Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-18, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. januar 2007síða 41

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 13 - 18. januar 2007 41 tíðindi - Jákup dugir væl at undirvísa, og hann er sera festligur, siga kokkanæmingarnir Asta úr Klaksvík og Alberta av Glyvrum. Kokkar Snorri Brend Klaksvík: Tær báðar hava altíð havt áhuga fyri mati. Asta sjálv var á húsar­haldsskúla áðrenn hon nú fór á kokkaskúlan, og fekk tá ein forsmakk uppá, hvat matgerð er. - Eg havi verið tveir túrar við Næraberg. Og tá royndi eg at vera so nógv sum eg kundi í galluni, sigur Asta við einum brosi. Alberta var í iva, hvørt hon skuldi gerast lærari ella kokkur. Hon royndi seg sum føroyskan lærara í Kenya í tríggjar mánaðir og er nú á kokkaskúlanum í Klaks­ vík. - Her er gott at vera, sigur hon. Tær hava nú bert verið á skúlanum í tvær vikur, og hava higartil lært um reinføri og nakað um mat­gerð, sjálvandi. Í gjáramorgunin vóru fiska­frika­ dellur og medist­arpylsur á skránni og seinna­partin skuldu tær baka. - Vit vita ikki enn, hvat vit fara at baka. Tað kann verða kaka, bollar ella kanska breyð. - Vit fáa at síggja, siga tær báðar við ein munn. Tær báðar Asta Højgaard úr Klaksvík (vinstrumegin) og Alberta M. Gaardlykke av Glyvrum dáma væl at kokkast, eisini tá fiskafrikadellur standa á matskránni konfekt Í lýsing í Sosialinum í gjár boða hjúnini bæði frá, at tey ætla at skipa eina móttøku í Skálanum í Klaksvík ímorgin. Jákup hugsaði sum so, at hann hevur ikki lýst nakað serligt við tí, sum hann hevur latið úr hondum hesi seinastu 40 árini. Tey sum kortini hava verið í veitslum, har hann hevur gjørt matin, kunnu tó bara staðfesta, at her hevur køn hond verið aftanfyri í øllum. Nú móttøkan verður, er ætlanin at vísa fram nakað av tí, sum kann fáast til vega, tá samkomur og veitsl­ ur skulu haldast. - Nei, tú fært meg ikki at siga, hvat eg fari at borðreiða við. - Men eg kann siga so mikið sum at tað verður ein góð blanding av øllum tí, sum vit hava borðreitt við hesi 40 árini, sigur Jákup. Hann hevur altíð lagt ser­ligan dent á føroyska rávøru – skerpikjøt, turra grind, fisk, skip og mangt annað. Tí, sum hann sigur: - Tað sum fyrr var mett sum fótatraðk er í dag at meta sum ein delikatessa. - Hugsa bara um skerpi­ kjøtið, hvussu væl tað smakkar og hvussu vakurt tað er. Tað er næstan sum konfekt! Fyrstu ferð hann royndi seg við matgerð til eina veitslu var á kyndilsmessu í 1966. So her er talan um ein royndan mann innan mat­gerð. Tí er helst lítil ivi um, at nógv fólk fer at koma til móttøkuna seinnapartin í morgin. spyr um okkurt í samband við baking av bollum. - Eg komi beinanvegin. Eg skal líka tosa við henda tíðindamannin fyrst. Men sig mær frá, tá tit hava koyrt øll eggini í! Tað er týðiligt, at Jákup hevur skil á og dugir at fara við næmingum sínum - hesum ungu kokka-spíru­ num. Hesir ungu næmingarnir fara kanska ein dag at gerast kokkar umborð á skipum, matstovum, hotellum – ella kanska halda fram eftir sama leisti sum meistari teirra. Hann undirvísir her á skúla­num ávísar dagar í viku, og líkt er til, at næm­ ingunum dámar væl henda tilkomna og roynda undir­ vísarin. Ungir kokkar Kokkurin má vera góður, og helst eisini duga at lívga um teir svongu, m.a. við smákøkum Góð blanding