Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-19, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. januar 2007síða 11

‹ fyrra síða allar 136 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 14 - 19. januar 2007 11 viðmerkingar Hugleiðingar, og aft­ur­ svar til Eyðun á Borg Tað gleddi meg almikið, tá eg sá í fjølmiðlunum, at Simun Nónklett og onn­ur høvdu tikið stig til at stríðast fyri, at ávís bygdanøvn, sum í áravís hava livað sítt kúgaða lív á bygdaskeltum, aftur verða sett í frælsi. Ofta dámar mær væl at lesa tær skilagóðu hug­leið­ ing­­ar­nar og frá­greið­ing­ar­ nar hjá Eyðuni á Borg. Men tá hann í lesarabrævi skrivar, at bygd­a­nøvnini Skála og Lamba skulu før­ ast aft­ur til hvør­fals­form­ in av kall­kyns­orð­u­num skáli og lambi, og hesin hvørfalsformur skal setast á bygdaskeltini ístaðinfyri bygdanøvnini, (og hetta hevur, sum kunnugt, tí­verri verið galdandi í fleiri ár) tá haldi eg, at hetta er at brongla og gera seg inn á nøvnini. Í hes­ um sambandi komi eg at hugsa um bygdarnavnið Lopra. Eg veit ikki vist, men eg havi ein varhuga av, at hetta navnið sleppur at standa óskalað á byg­dar­ skelt­­i­­­num. Um tey, sum eita í Lamb­a­num, skulu greiða okkum óvitandi frá, hvat kall­kynsorðið lambi merk­ ir, mugu tey ráða fyri. Tað hevði í hvussu so er verið sera áhugavert at fing­ið eina frágreiðing um orðið. Men hvørki móð­ur­máls­ orð­a­bókin ella Færøsk Anth­ologi hava nakað boð upp á orðið. Í Samlagets Norrøn Ordbok finna vit tó orðið lambi. Har standa við­merkingarnar: m. (- mask­­u­­linum; hannkjønn;) Tn  (-tilnamn;) og M. (- mannsnamn;) og síðani stendur: Avl. (-avleiing;) av lamb. Taka vit samanum, vita vit, at bygdanøvnini Skála og Lamba líkj­ast nær skyldum kall­kyns­ navn­orð­um. Hetta eiga vit tó ikki at fáa ilt av, so at vit stappa tey inn í bendingarmynstrini hjá hesum orðum, uttan har, tað fellur náttúrligt.*   Ein nógv betri máti hevði verið at skriva fyrisetingarnar framm­an fyri nøvnini: á Skála, í Lamba, við Gjógv.   * T.d. fer eingin inn í Skála bygd, og sigur seg vera í skál­a­num Tað er eingin náttúrulóg sum sigur, at øll bygdanøvn skulu standa í sama falli. (hvørfalli) Nógv heldur eiga vit, við virðing fyri okk­ara vakra máli, og okk­ara forfedrum, ið lótu okkum málið við øll­um tess fjølbroytni, at varð­ v­eita, heldur enn at for­ brongla ella einsrætta. Ein partur av okkara máls­liga arvi eru okkara vøkru, spennandi staðar- og bygdanøvn.  Tað er eitt sindur á sama hátt sum við náttúruni: Við virðing fyri eftirkomarum okkara, ið hava sama rætt sum vit til málið, royna vit at lata arvin víðari í sama góða, fjølbroytta standi, sum tá alt var nýtt fyri okk­um. (sjálvandi vita vit, at málið broytist við tíð­ ini, á sama hátt sum sam­ felagið, umstøðurnar og ar­beiðs­am­boðini broytast) Her er tó vert at minnast til, at talumálið var til áðr­ enn skriftmálið, og at tær neyðugu og nyttuligu rætt­ skriv­ingar- og bend­ing­ar­ regl­urnar eiga at tæna og styðja, men ikki at kúga málið. Hugleiðast kann um, um Lopra er í ætt við nakað (ókent) kallkynsnavnorð, ið eitur ein ”lopri”? Um so var, hevði navnið ver­ ið dømt til somu syrg­ i­ligu lagnu sum Skála og Lamba. Tað kann tó hugs­ast, at navnið er systk­ in­a­barn til eitt (eisini ó­kent) kvennkynsnavnorð: ein ”lopra”? Um so var, høvdu vit farið til ”Lopru”. Navnið kundi sjálv­andi eisini komið av einari á, ið ofta leyp, osv. osv. Nei, tað sum eg her­ við royni at siga, er, at nøvn eru egin. Stendur Lopra í hvørfalli? Nøvn, staðarnøvn, bygdanøvn, - tey rúmast ikki altíð inni í bendingarmynstrum. Og tá tey ikki rúmast, tá eiga tey at fáa frið! Eyðun á Borg skrivar eisini: ”Bygdanøvn verða søgd og skrivað óbundin.” Til hetta er at svarað: Ja, sum oftast. Tað er tó minst eitt undantak: Hellurnar: Eg havi hug at spyrja: Hvussu er t.d. við Fámjin, Skop­un, Vestmanna* og Saksun? Kunnu hesi bygd­anøvn bendast, í kyni, falli ella tali? Ella bindast?