Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-19, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. januar 2007síða 13

‹ fyrra síða allar 136 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 14 - 19. januar 2007 13 Mikkjal Mørk, ættaður úr Tórshavn, and­ aðist á Landssjúkrahúsinum týsdagin 16. januar, 60 ára gamal. Bønarhald verður í Lands­sjúkra­ húskapellinum fríggjakvøldið kl. 20. Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni leygardagin kl. 12. Tey, ið vilja minnast Mikkjal, kunna lata Herberginum eina peningagávu; konta í peningastovnunum. Niels Juul Joensen, ættaður úr Norðdepli, búsitandi í Klaksvík, andaðist á Klaksvíkar sjúkrahúsi mikudagin 17. januar, 78 ára gamal. Kistan fer úr kapellinum leygardagin kl. 17. Jarðar­ ferðin verður úr Christianskirkjuni sunnudagin kl. 13. Helge Justinussen, bókbindari, Tórshavn and­ aðist týsdagin 16. januar, 79 ára gamal. Bønarhald verður á Landssjúkrahúskapellinum fríggjakvøldið kl. 18. Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni leygar­ dagin kl. 14. Andlát og jarðarferðir Tøkk Hjartans tøkk til øll tykkum, sum sýndu okkum hjálpsemi og samkenslu, tá ið kæri maður mín, góði pápi, sonur, beiggi, pápabeiggi, versonur og svágur okkara Bjarni í Sjúrðagarði Kaldbak gjørdist álvarsliga sjúkur, doyði og varð jarðaður. Eisini takka vit hjartaliga øllum tykkum, sum vóru um Bjarna og hjálptu honum undir sjúkraleguni. Takk fyri tær mongu samkensluvitjanir, hjálpsemi og heilsanir, og til tykkum, sum hjálptu við tí stóra ervinum, eftir Bjarnasa ynski. Tøkk til tykkum, ið hjálptu okkum við jarðarferðina og somuleiðis fyri tey góðu og troystarríku orðini í kapellinum, í Vesturkirkjuni og í Kaldbak. Tøkk fyri blómur, kransar, heilsanir og gávur til okkum og Krabbameinsfelagið. Øllum tykkum, ið fylgdu Bjarna til hansara síðsta hvíldarstað vilja vit somuleiðis takka, eins og fyri alla umsorgan, ið verður víst okkum í hesi sváru og døkku tíð. Vegna húskið Kirstin, Teitur, Gurðið og Tyrni Astrid, John og Óli Hans Dagurin 20. januar. Brøðramessa. Hildin til minnis um teir báðar Fabianus og Sebastianus. Teir eru ikki brøður, men vórðu fyri trúar sakir tiknir av døgum sama dag í árinum, Fabanus, sum var pávi, umleið ár 250, og Sebastianus – kristin hermaður – umleið ár 288. Tað sigst, at teir báðir eru jarðaðir undir tí núverandi kirkjuni San Sebastian í Róm. Fabianus er rómverskt ættarnavn. Sebastianus er upprunaliga grikst navn, ið merkir heiðurverdur. 21. januar. Agnes, deyð umleið ár 300. Halgisøgan um Sanktu Agnes er ein av teimum elstu frásøgnunum um blóðvitni í fornkirkjuni. Hon vildi giftast heidnum fríggjara og varð tikin av døgum. Grikst navn ið merkir: hin óspilta. 22. januar. Vincentius, deyður umleið ár 300 í Zaragoza. Píndur til deyða undir Diocletianus keisara. Navnið er lanínskt og merkir hin sigursæli. 19. januar verður Eyðun Nolsøe í Klaksvík 50 ár. Eyðun búði fyrstu barnaárini suðuri í Vági, men familjan flutti til Klaksvíkar, tá Eyðun var 9 ára gamal. Foreldrini eru Jóhan Nolsøe, kallaður Hanni ætt­að­ur úr Vági og Signild Samu­ elsen dóttir Guðrun og Óla Martin Samuelsen í Klaksvík. Hanni var sonur Lauru og Jóhan Nolsøe í Vági. Eyðun er sostatt av navn­framari ætt sunnan úr Vági. Abbin hevði handil og reiðaravirksemi og var ein av stovnarunum av bólt­felagnum VB. Hann varð seinni av vágbingum kosin heiðurlimur í VB. Frumritið av hesum heiðursbrævi er nú í tryggari varðveitslu hjá familjuni norðuri í Vági. Túrarnir noður til móður­ættina í Klaksvík vóru mangir í barnaárunum. Serliga jóla­frítíðin 1966 gjørdist minni­lig. Signild avgjørdi at vera hjá foreldrum sínum, sum vóru komin nakað til árs og Eyðun og bróðurin Jógvan Leivur gjørdust harvið klaks­ víkingar. Pápin Hanni arbeiddi eisini í Klaksvík. Hann doyði eftir stuttari sjúkralegu í 1981. Eins og navnin í “Frændir” er Eyðun kendur frá tón­leika­lívinum. Hann er kønur guittarspælari, men kann leika á fleiri ljóðførum. Eyð­un er kendur frá bólkinum Hjarnar. Lunnarnir undir tón­leikalívinum vórðu óivað lagdur í barnaárunum, tá Eyðun spældi í ymiskum kjallara- og garaguorkestrum í Klaksvík. Tónleikalívið kom seinni undir meiri skip­að­ar umstøður hjá Hans bónda, har Eyðun spældi sam­an við fleiri kendum tón­leik­arum og ikki minst systkinabarninum Karl Martin Samuelsen. Liðugur við 10. flokk í 1974 arbeiddi Eyðun eitt skifti á bilverkstaðnum hjá Dávur Joensen og eis­ini á bedingini. Í 1975 fóru Eyðun í læru í deild sjó­ vinnu­bankans í Klaksvík, har Mikkjal á Bergi var læru­meistari. Eyðun starv­ að­ist eitt skifti í Føroya Spari­kassa, men síðani 1984 hevur hann arbeitt í Norðoya Sparikassa. Eyðun hevur mong frí­tíðar­áhugamál. Umframt tónleik og ítrótt dámar honum væl at fara á flot, og túrarnir niðan á Klakk eru mangir. Starvfelagar og við­skifta­fólk bera Eyðuni alt gott. Hann er arbeiðssamur, skemt­ing­arsamur, fryntligur og sera røkin á øllum økjum. Eyðun er giftur við Mat­hildu ið ættað úr Fuglafirði og búgva tey undir Brúnni í Klaksvík. Saman eiga tey synirnar Hera og Jóhan. Vit ynskja Eyðuni hjarta­liga tulluku við føðingar­degnum. Starvsfelagar Eyðun Nolsøe 50 ár Kunngjørt verður fyri ætt og vinum, at kæri pápi okkara Helge Justinussen Tórshavn andaðist á Landssjúkrahúsinum 16. januar, 79 ára gamal. Kistan fer úr kapellinum á Landssjúkrahúsinum fríggjadagin kl. 18. Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni leygardagin kl. 14.00. Kári, Paula, Marjun, Jens Christian og Hilda Lesið Sosialin - so eru tit við