Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-19, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. januar 2007síða 14

‹ fyrra síða allar 136 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 14 • 19. - 21. januar 2007 Vikuskifti 14 - Tað er tekin um fávitsku, tá vit býta menniskju upp í trúgvandi og ikki trúgvandi. ØLL trúgva á okkurt. Og tí hevur eingin rætt til at krevja av einum ávísum samfelagsbólki, at hesin skal avnokta sína trúgv, meðan øll hini sleppa at nýta sína trúgv so galið tey vilja. ALLAR sannføringar mugu sleppa til orðanna, slær Bergur fast. Aftur til klassiskan kristindóm Presturin er ikki í iva um alterna­tivið til hetta rák. Hann vil aftur til keldurnar. Aftur til trúbótina. Aftur til klassisku gudfrøðina. Aftur til tey fyrstu kristnu. Aftur til trúarjáttanirnar. Aftur til Skriftina. Og seinast men ikki minst – aftur til persónin Jesus. - Liberala gudfrøðin, sum er fongd við rationalismu og søgukritiska háttalagnum, stendur í andsøgn til klass­ iskan kristindóm. Liberala og postmodernaða gudfrøðin avmarkar kristindómin til ævin­ týr og Bíbliuna til menniskjans­ liga frásøgn. Úrslitið kann gerast alt, sum menniskjum hóvar, tað verði seg femin­ ist­iskur, sosialistiskur, liberalistiskur ella succés- kristindómur. Og tá gerst Bíblian til eitt sjálvtøkuborð. Tey, sum lesa Bíbliuna á slíkan hátt, seta menniskjansligt vit og kenslur omanfyri Skriftina. Tá gerst kristindómurin ein døgnfluga. Ein gudfrøði í mannalíki, sum vrakar hin eina og sanna Gud, sigur Bergur Debes Joensen. Munurin millum klassisku og liberalu gudfrøðina er sambært Bergi, at tann fyrra torir at fara til Skriftina við opinleikanum um, at tað andaliga ella yvir­ natúrliga er ein veruleiki. At tað enn í dag ber til at møta tí upprisna Jesusi. At tað bíðar okkum eitt lív hinumegin – saman við Gudi ella skild frá Gudi. At okkum tørvar Guds náði og syndanna fyrigeving. At Gud er ein persónligur Gud, sum vit kunnu hava samband við dagliga. - Avgerandi spurningurin er, hvussu vit lesa Bíbliuna. Í hesum eru flestu gudfrøðingar samdir við mær í. Og fyri meg er Bíblian meiri enn mannaverk. Meiri enn ein perla millum aðrar bókmentir. Hon er mín atgongd til Jesus. Hon er Guds egna orð til okkara, bæði tá tað revsar og reisir okkum upp. Og tað var henda sannleikan, sum Luther vendi aftur til. Hann fór aftur til Skriftina uttanum heimspeki og menniskjansliga spekulatión, sigur Bergur. Sentrali spurningurin er tí, hvør Jesus er fyri okkum menniskju. Og valið er greitt. Antin var hann bert eitt menniskja. Og so mugu vit kalla hann lygnara ella sálarsjúkan. Ella er hann Gud í mannalíki. Bergur trýr tí seinna. Og hansara boðskapur til sínar starvsfelagar er greiður. - Um fólkakirkjuni skal vera lív lagað, má kirkjan standa stinn á sínum grundarlagi, endar Bergur Debes Joensen. Religión og modernaða menniskjað Hvønn týdning hevur átrúnaður fyri modernaða menniskjað? Hvønn leiklut hevur religión í almenna rúminum? Og kunnu religión og modernitetur sameinast? Bæði í altjóða høpi og í Føroyum eru hesir spurningar meiri viðkomandi enn nakrantíð. Við jøvnum millumbilum seta átrúnaðarligir og etiskir spurningar dagsskránna í almenna kjakinum. Seinast í sambandi við støðu teirra samkyndu. Í greinarøð kastar Heini í Skorini ljós á hesar spurningar við samrøðum við persónar, sum hava ymsar tilgongdir til og sjónarmið viðvíkjandi spurninginum um religión í modernaða samfelagnum. Hetta er sjeyndi partur. Religión og modernitetur - Avgerandi spurningurin er, hvussu vit lesa Bíbliuna. Í hesum eru flestu gudfrøðingar samdir við mær í. Og fyri meg er Bíblian meiri enn mannaverk. Meiri enn ein perla millum aðrar bókmentir, sigur Bergur Debes Joensen Mynd: Jens Kristian Vang