Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-22, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. januar 2007síða 7

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 15 - 22. januar 2007 7 tíðindi Í fjør heyst sendi Sambandsflokkurin út eitt tíðindabræv, har mælt verður til at seta í gildi Kyoto- sáttmálan at galda fyri Føroyar Umhvørvi Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tað var tann 31. oktober í 2006 – ella í fjør heyst – at Sambandsflokkurin í tíðindaskrivi boðaði frá, at “føroyskir myndugleikar eiga at taka undir við, at Føroyar gerast partur av Kyoto-avtaluni”. Og lagt verður aftrat: “Sambandsflokkurin mælir til, at Føroyar gerast partur av Kyoto-avtaluni um at minka um útlátið av vakstrarhúsgassum...” Í tíðindaskrivinum verð­­ ur víst a ta sann­roynd, at før­ oyingar á um­hvørv­is­økinum hava sera vánalig hagtøl at vísa á, og at vit teljast millum tey lond í heiminum, sum “útleiða mest av koldioxidi í mun til fólkatalið. – Hetta er sera álvar­ samt, staðfestir Sambands­ flokkurin. Lagt verður aftrat, at ein orsøk til hesa støðu okk­ ara er, at vit eru ein fiski­ vinnutjóð, og harvið noyð­ ast vit at brúka nógva olju fyri at fáa fatur á okkara náttúruríkidømi. – Hetta hevur eisini verið brúkt sum ein undanførsla fyri ikki at taka undir við Kyoto-avtaluni. Men samstundis eru tað júst lond sum Føroyar – við tøttum tilknýti til náttúruna, ið hava størstan tørvin á, at náttúran er óspilt. Sambandsflokkurin held­ ur, at tað hevur alstóran týdning fyri okkara sam­ felag, at boðskapurin um at vit taka Kyoto-avtaluna í álvara, verður sendur um­heiminum. – Kyoto-avtalan hevur sum mál at virka ímóti teirri heimsumfevnandi upp­­hitingini, og málið er at minka um útlátið av vakstrarhúsgassum við 5,2% samanborið við út­lát­ ið í 1990. Hetta skal ger­ast innan tíðarskeiðið 2008- 2012. Í tíðindaskrivi Sam­ bands­­floksins um Kyoto- avtal­una verður at enda sagt, at “meira fæst at vita við at venda sær til Kaj Leo Johannesen, floksformann”. Nú Tjóðveldisflokkurin hevur borið uppskot niðan í løgtingið, har mælt verður til at seta Kyoto-avtaluna í gildi fyri Føroyar, fer Sosialurin at spyrja Kaj Leo Johannesen, um Sam­ bands­flokkurin stendur við síni orð, sum flokkurin sendi fjølmiðlunum í tíð­ indaskrivi seinasta dag í oktober 2006. Lesið eisini samrøðuna við Kaj Leo. – Eg ivist onga løtu í, at Føroyar í seinasta lagi um eitt ella tvey ár hava staðfest Kyoto-sátt­málan at galda fyri Føroyar. Uppskotiðhjá Tjóð­ veldisflokkinum tyk­ist seriøst og pos­itivt, og eg haldi, at samgongan eig­ ur at taka hetta í størsta álvara, sig­ur formaður Sam­bands­ floksins, Kaj Leo Johannesen Umhvørvi Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Líkt er ikki til, at Sam­bands­ flokkurin er hálsaður um í spurninginum um at seta í gildi Kyoto-sáttmálan at galda fyri Føroyar. Hetta merkir, at tað, sum flokkurin mælti til í tíðindaskrivi sein­ asta dag í oktober í fjør (sí greinina til høgru), heldur flokkurin framvegis vera hitt rætta. Í tilmælinum hjá flokk­ inum í oktober var eing­in slingur í valsinum: “Sam­ bands­flokkurin mælir til, at Føroyar gerast partur av Kyoto-avtaluni um at minka um útlátiðav vakstrarhúsgassum...” Somu støðu – Vit í Sambandsflokkinum hava ikki broytt støðu um Kyoto-málið. Uppskotiðhjá Tjóðveldisflokkinum er seriøst og positivt, og eg haldi eisini, at samgongan avgjørt eigur at taka hetta í álvara. Taðvar ikki annaðenn væntandi, at andstøðan fór at koma viðeinum slík­um uppskoti, nú hetta máliðtreingir á. Kaj Leo heldur einki for­ gjørt vera í, at samgongan tek­ur undir viðuppskoti Tjóð­veldisfloksins, sjálvt um taðkemur frá einum andstøðuflokki. – Eg haldi heldur ikki, at tey úttalilsi, vit hava sæðog hoyrt, hava verið negativ. Spurningurin er, um samgongan samtykkir hetta uppskotiðsaman viðand­ støðuni – ella, um samgongan ger sítt egna uppskot. Hetta er eitt álvarsmál, og eg ivist onga løtu í, at Føroyar hava stað­fest Kyoto-sáttmálan innan eitt ella tvey ár. Formaður