fríggjadagur 19. januar 2007síða 14
‹ fyrra síða allar 136 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 14 - 19. januar 2007
Nú er aftur eitt nýtt ár byrjað
á Malta í Hirtshals. Tá vit
hyggja aftur á árið, sum er
farið, so mugu vit sanna, at
Harrin var góður, og at hann
unti okkum nógvar ymiskar
tænastur millum føroyingar
her í Jútlandi. Vit fara undir
tað nýggja árið við góðum
treysti, tí vit vita hvønn vit
virka fyri, og hvat okkara
mál er.
Vit fara at ynskja tykk
um, sum stukku inn á gólv
ið í farna árinum, eitt av
Harranum vælsignað 2007.
Tit gleddu okkum, tá tit
vitjaðu, annaðhvørt tit komu
til møti ella privat, og tit skula
vita, at tit eru altið vælkomin á
Malta. Eisini eru tit vælkomin
at ringja, um tað er onkur
tænasta vit kunnu gera.
Eins og undanfarnu
mongu ár so fara vit aftur í
ár, hvønn mánað, at ferðast
“suður á land” sum vit plaga
at taka til her á Malta. Her
verður hugsað um støð sum
Ålborg, Esbjerg, Vejle og
Sønderborg. Vit hava notið
stóra vælvild frá leiðslunum
í teimum ymisku kirkjunum
og stovnunum, sum vit hava
brúkt hølini hjá nú ígjøgn
um mong ár. Hetta eiga
avvarðandi leiðslur eina
stóra tøkk fyri og ivist eg
ikki eina løtu í tí, at hetta
eisini er noterað í Himli.
Eisini vilja vit í hesum
sambandi nevna tey, sum
ígjøgnum øll hesi árini hava
verið okkara samverkafólk á
teim ymsu støðunum. Hesi
hava fyrireikað hølini, rudda
upp, tikið sær av matgerð og
eisini sent út innbjóðingar
bæði skriftliga og telefoniskt.
Fólk við tílíkum uppgávum
verða, innan arbeiði hjá
Trúboðarafelagsskapinum
Operation Mobilisation, kall
aði við einum so fínum heiti
sum “lineup people,” sum
merkir fólkini á staðnum.
Um arbeiðið, sum hesi fólkini
gera, ikki verður gjørt, so
doyr arbeiðið burtur. Tí vilja
vit eisini takka tykkum, sum
ígjøgnum hesi mongu ár trú
fast hava víst ábyrgd og hjarta
lag fyri arbeiðinum, sum sam
koman á Malta hevur roynt at
havt gangandi í Jútlandi.
Á hesum støðum hava
vit í mong ár sett stevnu
við nógvar av okkara lands
monnum um Guds orð. Tað
kann vera ymiskt sum upp
møtingin hevur verið, men
gjøgnumgangandi hevur tað
verið tikið ómetaliga væl
undir við hesum møtum.
Tað er okkum ein ómeta
liga stór gleði at fáa loyvið
til at tala Guds orð til lands
menn okkara, sum eru í eini
útisetastøðu, og eisini at
fáa loyvi til eitt persónligt
prát, sum er ein upplagdur
møguleiki undir tílíkum
umstøðum, og vóna vit,
at hetta kann vera báðum
pørtum til gagn og gleði.
Vit hava altíð bjóða til ein
drekkamunn eftir møtini, og
tað koma vit eisini at gera
framyvir. Hesar løturnar,
við einum “kaffikoppi” í
hondini, hava latið upp fyri
nógvum góðum samrøðum,
og vit hava so nógv at tala
saman um, serliga tí vit eru
útisetar. Eisini eru tað tey,
sum beinleiðis ynskja eina
samrøðu um tey andaligu
viðurskiftini, og tað er altið
ein serlig gleði, tí tað er júst
tað, sum vit eru her til.
