Týskland hevur framt eitt ættarliðsskifti á hondbólts­lands­ liðnum, og nú skulu ungu leikararnir royna at fáa eitt gott úrslit, tá teir hýsa HM í Týsklandi HONDBÓLTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Týskland hevur í nógv ár verið ein av heimsins størstu hondbóltstjóðum, men eftir silvurheiðursmerkið í OL 2004 hevur ikki gingið heilt eftir vild. Nú hava teir aftur møguleikan at fáa eitt gott úrslit, tá teir sjálvir hýsa HM-endaspælinum. Teir hava fingið eitt gott lutakast, har teir eru endaðir í bólki saman við Póllandi, Brasilia og Argentina. Verjan skal vísa vegin Týskland hevur verið við í øllum HM-endaspølunum í manshondbólti higartil. Undan samanleggingini var landið altíð umboðað antin av Vesturtýsklandi ella av Eysturtýsklandi, og síðani Týskland bleiv ein sameind tjóð hevur landið tikið lut í hvøjrum HM-endaspæli. Úrslitini hava eisini verið avbera góð, men síðani silvurheiðursmerkið í OL í 2004 hevur gingið niður á bakka. Venjarin við tí kenda yvirskegginum, Heiner Brand, valdi tá at fremja eitt ætt­ar­liðsskifti, og ungu leikar­arnir hava havt brúk fyri tíð at gerast klárir til stóru endaspølini. Nú tykjast ungu leikarar­ nir meir klárir enn nakran­ tíð, og heimavøllurin fer óivað at hjálpa teimum í teirra royndum at røkka heið­ursmerkjaplássi. Pólland kann hótta Týskland Pólland er liðið, sum eft­ ir øllum at døma fer at geva Týsklandi størstu mót­ støðuna. Teir máttu út í ein play-off dyst fyri at røkka HM-endaspælinum, og her vunnu teir á Grikkalandi. Serliga á heimavølli vísti verjan spæl í heimsflokki, og tað verður eisini verjan og málverjin, sum skulu hjálpa póllendingum á teirra vegi til millumspælið. Pólland hevur eitt gott lið við nógvum góðum leikar­ um, sum dagliga spæla í týsku bundesliguni. Serliga tveir leikarar hava stóran týdning á landsliðnum. Teir eru málverjin, Slavomir Szmal, og høgri bakkurin, Marcin Lijewski. Suðuramerikanskur íblástur Tey bæði síðstu liðini í bólkinum eru bæði frá Suðuramerika. Her er talan um Brasilia og Argentina. Hóast hesi bæði londini ikki hava tað heilt stóra at vísa á í HM-høpi, so hava tey fleiri serstakliga góð úrslit at vísa á. Serliga Argentina fekk eitt gott úrslit í HM í 2003. Tá byrjaðu teir við at vinna á Kroatia og spæla javnt ímóti Russlandi, men eftir hetta steðgaði upp. Slík úrslit vísa tó, at londini úr Suðuramerika ikki eru til at spæla við. Heimsmeistararnir úr Spania skuldu ikki fingið stórvegis trupulleikar við at spælt seg víðari úr hesum bólkinum. Meir spennandi verður at fylgja gongdini hjá Egyptalandi og Kekkia, sum hava tvey spennandi lið HONDBÓLTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Bólkur D inniheldur trý sera spennandi lið, har heimsmeistararnir úr Spania eru størstu favorittarnir. Teir fara helst at vinna bólk­ in, men teir skulu møta tveimum spennandi liðum á vegnum. Her er talan um Egyptaland, sum fyrr hevur fingið góð úrslit í HM, og eitt av gomlu stórveldunum í hondbólti, Kekkia, sum tykist vera vakna úr dvala eftir fleiri sera løk ár í mans­ hondbólti. Síðsta liðið í bólk­inum er Qatar. Spania er ein av favorittunum Spania hevur verið væl­ signað við nógvum fram úr góðum hondbóltsspælarum, men tað hevur gingið striltið hjá teimum at fáa nakað burtur úr góðu evnunum. Trupulleikin hevur ver­ ið at fingið leikararnar frá teimum trimum stóru liðunum í Spania, Portland San Antonio, FC Barcelona og Ciudad Real, at leika saman, tí rivaliseringin millum liðini hevur verið so stór. Núverandi venjarin, Juan Carlos Pastor, hevur tó fingið spælararnar at leika sum eitt lið, og úrslitið var eitt gullheiðursmerki til seinasta HM. Nú er spurningurin, um Spania, við Iker Romero á odda, megnar at endurvinna meistaraheitið. Zaki skal fáa gongd á Egyptaland er eitt av spenn­ andi liðunum, sum er enda í bólki saman við heims­ meistarunum. Teir hava fyrr fingið sera góð úrslit í HM- høpi, og í 2001 vóru teir sera tætt við at gerast fyrsta landið uttanfyri Evropa, sum fekk heiðursmerki í einum HM-endaspæli. Hetta árið bleiv ein nýggj stjørna fødd. Navnið var Hussein Ali Zaki, og hann er enn ein av berandi kreftunum á egyptiska lið­ num. Hann hevur tó havt stórar trupulleikar við at fáa sítt egna spæl at rigga síaðni 2001, men fær hann gongd á, so er hann ikki til at steðga. Hann er eisini maðurin, sum egyptar leggja sínar vónir á. Kekkia vakna úr dvala Triðja liðið, sum hevur ein erligan møguleika at røkka millumspælið, er Kekkia. Fyrrverandi stórveldið í manshondbólti hevur mest sum ligið í dvala í nógv ár, men nú tykjast teir aftur vera á rættari leið. Stóra stjørnan hjá Kekkia er høgri vongurin, Jan Filip, og hann er ein av teimum, sum skal bera Kekkia fram í HM. Síðsta liðið í bólkinum er Qatar, sum ikki verður mett at hava nakran møguleika ímóti hinum londunum í bólkinum. Bólkur D: Spania skal verja HM-heitið Bólkur C: Týskland Pólland Brasilia Argentina Bólkur D: Spania Egyptaland Kekkia Qatar Royndi málverjin, Henning Fritz, verður ein av berandi kreftunum á týska liðnum, sum skal royna at fáa Iker Romero var stóra stjørnan, tá Spania vann HM í 2005. Nú skal hann royna at føra Spania fram til enn eitt meistaraheitið.