fríggjadagur 19. januar 2007síða 8
‹ fyrra síða allar 136 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 14 • 19. - 21. januar 2007
Vikuskifti
8
“A great civilization is not conquered
from without until
it has destroyed itself from within.”
W. Durant frá filminum.
Mel Gibson hevur seinastu
árini gjørt nógv um seg sum
leikstjóri. Nógv kjak var um
filmin um Jesu líðing, ið varð
hildin at vera bíbliufundament
alistiskur. Við filminum Apoca
lypto hevur gamli Mad Max
leikarin sameint harðligar
figurar frá Mad Max filminum,
harðskapin og hetjusøgurnar
í Braveheart við blóðugta The
Passion of the Christ. Apocaly
pto er óvanliga brutalur. Einum
so ráu filmi, við einari so harð
ligari og ræðuligari søgu skal
man leita leingi eftir.
Søgan er áhugaverd, og
hon er um stóra Mayaríkið.
Hetta ríkið, ið breidd i seg frá
Meksiko, Guatemala, Belize,
Honduras og El Salvador.
Hetta er tíðin, tá Mayaríkið
er um at týna seg sjálvt í
1500 talinum, júst áðrenn
spaniumenn koma har um leið
ir og týndu fólkini.
Vit koma at síggja Mayaríkið
gjøgnum eyguni á unga veiðu
manninum Paw, ið upplivir at
Mayafólkini koma til hansara
fólk, Holcane fólkini, og drepa
tey flestu, restina taka hesir
við sær, tí hesi skulu ofrast
til gudarnar ella seljast sum
slavir.
Ungu mennirnir skulu
blíðka sólgudin. Teir skulu
lata lív. Saman við fleiri
hundað øðrum kemur Paw
til stóra tempulbýin, har alt
flýtur í blóði. Høvdini rulla og
høvuðleys lík flóta í gøtunum.
Harðskapurin og yvirgangurin
og valdsgerðirnar eru ræðu
ligar í filminum. Hann er yvir
høvur ikk i fyri fólk við sartum
nervum.
Beint áðrenn bøðilin skuldi
stinga Paw og skræða bank
andi hjarta úr bróstinum, kom
ein sólarmyrking, so hálsvødd
arnir hjá Paw vóru spardir og
ikk i sprongdir sum hjá øllum
hinum. Hann og nakrir aðrir
fangar fáa loyvi at rýma, um
teir megna at renna undan
pílunum og spjótunum hjá ráu
mayahermonnunum. Her endar
filmurin eina løtu sum ein sena
úr filmum sum Gladiator ella
Troy.
Allir doyggja uttan Paw,
hann er særdur, men endar við
at drepa sonin hjá leiðarinum,
so at hesin setur eftir honum
at jagstra hann gjøgnum frum
skógin. Heima hevur unnusta
hansara, ið er við barn, fjalt
seg í einum helli. Har liggur
hon saman við soninum og er
um at drukna og doyggja av
svongd.
Hetta er ein spennandi film
ur. Apocalypto er ikk i sum so
um Mayaríkið, men hevur hesa
søguna sum bakstøði. Hon er
um ein ungan veiðumann, ið
er sera kvikur, sterkur og ikk i
ivast eina løtu um hann skal
drepa ella ikk i.
Undir longu senuni, har
mayahermenninir renna eftir
honum, kom eg at hugsa um
filmin First Blood, at eisini Sgt.
John Rambo, var ein friðarligur
maður, men hann varð píndur
og eymíktur, so at hann at
enda vísir sína sonnu styrki.
Við eitt er tað ikk i Paw, ið er
hin jagstraði, men hinir, ið
hann avlívar og pínur ein eftir
ein, men mark er fyri hvat ein
maur megnar tó.
Stórfilmur eftir Gibson
Hesin filmurin er fulkominliga
hugtakandi og spennandi
allan vegin. Frá fyrstu sen
uni, ið er um ein tapir, ið
veiðumennirnir drepa. Longu
her er stemningurin skaptur.
Blóðið flytur, fólk verða týnd
og við eitt koma spaniumenn.
Um mayafólkini ikk i doyðu
av sjúkum og teirra egna
harðskapi, so skuldu spani
umenn syrgja fyri at restin doyi
av sjúkum og fyri teirra svørð.
Tað eru nógv sum halda, at
Gibson vil brúka hesa søguna
um eitt stórríkið, ið drap seg
sjálvt, sum eina líkning um
USA í dag, men hetta er ikk i so
týðuligt fyri meg, sum tað er
fyri onnur. 1000 ára ríkið, Maja
ríkið skuldi fella, líkasum nogv
droyma um at USA skal fella.
Gibson er ein originalur
Tað skal eingin ivi vera um, at
Mel Gibson er ein originalur.
Ein eksentriskur persónur, ið
ger tær svakastu søgurnar í
dag innan undirhaldandi filmin.
Hann hevur av sonnum
skift spor frá Mad max og
Lethal Weapon. Við eitt fór
hann at gera stórfilmar sum
hin nógv elskaða Braveheart,
ið gav honum fimm Oscars
virðislønir. Seinni kom so hin
sera kontroversielli filmurin
The Passion of the Christ. Við
Apocalypto hevur hann gjørt
ein av sínum bestu filmum, ið
veruliga kom at skriva hann
inní filmsøguna sum ein stórur
leikstjóri innan undirhalds film
in.
Dalia Hernandez
Gerardo Taracena
Rudy Youngblood
Mayra Serbulo
Raoul Trujillo
Leikstjóri Mel Goibson. Frumframsýndur í Havnar Bio
fríggjadagin 19. januar klokk an 20.30 og 23.30. 2 tímar og
19 minuttir. Aldursmark 15 ár.
Fakta um Apocalypto
Filmurin
Apocalypto - undirgangurin
- Ein áhugaverdur filmur um Majaríkið
Ummæli
Kim Simonsen
kimsimonsen@hotmail.com