hósdagur 18. januar 2007síða 31
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 13 - 18. januar 2007
31
tíðindi
Hósdagin 11.
januar 2007 eru
fimm ár liðin síðani
Guantánamo-
fangalegan á Kuba
varð tikin í brúk.
Amnesty heitir í
hesum sambandi
á fólk um at senda
heilsanir til fang
arnar, sum kunnu
birta nýggja vón og
eisini gera myndug
leikarnar varugar
við, at áhugi er fyri
fangunum og fyri
at mannarættindi
verða vird
AMNESTY
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Síðani 2002 hava tilsam
ans 775 fangar verið aftur
hildnir á Guantánamo.
Í løtuni sita umleið 430
fangar úr 35 ymiskum
londum í fangaleguni utt
an ákæru ell a dóm.
Amnesty International
arbeiðir fyri at fangarnir á
Guantánamo verða settir
fyri ein vanligan dómstól
samsvarandi øll um altjóða
standardum, uttan at deyða
dómur verður nýttur.
– Um hetta ikki verður
gjørt eiga teir at verða
leyslatnir beinanvegin, sig
ur Amnesty.
Tí heitir Amnesty á
fólk um at senda nýggj
ársheilsanir til fangarnar.
Heilsanirnar kunnu birta
nýggja vón og eisini
gera
myndugleikarnar
varugar við, at áhugi er
fyri fangunum og fyri at
mannarættindi verða vird
– eisini á Guantánamo.
Fimm fangar hava fingið
loyvi at fáa post uttanífrá
og Amnesty heitir í hesum
sambandi á fólk um at
senda stuðulsheilsanir til
fangarnar.
– Heilsanirnar kunna
birta nýggja vón í einari
svárari tíð og somuleiðis
gera myndugleikarnar var
ugar við altjóða áhugan
fyri
fangunum,
sigur
felagsskapurin.
Menninir, hvørs søga
verður søgd á heimasíðuni
hjá Amnesty og prentað
her í blaðnum í vikuni,
hava brúk fyri tínum
stuðli. Amnesty heitir á
fólk um at senda teimum
eina heilsu – eina áminn
ing um, at teir ikki eru
gloymdir.
Fimm ár á
Guantánamo
Týdningarmikið at hava í huga, tá kort verða send:
•
Send einfaldar heilsanir, helst á upprunamálinum ella á enskum.
•
Send ikki politiskar ella átrúnaðarligar heilsanir – einfaldar heilsanir, sum bera
boð um samkenslu eru nóg mikið.
•
Send kort uttan trúarligar ella jólaligar myndir.
•
Nýt ikki Amnesty kort og nevn ikki Amnesty International.
•
Bið ikki um aftursvar, men skriva navn og bústað á postkortið. So kann
viðkomandi avgera um hann svarar tínum brævi.
•
Merk brævbjálvan ”Airmail” og set eitt 10 kr. frímerki á.
•
Seinasta freist at senda kort er 28. februar 2007.
Vinarliga send Amnesty eitt avrit, um tú fært nakað svar.
Um tú ynskir at senda
eina heilsan til
Sami al-Hajj:
Skriva til:
Sami al-Hajj
ISN 345Camp Delta
PO Box 160
WashingtonDC 20053
USA
Sami al-Hajj er
bukaður, er hildin
vakin í fleiri sam
døgur, báðar knæ
skálirnar eru knústar
og hann hevur
somuleiðis verið fyri
kynsligum yvirgangi
Sami al- Hajj er 35 ára gamal
og sudannesiskur ríkis
borgari. Hann starvaðist á
arabisku sjónvarpsstøðini
al- Jazeera, tá hann varð
handtikin.
Sami
al- Hajj
fór
í
desember 2001 úr Pakistan
til Afghanistan í arbeiðs
ørindum fyri Al- Jazeera,
í sambandi við at nýggja
stjórnin í Afganistan fór til
verka. Men áðrenn hann
og starvsfelagarnir komu til
markið steðgaði pakistanska
løgreglan
teimum,
har
Sami - sum tann einasti -
varð handtikin. Hann varð
fongslaður í Pakistan og
7. januar 2002 var hann
latin amerikanarunum og
fongslaður í Afganistan.
Í juni 2002 var Sami
fluttur á Guantánamo. CIA
hevur all a tíðina roynt at
fingið Sami at viðgingið, at
har er samband mill um Al-
Jazeera og al- Qaeda.
Sami er píndur ógvusliga
bæði áðrenn, undir og eftir
avhoyringarnar. Hann er
bukaður, er hildin vakin í
fleiri samdøgur, báðar knæ
skálirnar eru knústar og
hann hevur somuleiðis verið
fyri kynsligum yvirgangi.
Sami hevur í longri tíð ver
ið í hungursverkfall i við tí
endamáli at bøta um við
urskiftini, harímill um at fáa
atgongd til læknahjálp og
heilivág. Hann hevur fleiri
ferðir roynt at tikið lívið
av sær. Amnesty óttast, at
hetta fer at eydnast honum
áðrenn hann fær eitt rættvíst
rættarmál.
Vit endurgeva her søguna um Sami al-Hajj, sum stendur at lesa á www.amnesty.fo
Sami al-Hajj