mánadagur 22. januar 2007síða 9
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 15 - 22. januar 2007
9
SAMBAND
árni joensen
fartekst@mail.dk
-Abbe Pierre var eitt stórt menniskja; hann var
samvitskan, og hann var ímyndin av tí góða
Jacques Chirac, forseti
Stutt sagt
Stríðsmaður
deyður
Franski presturin Abbe
Pierre doyði í nátt 94 ára
gamal. Tann rómversk-
katólski presturin var víða
kendur fyri sítt áhaldandi
stríð til frama fyri tey
fátæku og heimleysu í
Fraklandi og aðrastaðni.
Tað var Jacques Chirac,
forseti,
sum
kunnaði
franska fólkið um, at
presturin var deyður. Í frá
boðanini segði forsetin, at
Abbe Pierre var ein stórur
maður og ímyndin av tí
góða. Abbe Pierre doyði á
einum hernaðarsjúkrahúsi
í París.
Endiliga
sleiti í
Fyri fyrstu ferð í næstan
tríggjar mánaðir kundu
fólk í Bergen í gjár fegnast
um, at tað regnaði ikki.
Tað er einki at siga til, at
fólk vóru fegin í gjár, tí tá
hevði tað regnað hvønn
einasta dag síðani 29.
oktober ella í samfullar
84 dagar. Annars hevur
tað kavað nógvastaðni í
Noregi teir seinastu dag
arnar, men ikki í Bergen.
Veðurmenninir siga, at
tað skuldi kava eitt sindur
í dag, men at tað væntandi
fer aftur at regna mitt í
vikuni.
Sovnaði og
rendi á
Seinasta sumnmar rendi
ein danskur trolari á ein
oljupall í Norðsjónum, og
nú hevur sjóferðslustýrið
staðfest, at skipið rendi
á, tí at tann 24 ára gamli
stýrimaðurin var sovn
aður á brúnni. Stýrið sig
ur, at stýrimaðurin, sum
er niðurlendingur, var
troyttur eftir at hava verið
á vakt leingi. Hann hevði
verið niðri á dekkinum
og fór aftur á brúnna, har
hann var einsamallur.
Men stut eftir sovnaði
hann, og hóast tólini á
brúnni ávaraðu um saman
stoyt, vaknaði hann ikki,
fyrr enn skipið rendi á
oljupallin. Hvørki pallurin
ella skipið fingu stórvegis
akaða.
útlond
Meiri enn 200 bingjur
eru longu farnar í
havið, og bretska
sjóverjan stúrir fyri,
at skipið kann brotna
ella holvast
MSC Napoli kom í havs
neyð í illveðri í síðstu viku.
Tað eydnaðist at bjarga
manningini, og bretsku
myndugleikarnir gjørdu av
at seta skipið á land heldur
enn at lata tað reka fyri vág
og vind.
Nú er vandi fyri, at MSC
Napoli kann brotna. Skipið
hevði ikki færri enn 2.394
bingjur umborð, tá tað kom
í havsneyð, men síðani eru
meiri enn 200 bingjur farnar
í havið, og fleiri teirra eru
síðani riknar inn á strondina
nærhendis
Sidmouth
í
útsynningspartinum
av
Onglandi.
Myndugleikarnir
har
siga, at lastin hjá skipinum
vigar góð 41.000 tons, og at
av tí eru umleið 1.700 tons
av ymsum vandamiklum
evnum.
Harafturat
eru
umleið 3.000 tons av olju
í tangunum, og higartil eru
umleið 200 tons runnin út
í havið.
MCS Napoli er 16 ára
gamalt og bleiv seinast
góðkent til altjóða farma
sigling fyri tveimum árum
síðani. Tað vóru bretsku
sjóferðslumyndugleikarnir,
sum kannaðu og góðkendu
skipið tá.
So hevur Hillary
Clinton kunngjørt, at
hon ætlar sær at stilla
upp til forsetavalið
næsta ár, men tað er
ikki vist, at hon kann
vinna
Sum fyrrverandi forsetafrúa
og sum væl lýddur senatorur
er Hillary Rodham Clinton
eitt væl kent andlit í USA.
Hon hevur fingið nógv
rós fyri sítt arbeiði í Senat
inum, men tey nógvu
árini á politiska pallinum
hava eisini útvegað henni
mótstøðumenn. Eitt nú hava
mong ilt við at gloyma, at
hon atkvøddi fyri innrásini í
Irak, og so hava fólk heldur
ikki gloymt tann serliga
leiklut, sum hon fekk sum
forsetafrúa.
Millum teir demokratisku
veljararnar er kortini eingin
ivi um, at Hillary er tað
besta forsetavalevnið hjá
flokkinum. Í einari mein
ingakanning hjá Washing
ton Post siga 41 prosent
av demokratunum, at tey
styðja Hillary. 17 prosent
siga eg styðja Barrack
Obama.
Men í somu kanning
siga 44 prosent av teimum
spurdu, at tey eru ikki heilt
nøgd við Hillary Clinton,
og tað er eitt stórt tal, siga
politiskir eygleiðarar. Eitt
nú halda fleiri demokratiskir
veljarar, at hon er ov fræls
lynt, og tað kann geva henni
trupulleikar í summum
statum. Tí fer hon ætlandi
at brúka tað næsta árið til at
sissa tey misnøgdu.
Tann stóri spurningurin
er, um USA er búgvið til
at fáa eina kvinnu í for
setaembætið, og um tað er
rætt at velja eina kvinnu til
forseta, meðan landið er í
kríggi. Meiningakanningar
vísa, at amerikanararnir
hava álit á einari kvinnu
sum forseta, og at tær flestu
kvinnurnar eru sinnaðar at
velja eina kvinnu í Hvítu
húsini.
Í løtuni sær tað út til,
at Barrack Obama er tann
einasti, sum fer at geva
Hillary Clinton mótstøðu,
tá demokratarnir skulu velja
forsetavalevnið. Hann er
svartur, og tí skal flokkurin
selja ímillum at fáa eina
kvinnu ella ein svartan
mann í forsetaembætið, og
hvørki er roynt fyrr.
Politiskir
eygleiðarar
siga, at velja tey at stilla
upp saman, annað sum for
setaevni og hin sum vara
forsetaevni, kann tað gerast
trupult hjá øðrum at basa
teimum.
Skip við 2200 bingjum
kann brotna
Saman kunnu tey vinna
Hillary Clinton og Barrack Obama. Saman kunnu tey vinna amerikanska forsetavalið næsta ár
MSC Napoli. Í morgun lá skipið umleið 30 stig á bakborð.