Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-22, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. januar 2007síða 8

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 15 - 22. januar 2007 tíðindi 27. januar verður føroyskur tónleikur heiðraður á Planet Awards, umframt heiðurslønir, galla og góðan mat verður nakað av tí fremsta innan føroyskan tónleik at hoyra: Guðrið Hansen, Boys In A Band, Páll Finnur Páll, 200, Rókur, Showmenn og danska superstjørnan Bryan Rice Planet Awards Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Nú stundar til at Planet Awards og skráin á stóra gal­la tiltakinum er um at ve­ra komin upp á pláss. Tón­list­ar­liga verður talan um eitt breitt kvøld við nøkr­um av tí besta innan før­oysk­an tónleik. Tað er lon­gu avdúkað, at danin Bryan Rice kemur við sín­ um singer/songwriter ken­ da poppi. Hann hevur við sínum fangandi poppløgum spælt seg beint inn í hjørtuni á danum. 200 koma við sí­ni punkmaskinu og Páll Finn­ur Páll skipa fyri syng­ ið við veitslu. Í dag kun­ nu vit avdúka restina av skrán­ni. Stjørnuskotini úr Boys In A Band framføra sín fangandi konseptrokk, Guð­rið Hansen syngur og spælir solo og Rókur fram­før­ir sín egna tónleik. Kvøld­ið endar við dansi við Føroya besta dansibólki Show­monn­um. Á tiltakinum verða planet­ ir latnar til bestu út­gá­vu, besta bólk ella ein­stak­ling, besta nýggja bólk ella ein­ stak­ling, bestu song­kvin­nu, besta sangara, bes­ta út­lend­ ska bólk ella ein­stak­ling og sjálvandi planet herða­ klapp­­ið. Tað er Planet.fo, ið skipar fyri tiltakinum í samstarvi við Sosialin, Føroya Tela, Før­oya Banka, Atlantic Air­ ways, Føroya Bjór, Trygg­ ing­ar­felag Føroya og Hotel Før­oyar. Tað besta innan føroyskan tónleik Boys In A Band Boys In A Band er í uppskoti til planetina fyri besta nýggja bólk. Bólkurin hevur lýst tónleikin, ið teir spæla sum kovboy rokk. - Hetta er nútímans rokkur, sum vit kenna hann úr Onglandi og úr Glasgow, segði sangarin Pætur Zachariassen við Sosialin, áðrenn bólkurin fór á pall fyrstu ferð í GBOB. Framførslan hetta kvøldið var so sannførandi, at bólkurin spældi seg beint í finaluna, og endaði sum næst besti bólkur føroysku finaluni. Síðan tá hevur Boys In A Band vunnið sær alt fleiri fjepparar, á konsertum kring Føroyar og á Planet Awards fer bólkurin aftur á pall, og fer, sum vant, at vera 100% gjøgnumførdur í øllum tí sum hann ger. Tónleikur, tekstir, útsjónd og framførsla skal sampakkað við konseptið. Guðrið Hansen Guðrið Hansen er í uppskoti til planetina fyri bestu songkvinnu. Hetta er annað ár á rað, at Guðrið kappast við songkvinnurnar Eivør og Lenu um henda heiður. At vera ein av einans trimum kvinnurøddum, ið er í uppskoti annað ár á rað, vísir í hvørjum flokki, Guðrið er. Hennara rødd er egin og frálík. Sum einstaklingur og í bólkunum, PH 5,5 og Isadora & The Rebels hevur Guðrið víst sínar stóru dygdir sum songkvinna. Hetta hevur m.a. givið henni gestaleiklutir á fløgunum hjá Peturi Pólsyni og hjá Flemming Petersen. Á planet Awards verður møguleiki at uppliva Guðrið við kassagittara sínum. Rókur Rókur er í uppskotið til planetina fyri besta sangara. Rókur Jákupsson Jakobsen hevur síðan fyrst í nítiárunum gjørt vart við seg á føroyska tónleikapallinum. Við bólkinum Lokum gjørdu Rókur og vinmaðurin Hallur størstu landapláguna í nítiárunum, Charlie. Í bólkinum Tangz vann Rókur seg upp millum best dámdu mannligu songrøddirnar í Føroyum. Hann gjørdist við tíðini ein garantur fyri success í Prix Føroyum. Hann sang bólkar sum Tangz, Diatribes og MC-Hár í Prix Føroyar finaluna, onkran av bólkunum fleiri ferðir. Við seinasta Prix sang Rókur, All That Rain í prix hálvfinaluna, men teir gjørdust ov stuttur í ultra konsentreraðu finaluna. Samstundis hoyrdist alt meira til Rók í solo høpi. Í 2004 vann hann singer/songwriter kappingina, og sigurin legði grund undir fyrstu útgávuna hjá Róki sum einstaklingi. Showmenn Showmenn er føroya fremsti dansibólkur. Teir fýra Kim Hansen, Jens Marni Hansen, James Olsen og Jóhannus á Rógvu hava hvør í sínum lag sett sín dám á føroyska tónleikapallin seinastu nógvu árini. Kim, Jens Marni og James eru allir royndir oddamenn, meðan Jóhannus hevur lagt botnin hjá nøkrum av størstu føroysku tónleikanøvnunum seinastu 30 árini. Serliga styrkin hjá Showmonnum er stóra fjøllbroytni. Sum oddamenn og sangarar eru Kim, Jens Marni og James sera ymiskir og samstundi allir av sera høgari góðsku. Hetta ger, at tá tú hoyrir Showmenn kanst tú uppliva nógvar ymiskar dansibólkar í einum, samstundis sum góðskan er reyði tráðurin. Á Planet Awards fara Showmenn á tann pallin har bólkurin, hevur havt nakrar av sínum bestu framførslum. Showmenn var í fleiri ár fastur bólkur til jólaborðhaldini á Hotel Føroyum, og hesi kvøld vóru altíð frálíkar veitslur. Showmenn eru tí upplagdur bólkur, at undirhalda á stóra gallatiltakinum. Gestir lýsa við tilnevning Fløgan Burtur frá Toftunum hjá Gestum er í uppskoti sum besta fløga á Planet Awards umframt at sangarin Ólavur Jákupsson er í uppskoti sum besti sangari. Umframt at ein dómsnevnd velur millum uppskotini telja sms atkvøður fyri helvtina av avgerðini. Hetta hevur fingið bólkin, at fara undir at reka. Sum til ber at síggja á myndini, hava Gestir, gjørt lýsingar á síni myspace síðu, har heitt verður á fólk at atkvøða fyri teimum. Hetta er bert eitt dømi um, hvussu stóran týdning tónleikarar meta Planet Awards hava. Nephew samstarvar við Timbaland Besti útlendski bólkur á Planet Awards í fjør Nephew, nærkast einum altjóða gjøgnumbroti. Á reyða teppinum á MTV-awards í Keypmannahavn segði amerikanski toppprodusarin Timbaland, at hann kundi hugsað sær at arbeitt saman við Nephew, hetta verður nú veruleiki, skrivar G!Festivalurin. Ynski hansara er nú vorðið veruleiki og Timbaland situr í løtuni og arbeiðir við onkrum Nephew lagi, Lagið verður á útgávuni "Timbaland Presents Shock Value”, við nøvnum sum Justin Timberlake, Missy Elliot, Jay Z, Nelly Furtado, Dr. Dre, 50 Cent, The Hives, She Wants Revenge og Chris Martin.