Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-18, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. januar 2007síða 30

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 13 - 18. januar 2007 tíðindi Suðuroyingar yvirtaka Manhattan Fríggjakvøldið og leygarkvøldið kunnu fólk syngja við í Manhattan, tá væl umtóktu Eyðun og Neil framføra Tìðindaskriv Teir plaga at fáa lív í staðið, suðuroyingarnir báðir. Og um vikuskiftið gera teir enn eina roynd. Bæði fríggjakvøldið og leygarkvøldið spæla Eyðun og Neil nevniliga í Manhattan. Tey, ið ynskja sukursøt kærleiksløg, mugu sostatt fara onkra aðrastaðni, tí tað plagar at vera plúmm í, tá Neil við kassagittaranum og Eyðun við tí høgu røddini undirhalda. Og skráin plagar eisini at vera rættiliga umfevnandi. Alt frá góðum gomlum enskum slagarum til tryggar veitslusangir úr Grønu Sangbók. Nýskrivaður føroyskur tónleikur í REX Um vikuskiftið verða bæði útgávukonsert og smaksroynd av einari enn ikki lidnari útgávu at hoyra í Rex, tá Krisleif Zachariassen og Eager 2 Please fara at spæla. Tíðindaskriv Bæði fríggjakvøldið og leygarkvøldið verð­ ur livandi tónleikur í dansistaðnum Rex. Kristleif Zachariasen leggur út frígg­ja­ kvøld­ið frá kl. 21 til 23, og kvøldið eft­ir spælir føroyski rokkbólkurin Eager 2 Please. Bæði kvøldini fáa áhoyrarar sostatt møguleika at hoyra nýtt tilfar. Kristleif Zach­ar­ ia­sen er fløguaktuellur, meðan Eag­er 2 Please fer at geva eina smak­s­roynd av tí, sum føroyski rokk­bólk­ur­in væntandi gevur út seinni í ár. Eager 2 Please hevur annars sein­astu mánaðirnar tikið sær stund­ir til at upptaka sína fyrs­tu fløgu. Upptøkurnar, sum bólkurin ger saman við ljóðmanninum og fram­ leið­ar­an­um Jón Mc­Birn­ ie, sigast at vera komnar væl áleiðis. Tey, ið annars ikki hava møguleikan at hoyra Kristleif Zach­ar­ i­a­sen fríggjakvøldið í Rex, fáa enn ein tjans sein­­ni um kvøldið. Tru­­ba­d­u­r­ur­in við eyð­ken­da fullskegginum held­ ur nevniliga fram und­ir­hal­ da niðrir í Café Nat­úr, tá hann einaferð er liðug­ur at spæla í Rex og hev­ur latið skansan yvir til plátu­vend­ar­ an DJ Ottar. Deja Vu í Café Natúr Deja Vu fer aftur á pall í Havn hetta vikuskiftið. Bólkurin, ið er í uppskotið til heiðurslønina sum besti bólkur á Planet Awards, leggur fyri í kvøld. Sveimandi rokktónarnir hjá GBOB vinnaranum hava givið bólkinum fjepparar um allar Føroyar, og eisini uttanlands tykist áhugin at vera vaksandi fyri Deja Vu. Á GBOB finaluni í London fekk bólkurin nýggjar fjepparar úr m.a. Hvíta Russlandi og úr Danmark. Fløgan A Place To Stand On hevur vakt áhugan fyri Deja Vu hjá nógvum fólki. M.a. var Jesper Binzer úr D:A:D bergtikin av tónleikinum hjá bólkinum, tá hann vitjaði í Føroyum á Planet Awards í fjør. Deja Vu spælir í Café Natúr í kvøld, hóskvøldið og leygarkvøldið. Fríggjakvøldið er tað Kristleif Zachariassen, ið undirheldur á Café Natúr. Kristleif hevur júst givið fløguna On The Road út, og verður ivaleyst høvi at hoyra tónleik av henni hetta kvøldið. nud Eager 2 Please hava seinastu tíðina arbeitt við fyrstu fløguni hjá bólkinum, leygarkvøldið fáa vit smakksroynd av henni mynd: nud Eyðun Ásason og Neil Joensen borga altíð fyri einum festligum kvøldi Rætting til grein á s.2 í Sosialinum mikudagin 17. januar Í Sosialinum í gjár­ kvøldið vóru nøkur av nøvn­unum, ið spæla á Plan­et Awards avdúkaði. Av misgáum var eitt navn komið skeivt fy­ri, The Dreams fáa tí­an­ver­ ri ikki lutttikið. Tað er rætt at sum skriva er, at 200 og Páll Finnur Páll spæla, men hóast bæði fyrireikarar og The Dreams høvdu ynskt, at bólkurin kom á pall hetta kvøldið, er bólk­ ur­in frammanundan upp­tik­in við onkrum øðr­um. Ein misskiljing mill­um blaðmannin og fyri­skip­ar­ar­nar hevur tó havt við sær, at bólkurin er nevndur í greinini Hetta biðja vit lesaran um at umbera okkum. Men samstundis kunnu vit gleða tykkum við, at 200, Páll Finnur Páll og Bryan Rice umframt fleiri onnur spennandi nøvn fara á pall. nud Deja Vu eru millum uppskotini til besta bólk á Planet Awards, hetta vikuskiftið spæla teir í Café Natúr mynd: nud