Í komandi ár verður ein
fyribilsbroyting í samband
við hølisviðurskiftini í
Esbjerg. Tey sera snotiligu,
rúmligu, hugnaligu og ljósu
hølini í Sædding Center,
sum vit hava brúkt til møtini í
mong ár, verða í komandi ári
býtt um við samkomusalin
hjá Den Kristne Forsamling
á Spangbjerg Møllevej 16c
í Mølleparken. Hetta kemur
longu í kraft nú í januar.
Umstøðurnar har eru ikki
so rúmligar sum í Sædding
Center, men hølini liggja
væl fyri í miðstaðarøki, og
tey eru hugnalig og ljós og
eisini væl egnaði til tílíkar
fundir. Hetta er tó ikki fyrstu
ferð, at vit hava tey føroysku
møtini í Mølleparken, tað
hevur fleiri ferðir verið
roynt áður. Vit vóna, at fólk
ikki fara at halda seg aftur
at koma til møtini av hesum
orsøkum, men heldur at
tað fara at koma enn fleiri
fólk. Hetta merkir tó ikki,
at vit ikki kunnu venda
aftur til Sædding Center,
men fyribils halda vit tað
vera rætt at flyta møtini til
Mølleparken.
Vit vilja takka leiðsluni
í Den Kristne Forsamling í
Mølleparken fyri hesa væl
vild tey sýna okkum, sam
stundis sum vit vilja úttrykkja
okkara stóra takksemi fyri,
at vit hava kunna brúkt góðu
hølini í Sædding Center í
Esbjerg í so mong ár.
Ynskjandi hevði verið
um vit kundu vitjað fleiri
støð í Jútlandi. Um tað eru
føroyingar á øðrum støðum
í Jyllandi, sum ynskja at taka
stig til kristiligar fundir á
føroyskum, so vilja vit fegin
rætta eina hjálpandi hond.
Sum áður nevnt eru
vit fyrsta leygarkvøld í
hvørjum mánað í Bethania
kirken, sum liggur í Dag
Hammerskjøldsgade 2 í
Ålborg, kl.19.00 og annað
vikuskifti í hvørjum mánaða
er vit í Esbjerg, Vejle og
Sønderborg.
Sangbólkurin Vitin
Vit høvdu tað gleði í farna
ári at fáa vitjan av sangbólk
inum Vitanum úr Betesda
í Klaksvík. Hesin bólkurin
savnar ikki bara nógv fólk
heima í Føroyum, men
so sanniliga eisini her í
Danmark. Hann er komin
hendavegin í fleiri ár bæði
á sumri og í desembur. Í
desembur eru teir altið við
okkum á túrinum “suður á
land,” og tað vóru teir eisini
nú í desembur. Hesaferð
tóku teir sær kortini tíð til
eisini at hava møtir í Hirts
hals og í Ålborg; nakað,
sum teir vónandi fara at
taka til umhugsunar at
endurtaka næsta ár. Møtið
í Hirtshals varð hildið í
høllini á motel Nordsøen,
sum liggur beint aftanfyri
Norðsjóarmiðstøðina, og
møtið í Ålborg varð hildið í
Bethaniakirken, í somu høl
um, har vit hava tey vanligu
mánaðarligu møtini.
Nógv fólk vóru til øll
hesi møtini og vit upplivdu
tað stóru gleði, at ein ung
genta játtaði trúgv á Kristus
á einum av hesum møt
unum. Vit vóna, at Vitin
eisini framyvir fer at gleða
føroyingar í Jútlandi við
sínum summar- og vetrarvitj
anum her á leiðini. Feðgarnir,
Levi og Rógvi Joensen,
ferðaðust við teimum sum
høvuðstalarar.
Vitjan úr Onglandi
Fyrst í mars mánað fáa vit, um
Gud vil, vitjan úr Onglandi.
Tað er evangelisturin og
bibliulærarin Don Hinsh
cliffe úr Sheffield, sum
kemur hendavegin. Hann
kemur til Keypmannahavn
fríggjadagin 2. mars og kemur
at tala í Kristnastovu sama
kvøldið. Leygarkvøldið 3.
mars talar hann á tí føroyska
møtinum í Bethaniakirken í
Ålborg. Hann skal búgva á
Malta hesa vikuna, og kemur
at tala á báðum møtunum
sunnudagin 4.mars, og eisini
mikukvøldið 7.mars.