Sambands­floks­ ins heldur ikki, at samgongan bara kann siga nei til eitt uppskot sum hetta. – Vit hava eina ábyrgd, og vit mugu vísa hesa ábyrgd í verki. Eg havi lisið upp­ skotiðígjøgnum og haldi, at Tjóðveldisflokkurin hevur gjørt eitt gott arbeiði. Tað er tí ikki óhugsandi, at sam­ gongan kann taka undir við­ uppskotinum, sigur hann. Partur av Evropa Kaj Leo Johannesen ásannar, at sum partur av Evropa og umheiminum annars noyðast Føroyar at vísa, at vit meina tað, vit siga, og tá iðræður um umhvørvisvernd hava vit í longdini ikki ráðat vera eftirbátur. – Eg haldi, at landsstýris­ maðurin, sum situr viðorku- og umhvørvismálum eigur at fáa heimild til at taka upp samráðingar viðdanir um, hvussu Føroyar kunnu gerast partur av Kyoto- sáttmálanum um vernd av umhvørvinum. Eg havi skilt landsstýrismenninar hjá Fólkaflokkinum soleiðis, at teir ikki eru avvísandi í hesum máli, og eg veit, at Jacob Vestergaard hevur savnaðymisk hagtøl í hesum sambandi, sigur formaður Sambandsfloksins. Formaður Sambandsfloksins: Vit standa við orðini um Kyoto – Vit hava eina ábyrgd, og vit mugu vísa hesa ábyrgd í verki. Eg havi lisið uppskotið ígjøgnum og haldi, at Tjóðveldisflokkurin hevur gjørt eitt gott arbeiði. Eg haldi taðtískil ikki vera óhugsandi, at samgongan kann taka undir við uppskotinum, sigur Kaj Leo Johannesen Tað segði Sam­ bandsflokkurin... Heilsa og sjúka Í annaðkvøld, týskvøldið, hava føroyingar í Danmark høvi at hoyra serlæknan Boga Davidsen hugleiða um heilsu og sjúku. Tiltakið verður í Føroyahúsinum í Keypmannahavn. Bogi Davidsen, ið hevur virkað sum lækni í ein mansaldur, er kendur innan orðaskiftið um samkynd, og hann er eisini kendur sum góður frásøgumaður. Evnið til hugleiðingarnar hevur hann sjálvur valt, og hann fer at siga sína hugsan um heilsu og sjúku. Postboð siga upp Tað er eftir øllum at døma ikki serliga hugaligt at vera postboð í Danmark. Í hvussu er søgdu næstan 7.000 postboð upp í fjør, og tað svarar næstan til ein triðing av øllum postboðunum í landinum. Aðalstjórin, Helge Israelsen, sigur við Jyllandspostin, at tað er ikki bara postverkið, sum skiftir fólk ofta, men hann ásannar tó, at alt er kanska ikki, sum tað eigur at vera. Fakfelagið sigur, at postverkið krevur alt ov nógv av postboðunum. Umhvørvi Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo - Jú, eg skilji væl, at Bogi Hansen ruskar undir okkara fólkavaldu, men eg eri ikki samdur við honum um, at vit politikarar eru nakrar klovnar. Tað sigur Kaj Leo Johanne­ sen, formaður Sambands­ floks­ins. Í Sosialinum fríggjadagin ruskaði Bogi Hansen, pro­ fessari í havfrøði, av álvara undir okkara fólkavaldu. Hann segði, at um Føroya løgting ikki samtykkir at seta í gildi Kyoto-sáttmálan at galda fyri Føroyar, er enn einaferð staðfest, at Føroyar verða stýrdar av nøkrum ábyrgdarleysum klovnum. – Hetta er hart sagt, men eg kann væl fylgja Boga Hansen, sum ótolnast um, at heimurin – og eisini vit føroyingar – taka verulig tøk til tess at verja umhvørvið, nú líkt er til, at globala dálk­ ingin rættiliga er farin av ávirka veðurlagið kring um heimin. Spurdur, um úttalilsini hjá Boga Hansen, sum fekk norðurlendsku um­hvørv­ isvirðislønina í fjør heyst, kunnu føra til eina sjálv­ rann­sakan millum pol­itik­ arar, heldur Kaj Leo Jo­­ hannesen: – Jú, tað er nakað um tað, og eg ivist onga løtu í, at sterku úttalilsini hjá Boga eru meint konstruktivt. Tað er eingin ivi í mínari sál um, at vit eiga at taka umhvørvi í størsta álvara – og í nógv størri álvara enn higartil. Kaj Leo Johannesen sigur, at Føroyar sum land avgjørt eiga at senda eitt “signal” út í heim, sum sigur, at vit eru við í strembanini eftir størri umhvørvisvernd. – Tað nyttar einki bara at siga, at vit vilja verða við. Vit mugu vísa umheiminumí verki, at vit ERU við. Gera vit ikki tað, verða Før­oy­ ar roknaðar sum b-land í hesum høpi, og tað er eitt vánaligt “signal” at senda út í heim, eisini til okk­­ara marknaðarlond, sig­­ur formaður Sambands­ floksins. – Eg skilji Boga – men vit eru ikki klovnar