Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-19, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. januar 2007síða 11

‹ fyrra síða allar 136 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 14 • 19. - 21. januar 2007 Vikuskifti 11 Høgni Lisberg hevur spælt saman Angeliku til dans á Skarv í tí, sum best kann lýsast sum ein superbólkur. mynd: ESJ sigast av mannamunni Høgni Lisberg um Angeliku: - Eg haldi at tað er ordiliga frískt, at Angelika sum klassiskur tónleikari flytur seg yvir í rútmiskan populer tónleik. Hetta er onkursvegna ein uppgerð við klassiska skúlan. At hon so eisini ger tað ordiliga væl er uppaftur betri. Tað riggaði væl hjá okkum at spæla saman við henni. mangar í tali, og nú er hon í Keypmannahavn. - Eg havi tvey og eitt hálvt ár eftir her í Keypmannahavn, men annars taki eg ein dag ísenn, fortelur hon róliga. Avmarkingar Angelika er ein ung og eisini sera virkin genta. Sum 23 ára gomul má sigast, at hennara luttøka í føroyskum tónleiki er sera fjølbroyttur, bæði í bólka- og konserthøpi. Tó eru hennara hjartabørn enn klassiskur- og fólka ónleikur. - Eg eri opin fyri tí mesta, tó haldi eg ikki, at eg hevði farið út í tungmálmstónleikin at brúkt míni evnir, flennir hon, meðan hon leggur aftrat, at stílurin hjá tungmálmsviolin­ tulkaranum Vannesa Mae heldur ikki er nakað henni dámar. At ferðast Við sínum herviliga ágrýtni, kann ein ikki undrast á hví hon kemur so nógv út til onnur lond at spæla, men tað við ferðingini kann vera hart fyri kroppin. - Mær dámar væl at ferðast. Sjálvandi blívur ein troyttur inn ímillum, men tað at eg kann spæla fyri áhoyrarum og møta øðrum fólkum frá mínum yrki, sum hava somu hugsanir sum eg, er eitt heilt serligt upplivilsi og ger tað alt vert, greiðir Angelika frá. Angelika anno 2007 Ikki er heilt víst, hvat fer at henda hjá evnaríka tónleik­ aranum í 2007, men nógv hugskot eru í luftini. - Eg havi ein dreym um at geva eina fløgu út við Kvonn um ikki so langa tíð, so tað verður spennandi at vita, hvat spyrst burturúr, sigur hon. Millum annað verður Kvonn at síggja á svenska Umå festivalinum í vár, og er ætlanin eisini at gera eina konsertferð ígjøgnum Avstralia og Japan. Í Ygg­ drasilleguni fer okkurt nokk eisini at henda í konserthøpi, millum annað spælir Ygg­ drasil saman við Rasmus Lyberth hetta vikuskiftið, fyrst á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn leygar­ dagin og sunnudagin í Norðurlandahúsinum. Hvør veit, kanska verður Angelika Nielsen at síggja á pallinum til ein av føroysku festivalunum í summar. Angelika verður við bólkinum Kvonn at síggja á svenska Umeåfestivalinum í vár og er ætlanin eisini at gera eina konsertferð ígjøgnum Avstralia og Japan. Í Ygg­drasilleguni fer okkurt nokk eisini at henda í konserthøpi, millum annað spælir Ygg­ drasil saman við Rasmus Lyberth hetta vikuskiftið