Hetta er vikuskiftið, tá vit
fara “suður á land,” og tá fær
Don nógmikið at síggja til, tí
hann kemur at tala á møtunum
bæði i Esbjerg, Sønderborg
og Vejle. Don er væl kendur
ímillum føroyingar. Hann
var á bíbliuskúla saman við
Brynleif Hansen og Zach
arias Zachariassen. Zachari
as og Don hava verið góðir
vinmenn í meira enn 45 ár.
Hann hevur verið fleiri ferðir
í Føroyum og tala í teim
flestu samkomunum. Hann
vitjaði í Føroyum bæði í ár og
í fjørð. Don er 71 ára gamal.
Møtini við Don Hinshcliffe
fara at verða lýst nærri, tá vit
nærkast mars mánað.
Aftur eitt ár á Malta í Hirtshals
ið frá ævigum tíðum hevur
verið tagt um,men sum nú
er komin fyri ljósið, og
við profetiskum skriftum,
eftir boði hins æviga Guds,
kunngjørdur fyri øllum
heidningunum til at virka
trúarlýdni- Honum, hinum
eina vísa Gudi, verið dýrdin
við Jesusi Kristi, í aldur og
allar ævir! Amen. Rómbr.
25-27.
Men lat okkum fara til
gamla testamenti. Longu á
fyrsta blaði lesa vit hetta:
Gud segði: Ja Gud hev
ur talað. Skriftirnar eru
Guds tala til okkum, ikki
menniskjans filosofi. Gud
talaði beinleiðis til menniskja
áðrenn syndafallið. Í 1.
mósebók 2. kapitli 16. versi
stendur: Gud Harrin gav
Ádami hetta boð: „Tú hevur
loyvi at eta osfr.“ Og í 3,9: „
Tá rópti Harrin Gud á Ádam
og segði við hann: „Hvar ert
tú?““
So fall menniskja í synd,
og samfelagið við Gud varð
brotið, og viðurskiftini
gjørdust heilt ørvísi millum
menniskja og Gud, enn tey
høvdu verið frammanundan.
Men Gud helt áfram at tala
til menniskja, at opinbera
seg.
Eg kann taka nøkur dømi
avtrat: Gud talaði við Nóa,
við Ábraham, Ísak og
Jákup, tað er ikki neyðugt
við meira, mósibøkurnar eru
fullar av hesum, serliga tá
ið vit koma til Móses og øll
boðini, hann fekk beinleiðis
frá Gudi. Hvussu ofta lesa
vit hetta: „Harrin talaði við
Móses og segði“. Eg havi
ikki talt.
Í 1. Sámuelsbók 3. kapitli
talar Gud við ein smádrong
ella tannáring, nevniliga
Sámuel profet.
Lat meg taka nøkur dømi
um hvussu profetanir byrja
bøkur sínar, tað var sanniliga
ikki filosofi, teir komu við:
Esaias, kapitul 1 vers 2:“
Hoyri, tit Himlar, lurta,
tú jørð! Tí Harrin talar“.
Hoseas:“Orð Harrans, ið
kom til Hoseas,son Be`eri,
á døgum Uzziasar, Jótams,
Akazar og Ezekiasar juda
konga, og á døgum Jerobo
hams, sonar Jóasar, ísraels
kongs. Táið Harrin byrjaði at
tala við Hoseas, segði Harrin
við hann“ osfr. Jónas. „Orð
Harrans kom til Jónas, son
Amittai; Hann segði“.
Allar Tær profetisku bøk
urnar byrja á henda ella
líknandi hátt uttan Dáni
elsbók, men hann var ikki
minst profetur fyri tað. Pro
fetiini hjá honum røkka heilt
til okkara tíð og so nógv
longur, heilt til tíð endans.
