Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-19, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. januar 2007síða 8

‹ fyrra síða allar 136 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 14 - 19. januar 2007 tíðindi Rúsevnir eru mill­um ung og tað í ó­luk­ku­ m­át, sigur Sjúrð­ur Johannesen, fyri­byrg­ ing­ar­leið­ari. Hann sam­skift­ir nógv við ung, og undir fýra eyg­ um fær hann nógv at vita frá teimum ungu. Tí kemur tað ikk i ó­vart á hann, at ein 20 ára gamal maður er dømdur í einum stór­ um rúsevnismáli í vik­uni RÚSEVNI Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Sjúrður Johannesen hev­ur í mong ár arbeitt í barn­ a­vern­d­ini hjá Tórs­havn­ ar Kommunu. Hann er sos­i­al­ ráð­gevi og arbeiðir í dag sum fyri­byrg­ing­ar­leið­ari hjá Bláakrossi. Hann metir tað vera sera álvarsamt, nú ein 20 ára gam­al maður er dømdur fyri at hava tikið ímóti og selt nærum 400 tablettir av ec­sta­sy og 100 gramm av am­feta­min. – Tað álvarsama eg ser­ liga síggi í tí er, at tað eru ung fólk, sum hesin hevur fóð­rað, og tí er tað gott at hann nú er tikin, sigur Sjúrð­ur Johannesen. Hann hevur í mong ár ar­beitt tætt saman við børn­ um og ungum. Hann sam­ skift­ir nógv við ung, og und­ir fýra eygum fær hann nógv at vita. Tí er hann ikki bils­in, nú ein er tikin og dømd­ur. – Tað hevur verið vænt­an­ di, at onkur bleiv tikin nú. Eg tosi nógv við ung, og eg havi vitað tað leingi, at nógv rúsevni eru í løtuni, sig­ur hann. Fyrr í vikuni var ein 20 ára gamal maður dømdur hálvtannað árs treytaleyst fong­ sul, fyri at hava tikið í­mó­ti næstan 400 ec­sta­sy-tablettum og 100 gramm av amfetamin. Í kja­la­ vør­rin­um av tí hevur sjúk­ra­røk­tar­frøð­ing­ ur á Heilbrigdinum sagt, at ung niður í skúlaaldur royna ec­sta­sy, men læknaligi leið­ar­in á psykiatriska dep­lin­um sigur, at mis­nýts­lu­mynst­rið er óbroytt RÚSEVNI Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Stóra ecstasymálið hev­ur fylgt nógv í hinum mið­lu­ num, og her verður tikið sam­an um í málinum. Leygardagin í næsta síð­stu vikum skrivaði Por­tal­ur­in, at ein 25 ára gam­al føroyingur var varð­halds­ fongs­lað­ur í Keypmannahavn, skuld­set­ t­ur fyri at hava smuglað rús­ev­ni til Føroya. Týsmorgunin byrjaði eitt stórt rúsevnismál í Føroya Ræt­ti, tá dómsviðgerðin móti einum 20 ára gomlum manni byrjaði. Hann var á­kærd­ur fyri at hava tikið ímó­ti og selt ecstasy og am­feta­min. Seinni týsdagin gjørdist greitt, at maðurin hevði játt­ að seg sekan í at hava tikið í­mó­t­i og selt næstan 400 tab­lett­ir av ecstasy og 100 gramm av amfetamin. Tann 20 ára gamli hevur sit­ið í varðhaldi síðani 1. des­em­ber, og hendan tíðin verð­ur drigin frá dóminum, sum er hálvtannað árs treyta­ leyst fongsul. Í rættinum týs­ dag­in bað maðurin um 14 dag­ar umhugsanartíð, hvørt hann tekur við dóminum, ella hann skjýtur hann inn fyri landsrættin. 