Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-18, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. januar 2007síða 40

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

40 Nr. 13 - 18. januar 2007 tíðindi - Tað er so ótrúliga nógv sum ein kann gera burtur úr føroyskum mati. Í dag er nógv at tí at meta sum reinar delikatessur, sigur Jákup Ziskason í Klaksvík. Í meiri enn 40 ár hevur hann glett matglaðar føroyingar við borðreiðingum sínum. Í morgin skipar hann sjálvur fyri egnari móttøku Kokkur Orð & myndir: Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Klaksvík: - Dugir tú at gera sós?! Vanligt er, at tað er tíð­ indafólkið sum setur spurn­ ingarnar, meðan onnur svara teimum. Tá talan er um roynda kokkin og matgerðaran Ják­up Ziskason í Klaksvík er øðrvísi. Hann vil fyrst hava greiðu á hes­um týdn­ ingarmikla spurn­inginum. Jú, blaðmaðurin dugir at gera sós. OK, - so kann samrøðan byrja við Jákup, sum hevur gjørt mat í sam­ full 40 ár. Hann hevur eisini undirvíst á Kokka­skúlanum í mong ár, og her hittu vit hann fyrrapartin í gjár. Hetta ætlar hann nú at markera við eini móttøku – sum hann altso skipar fyri sjálvur – í Skálanum seinnapartin fríggjadagin. Her fáa tey vitjandi møgu­ leika at royna ymiskan før­ oyskan mat, og sum Jákup og konan Hergerð eru vorð­ in so kend fyri. Tey hava hesi árini skipað fyri mongum ymiskum sam­ komum og veitslum fyri stórum tali av fólki. - Ein dagin skipaðu vit fyri tveimum veitslum við íalt 1500 fólkum, greiðir Jákup frá. Fyrst var ein ábyrgd­ara­ fundur í Norðoya Sparikassa við 1200 fólkum og seinni var ein onnur samkoma við eini 300 fólkum. Eingin ivi er um, at Ják­up dugir sítt fak. Tað fara fólk eisini at staðfesta seinna­ partin í morgin! Stuttligt at undirvísa Tað er ein øgilig stákan her í køkinum á Kokkaskúlanum í Klaksvíkar. Næmingarnir eru allir upptiknir við ymiskum av tí vanliga, sum fer fram í køkinum – ein ger frika­ dellur, ein sker grønmeti, ein ger deiggj til smákakur og ein ansar eftir at eplini ikki kóka yvir. Mitt í rokinum stendur tann 64 ára gamli Jákup Ziskason. Hann er annar av lærarum teirra, og í morgun eru tveir ymiskir rættir á skránni. Nakrir av næmingunum hava longu steikt nakrar medistarpylsur, men nú eiga fiskafrikadellurnar tørn­ið til steiking. Í dag eru hesir báðir rættirnir á skránni. Hesir ungu og tilkomnu næmingarnir eru øll komin higar fyri at læra eitt sindur meiri um matgerð. Og tey hava verið heppin at hava tveir so góðar mans sum Jákup og Edvard Olsen sum undirvísarar. - Eg haldi at tað er sera stuttligt at undirvísa hesum ungu. Tey eru skjót og áhug­að í tí, tey læra, sigur Jákup. Kokkaskúlin er so líð­ andi vorðin so mikið væl umtóktur millum menn og kvinnur, at tað er bíðilisti at sleppa inn á hvørjum ári. Tað skuldi hinvegin verið besta prógvið um góðu undirvísararnar! Forkelaður Jákup Ziskason byrjaði í síni tíð at læra til kokk av teirri einfaldu orsøk, at hann altíð hevur havt áhuga fyri mati og matgerð. Orsøkirnar til hetta kunnu vera so mangar, men sum Jákup sjálvur sigur tað: - Eg var yngstur av níggju systkjum, harav sjey teirra vóru systrar. - So tú kanst ætla at eg varð sikkurt eitt sindur for­ kelaður, og fekk onkutíð drekka á songina, sigur Jákup við einum brosi. Hann byrjaði tó ikki bein­anvegin at gera mat, men fór fyrst í læru á eini skrivstovu, áðrenn hann fór til Keypmannahavnar at læra til kokk á Grand Hotel. Her stóð hann við læru­ prógvinum í hondini ein dag í 1964, og var klárur at fara undir lívsverk sítt sum kokkur. - Síðani tá havi eg bara gjørt sós, sigur Jákup, sum fyrrapartin í gjár var í starvi sínum sum lær­ari á Kokkaskúlanum í heim­ býnum. Meistarin Hesi 40 árini Jákup og konan Hergerð staðið fyri matinum á mangari veitslu, bæði smærri og stórum veitsl­um. – Ja, gloym ikki at skriva, at hon altíð hevur mær ein góður stuðul. Uttan hana vóru vit ikki komin so langt. - Vit hava supplerað hvørt annað ótrúliga væl, sig­ur hann. Ein næmingur á Kokka­ skúlanum brýtur okkum av í samrøðuni. Viðkomandi ” Hugsa bara um skerpikjøtið, hvussu væl tað smakkar og hvussu vakurt tað er. Tað er næstan sum konfekt ” So tú kanst ætla at eg varð sikkurt eitt sindur for­ kelaður, og fekk onkutíð drekka á songina Skerpikjøt er sum besta Teir ungu kokkanæmingarnir hava nógv at práta um. Matur og matgerð liggur teimum fremst í huga - Eg havi altíð havt áhuga fyri mati, sigur Jákup Ziskason, sum her undirvísir einum næmingi í, hvussu ein sker grønmeti