Jú, vissuliga er bíblian ein
profetabók. Tað er ikki av
tilvild at henda samling av
bókum endar soleiðis:
Eg vitni fyri einum og
hvørjum, sum hoyrir profet
orðini í hesi bók: Leggur
nakar nakað avtrat hesum,
skal Gud leggja á hann
plágurnar, sum skrivað er um
í hesi bók. Og tekur nakar
nakað burtur av orðunum í
hesi profetabók, skal Gud
taka lut hansara burtur frá
træi lívsins og úr hinum
heilaga staði, sum skrivað
er um í hesi bók.
Eingin hevur lagt meira
vekt á skriftirnar enn Harrin
Jesus sjálvur. Hann segði
við jødarnar, skriftin talar
um meg. Tá ið djevulin
freistaði hann, nýtti hann
skriftirnar. Og tá ið hann
var uppafturrisin, hevði
hann ein langan bíbliutíma
fyri tveimum lærisveinum,
meðan teir gingu millulm
bygdir og vísti á, at skriftirnar
talaðu um hann.
Hóast bókin „Antin ella“ er
ímóti skriftini, so sýnist sum
høvundurin er ein søkjandi
sál. Bókin er ógvuliga torfør
at skilja, tykir mær, og eg
skal til seinast citera eitt brot
úr bókini. Har í endanum,
er høvundurin so nær at fáa
um rætta endan, men tíverri
tykist hann ikki at hava skilt
sannleikan. Her er nokk hjá
honum, sum hjá so mongum
av okkum, evangeliið er
so einfalt og greitt, at vit
mugu blíva sum børn fyri
at skilja tað, so einfalt er
tað. Vit mugu ikki brúka vit
okkara, soleiðis sæð, at vit
seta spurningar, men taka
ímóti, ella sum høvundurin
so væl sigur tað har: ásanna
at frelsan er fullgjørd.
Eg citeri nú stykkið, sum
eg sipi til, bróti inn í sam
anhangin á síðu 188 , og
tað eru tær fýra seinastu
reglurnar, eg serliga hugsi
um: „Vit minnast, hvussu
Kierkegaard brúkti Sokrates,
fyri at menniskjan betur
skuldi skilja tað sjálvsagda.
So hetta merkir, at nýta vit
heitið kristin um okkum sjálv,
so skal hetta heiti umfatast
av tí eymýkt, reiðiligheit og
sjálvjáttan, at alt er Guds
verk, og mín egna trúgv er
einki annað enn ásannanin
av hesum veruleika.“ So
langt, Ó. R.
Hetta er tað. Paulus
sigur tað á henda hátt:
Um tí ein er í Kristusi, er
hann nýggjur skapningur;
hitt gamla er farið - tað er
vorðið nýtt. Og alt er tað
frá Gudi, sum við Kristusi
samdi okkum við seg sjálvan
og og gav okkum tænastu
sáttarinnar, tí í Kristusi
samdi Gud heimin við seg
sjálvan og tilroknar teimum
ikki syndir teirra, og Hann
hevur lagt niður í okkum
orð sáttarinnar. Vit eru tá
sendiboð í stað Kristusar,
sum tað hevði verið Gud í
áminti við okkum; Vit biðja
í stað Kristusar: Verið sátt
við Gud! Hann, sum kendi
ikki synd, gjørdi hann til
synd fyri okkum, fyri at vit í
Honum skulu verða rættvísi
Guds. 2. korintbr. 5,17-21.
Her sigur Paulus, at í
Kristusi samdi Gud heimin
við seg sjálvan, og síðani
sigur hann : Verið sátt við
Gud. Hetta kann tykjast
sum ein sjálvmótsøgn, men
ásanna vit hetta, at Gud
hevur samt okkum við seg
sjálvan, so eru vit jú frí og
kunnu siga við frímóði, eg
eri farin yvir um frá deyða
til lív. Trúgvin kemur av tí,
sum prætika verður. Rómbr.
10,17.
Fuglafirði
nýggjársaftan 2006.
Richard Danielsen
Framhald av síðu 12
gjarnanes@post.
olivnat.fo
poul jóhan
djurhuus