Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-02-07, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. februar 2001síða 1

allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

gult cyan magenta svart Ring bíligari við GACB Telefar Tel. 21 33 33 * Tel. 33 33 33 fax 001 208 485 6388 tf@telefar.com DANMARK uml. 1,40 kr./min. Alt innan hitaverk & sanitet so sum: Sp/f VVS-HORNIÐ Lágpríshandil Støkk inn á gólvið ella ring • Stoypijarnsketil • Sanitet • Kranar • Baðirúmsmøblar Landavegur 2 - 100 Tórshavn Tel. 318023 - Fax 310963 Sosialurin - 311820 Telduborð til kamari fyri serprís Høgaból • 600 Saltangará • Tel. 44 75 60 • Fax 44 84 60 Rúna Sivertsen: Sjómenn eiga at seta størri krøv Torrafiskurin komin Nr. 26 • mikudagur • 7. februar 2001 • 75. árgangur • Kr. 10,00 síða 9 síða 5 síða 11 Út í heim at lesa síða 14-15 Prix Føroyar á Strondum: Føroyskar húgvur og technotónleikur Atkvøða føroyingar »ja« 26. mai verður skiftistíðina fýra ár. Hetta gjørdi forsætisráðharrin, Poul Nyrup Rasmussen, púra greitt eftir fundin við Føroyanevndina í gjár Fýra ára skiftistíð FÓLKAATKVØÐAN Magnus Dam, Keypmannahavn Boðini frá danska forsætisráð- harranum eftir hálvan annan tíma langa fundin við Føroya- nevndina í gjár – týsdagin kl 13 – eru greið. Antin verður sam- ráðst um eina loysn innan fyri ríkisfelagsskapin ella um full- veldi. Nýggi leisturin hjá landsstýr- inum verður av donsku stjórn- ini fataður sum ein fullveldis- leistur, og fólkaatkvøðan 26. mai verður fatað sum ein fólka- atkvøða um loysing. Tí heldur danska stjórnin fast við, at skiftistíðin ikki verður longur enn fýra ár. Hetta er sama út- melding, sum stjórnin kom við eftir fyrsta samráðingarfundin í mars í fjør. Poul Nyrup Rasmussen ger púra greitt, at danska stjórnin fer at virða fólkaatkvøðuna og úrslitið av henni. – Vit kenna okkum hinvegin noydd at siga Føroya fólki, hvørji grundsjónarmið okkara eru. Verður úrslitið »ja«, so fara stjórnin og Fólkatingið at vera til reiðar at samráðast við landsstýrið um at broyta heim- astýrislógina, so landsstýrið stigvíst kann yvirtaka málsøk- ini, sum tað ynskir at yvirtaka, sigur Poul Nyrup Rasmussen. – Vit halda eisini, at tað er rætt at gera vart við, at vit meta fólkaatkvøðuna snúgva seg de facto um loysing, eins og fyrsta samráðingaruppleggið frá landsstýrinum. – Okkara samráðingargrund- arlag, sum er ófrávíkiligt, er ein skiftistíð upp á fýra ár, ger danski forsætisráðharrin greitt. Poul Nyrup Rasmussen segði, at breið semja er í Fólkatinginum um donsku útmeldingina. Um føroyingar atkvøða »nei«, so er stjórnin somuleiðis sinnað at endurskoða heima- stýrislógina ella at samráðast um nýggja sjálvstýrisskipan. Danski forsætisráðharrin er ikki samdur við landsstýrinum í, at hetta ikki beinleiðis er ein fólkaatkvøða um loysing. Óli Breckmann uppfatar danska útspælið sum at føroy- ingar nú verða tveittir út úr rík- isfelagsskapinum.