*Bygdin eitur jú, á nútíðarmáli í hvussu so er, Vestmanna. (og ikki Vest­­mann­a­havn, ið, um so var, bæði kundi verið bund­ in og bend) Og víðari: ”Vit kunnu neyvan taka eina bygd burturúr og lata hana vera bundna. Tí skriva vit Hellur, sjálvt um vit kanska siga Hellurnar í talu­máli. ” Vit ikki bara kanska siga Hell­ur­nar í talumáli. Vit siga heilt vist Hellurnar  í tal­umáli. Bygdin eitur Hell­ ur­nar, og vilja vit skriva rætt, so skriva vit tað rætta navnið. Sjálvsagt! Við vinarligari bygd­a­ navn­a­kvøðu. Nøvn hoyra ikki heima í spennitroyggju! Anna m. Hentze Mær dámar væl at síggja John enn einaferð vísa á, at tað ikki júst er talan um sam-gongu millum teir báð­ar borgarligu (høgra-) flokk­arnar og vinstra­vongs­ flokkin, Javnaðarflokkin. Sjálvsagt ganga hesir flokk­ar ikki somu leið. Tó eru teir í samgongu, sum nokk má fatast sum eitt gott dømi um tolsemi – ja og tolni. Sjálvt um hesar dygdir ikki skulu vera tær einastu, sum halda einari samgongu saman. John ger tað heilt greitt, at tað vóru Sam­bands­flokk­ ur­in, Fólkaflokkurin og Mið­flokk­ur­in, sum valdu at taka undir við uppskotinum, um at lata amerikansk hern­ að­ar­flog­før treytaleyst flúgva yvir Føroyum. Som­u­leið­is ger John tað greitt, at Javnaðarflokkurin var størsti mótstandarin av hesum. Gott í tykkum javn­að­ar­fólk. Men tá sótu tit jú í andstøðu. Sjálvur haldi eg tað vera eitt sindur átaluvert, at vit tjóð­veld­ is­fólk ikki talaðu harðari ímóti upp­skot­i­num/loyv­i­ num; men eg vil tilskriva hetta tann veruleika, sum tá var, at Tjóðveldisflokkurin sat í samgongu við, serliga, Fólk­a­flokk­i­num, og at hesir báðir samgonguflokkar tá høvdu trupulleikar nokk sum var í at “ganga sam­ an”. Eftir tí at døma, sum Her­ geir Nielsen og Høgni Hoy­ dal nú siga, so má tann relativa tøgnin í 2002 frá tjóðveldisfólki vitna um henda veruleika, at Tjóð­ veld­is­flokkurin ikki vildi elva til størri innanhýsis stríð í samgonguni. Men lat hetta ikki skilja okkum meira. Tit, javnaðarfólk, róptu harðast tá, og nú rópa tjóðveldisfólk harðast. So­leiðis er tað ofta við and­ støð­u­flokk­um. Lat okk­um nú rópa saman – eisini sjálvstýrifólk og dem­o­krat­ iskar sálir í hinum flokk­u­ num – heilt til Danmarkar og helst eisini til USA: Vit góðtaka ikki pín­ing og órættvísi og als ikki áhaldandi brot á mann­a­rætt­ indi og brot á demokratiskan hug­burð yvirhøvur. Og tað er vorðið sum hyklarí, tá høv­uðs­tjóðin aftanfyri Irak- kríg­num, USA, júst talar fyri at demokratisera hetta stakkals Irak. Men hetta góðtekur “okk­ ara” samgonga. John Johannesens veika »samgonga« lesandi Gunnar isfeld - Seinni parturin av vik­u­skiftinum verður turt, eins og sólin kag­ ar fram, sigur veð­ur­ mað­urin Petur Skeel Jac­ob­sen Veðrið Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Hesa seinastu vikuna hevur ver­ið rættiligt kavaveður við kulda og kava. - Í roynd og veru er mið­ al­hit­in higartil í januar mán­ aði lægri enn í fjør, sigur hann. Líkt er bara til, at kavin verð­ur liggjandi nakrar dag­ ar aftrat. Sambært Peturi Skeel verð­ur heldur lýggjari í morgin, men kortini er møg­u­leiki fyri vátakava ella regnæli. Hitin verður mill­um 3 og 6 stig. Sunnudagin verður hvass­ ur vindur av landnyrðingi við sólarglottum, men kort­ ini kunnu vit rokna við kavaælum og hita um frost­ mar­k­ið. Mánadagin minkar hann vind­in nakað, og tað verður turt við sólarglottum, har hitin framvegis liggur um frostmarkið. Mánadagin og týsdagin verð­ur framvegis út­nyrð­ing­ ur, turt og sólarglottar, men heldur lýggjari – millum 2 og 6 stig. Væntast kann tí, at kavin er burtur, tá vit eru komin nakað inn í næstu viku. Tað er ikki nóg mikið at lesa rapportir. Øll tjóðin bíðar eftir frágreiðingum ella rapportum