20 ára gamli maðurin er tann fyrsti í einari røð av málum um sterk rús­ev­ni, sum eru flutt til Før­oya og seld her. Tvey onn­ur fólk sita framvegis varð­halds­ fongs­lað, skuldsett fyri at hava smuglað og selt sterk­ ari evni. Annað teirra er ein 30 ára gomul kvinna, sum situr í Føroyum og varð tikin um sama mundið sum tann nú dømdi. Hin er ein 25 ára gamal, sum varð tik­ in í Danmark leygardagin í næst síðstu viku. Fleiri onn­ur eru skuldsett í sama má­li. Ecstasy um alt landið Út­varp­ið fylgdi málinum upp mikudagin, við sam­ røðu við Karin Tum­mas­dótt­ ir, sjúk­ra­røk­tar­frøð­ing á Heilbrigdinum á Velbastað. Karin Tummasdóttir segði, at ecstasy er eitt ev­ni, sum tey ungu kenna og hava atgongd til kring alt landið. Á Heilbridginum sígg­ja tey, at ecstasy og am­feta­ min ofta eru ein partur av mis­brúk­in­um hjá teimum, sum koma í viðgerð. – Ung heilt niður í skúla­ ald­ur royna ecstasy, ið er at fáa kring alt landið, segði hon við Útvarpið. Nógv heroin eisini Karin Tummasardóttir seg­ði, at ecstasy fæst um alt landið og at ung heilt nið­ur í skúlaaldur kenna evn­ ið. Hósdagin segði Ár­ni Rein, leiðari fyri við­ gerð­ini á Velbastað, við Dimmalætting, at tað ser­ li­ga eru tey ungu, ið taka ella hava roynt ecstasy. Men ecstasy er ikki altíð at fáa í Føroyum, men so fáa mis­nýt­ar­ar­nir sær hendur á øðrum evnum, tí tey eru ikki kræsin í so máta. - Vit hava havt mis­brúk­ ar­ar heilt niður í 20 ára ald­ur, og eg haldi, at allir ung­ir misbrúkarar hava roynt eisini tey sterku evn­ ini, segði Árni Rein við Dimmalætting. Tá tos­að verður um sterk evn­ ir, verður ofta hugsað um stesolid, amfetamin, ec­sta­ sy, kokain og heroin, sum er tað sterkasta. - Tað er nógv heroin í Før­oy­u­m, bæði til at roykja og spræna í æðrarnar, sigur leið­ar­in fyri viðgerðini á Heilbrigdinum, sum eis­ini heldur tað vera gott, um ein nevnd varð sett at gera eina mynd av rús­evnis­mis­ nýts­l­uni í Føroyum, eins og Eyðun Berg, formaður í Før­oya Politistafelag, førdi fram í farnu viku. Lang røð av rúsevnismálum Fyribyrgingarleiðarin ikk i bilsin Fiskimenn væl nøgdir Í Danmark eru fiskimenninir fegnir um ta nýggju semjuna um norðhavssildina, tí semjan ger, at teir nú sleppa at fiska meiri sild enn í fjør. Harafturat er tað ein stórur fyrimunur fyri tey donsku skipini, at tey nú sleppa at fiska sild í norskum sjógvi. Hans Christian Schmidt, ráðharri í fiskivinnumálum, sigur, at nýggja semjan man vera eina 100 mió. krónur verd fyri danska fiskiflotan, og harafturat fara sildavirkini á landi at fáa stórt gagn av henni. Tóroddur í Norðurlandahúsinum Sunnudagin fer Tórodd ur Poulsen at framføra egin verk í Norðurlandahúusinum. Tiltakið er fingið í lag, samstundis sum Tórodd ur og Bjarne W. Sørensen hava framsýning við grafikki, sum er gjørdur á Grafiska Verkstaði Føroya. Tann framsýningin er eisini í Norðurlandahúsinum. Framførslan hjá Tórodd i sunnudagin verður í Klingruni kl. 16 og er almenn. Grafikkframsýningin er opin til og við 31. januar. Týsdagin varð ein 20 ára gamal maður dømdur hálvtannað ára fongsul, í einum rúsevnismáli (Tilvildarlig mynd) Sjúrður Johannesen