Visjón 2015 hevur, um ikki annað, sett nógv fólk og bólkar at hugsa um fram­ tíðina. Tað átti at ver­ið positivt at fingið nógv gløgg høvd at seta sínar tankar niður á blað um alskyns hugsandi sam­felags­viður­ skifti. Úr­slit­­ini verða sjálv­ andi embætismannasvar, sum koma at liggja í rap­ portunum, júst sum arki­ tekturin, landsstýrið, hevur biðið embætisfólki gera. Tíðin rennur sum streymur í á Hvítabók var ætlaða loysn­in uppá allar fram­ tíðar trupulleikar hjá loys­ ingarsamgonguni, undan hesari. Seks ár gingu og einki úrslit. Øll minnast vit eisini tað visjónera Caragataálitið. Verður Visjón 2015 av­loysarin hjá Hvítubók, og grundarlagið hjá hesi samgonguni undir at lítið og einki hendir? Trý ár eru farin og sett er á fjórða hjá hesi samgonguni. Valár er, og ikki sæst enn nakað tekin til nakra samlaða politiska ætlan, sum kann føra Føroyar fram á leiðina, og sum kann innheinta nakað av tí afturúrsiglda. Tað tykist sum øll tjóðin bíðar eftir rapportunum frá embætisfólkunum. Politiskar ætlanir og tiltøk mangla Eru tað ikki politiskar ætlanir og tiltøk sum tróta? Ætlanir og tiltøk sum áttu at verið klár at sett í verk, og sum eiga at koma nú. Bíðitíðin eftir rapportum má ikki verða brúkt sum skjól fyri at síggja út av onkrum, sum ikki er. Flestu okkara vita eftir hondini hvussu eitt samfelag eftir besta norðurlanda modelli skal síggja út, og hvørjar høvuðsreglur eiga at galda. Vit kunnu taka nøkur høvuðspunkt, sum øll eru fortreytir fyri at vit kunnu standa okkum í kappingini, og fyri at vit kunna liva upp til at verða eitt vælferðarsamfelag. Hetta eru alt tiltøk, sum ikki nýtast at bíða eftir føroyskum rapportum, fyri at verða sett í verk. Undirvísing og gransking eru grundarlagið Undirvísing og gransking er sjálvt fundamentið undir vitanarsamfelagnum. Tosað hevur verið almikið um granskingardepil og annað mangt, men einki hendir. Tað tróta ikki rapportir um skúla, sjúkrahús, alment og privat o.s.fr. Hvørjum bíða vit eftir annað enn politiskum avgerðum? Tað almenna og tað privata fyritaksemið Tað ræður um at hava al­mennu uppgávurnar fyri seg og tær privatu fyri seg. Hetta er galdandi í allar flestu førum. Tað privata gongur á odda í inntjening og skapar framburðin og harðan valuta til samfelagið. Tað er viðurkent av teim flestu eftirhondini, at tað privata er munandi betri til hesa stóru uppgávu, og føroyingar standa í bíðirøð, fyri at átaka sær uppgávuna. Skyldan og ábyrgdin hjá tí almenna er ikki minni av teirri orsøk. Tað almenna eigur alla tíðina uppgávuna at syrgja fyri, at karmarnir hjá privatu vinnuni eisini eru á hædd við tað besta. Her haltar í ólukku mát. Ikki tí, rapportir tróta ikki um hesi viðurskifti. Hvar blíva privati­ seringarnar av? Ávegis privatiseringar sum Sam­bandslandsstýrið 1994 – 98 syrgdi fyri við av­monipolisering av Trygg­ ingarsambandinum, Før­ oya Tele, Atlantsflogi og Føroya Banka eru allar sólskinssøgur, men komu ikki víðari. Her tróta heldur ikki rapportir um hvat ger­ ast skal. Ætlanir eru til, fyri at verða settar í verk. Einki er verri enn álitisbrot, eisini millum tað privata og tað almenna. Hvørjum bíða vit eftir? Ikki rapportum, men politiskum avgerðum. Leggja Føroyar tætt uppat Evropa Flestu okkara vita til dømis, at Føroyar eiga at leggja seg tætt uppat Evropa. Her eru vit sum land aftur­út­ sigld so tað forslær. Tað finnast uppí skuffur av til­fari (Rapportum) um hesi viðurskifti. Her – og í heila tikið – nýtast ikki fleiri rapportir. Politiska utt­anumtosið má halda uppat. Ístaðin eigur at vera farið í holt við at loysa uppgávurnar. Við vón um at nakað kem­ur av skafti, fari eg at enda við at ynskja øllum eitt eydnuríkt nýggjár. Edmund Joensen Ætlanir eru til, fyri at verða sett ar í verk Føroyaveðrið: Framvegis kalt - Lægri miðalhiti í januar mánaði í ár, sigur Petur Skeel