mánadagur 22. januar 2007síða 10
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 15 - 22. januar 2007
Tað skerst ikki burt, at Tórshavn er ein kommuna
í sera sterkari menning. Býurin veksur við rúkandi
ferð, og hóast ferðin kann vera eitt sindur ørkymlandi,
má ásannanst, at góð javnvág er í útbyggingini. Um
vikuskiftið vórðu nýggjur skúli og nýggj ítróttarhøll
og læknamiðstøð alment tikin í nýtslu í Kollafirði.
Øll orsøk er at fegnast um hesa hending og orsøk er
at ynskja ikki bert kollfirðingum men øllum borgarum
tillukku. Skal ein samanlegging av bygdum í størri
eindir eydnast og vinna undirtøku, so er umráðandi,
at javnvág er millum allar geografiskar partar í komm
ununi.
Nýggjur skúli og nýggj ítróttarhøll fara at bøta heilt
munandi um trivnaðin í økinum. Trupulleikar hava
verið av skúlabyggingini, men hesir eru nú av, og øll
kunnu nú fegnast, um at børn og lærarar hava fingið
tær bestu umstøður. Skúlin er støðið undir øllum
framburði, og í hesum høpi hava góð hølir nógv at
siga. Tað er eisini sera týdingarmikið, at tey ungu
hava góðar ítróttarhentleikar. Alt, sum stuðlar upp
undir gott og sunnt frítíðarvirksemi er av tí góða.
Tað er umráðandi, at tey ungu hava góð alternativ til
bilarnar og gøturnar. Tað er hartil sera umráðandi,
at borgarunum standa góð mentanartilboð í boði. Í
hesum høpi skal býráðsformaðurin hava rós fyri ætlan
sína at keypa Skeivapakkhús. Hetta hús er, sum hann
sjálvur sigur, ein perla og kann mynda karmin um
spennandi virksemi sum framsýningar bæði varandi
og tíðaravmarkaðar. Eitt, sum er heilt upplagt, er at
leggja Tórshavnar býarsavn í Skeivapakkhús og annars
so sær Miðlahúsið bert fyrimunir í at fáa kapping sum
mentanarhús frá eitt nú einum Skeivapakkhúsi. Húsini
skulu sjálvsagt samstarva og kappast um at geva
føroyingum tey bestu tilboð. Hinvegin fer Miðlahúsið
sum partur av hesum umhvørvinum í framtíðini at
leggja sera stóran dent á upplýsandi og kjakfremjandi
tiltøk. Tað er umráðandi, at alment og privat ganga
hond í hond fyri at menna alt hetta spennandi økið,
Vágsbotnur, Bryggjubakki og umhvørvið framvið
Tórsgøtu kunnu gerast ein framtíðar katalysatorur og
magnetur fyri miðbýin.
So langt so gott kann ein siga um Tórshavnar kommunu.
Tað tykist, sum tað er ein sera sterkur vilji til at veita
borgarunum ta bestu tænastu á øllum økjum. Hinvegin
kann ein sakna eina heildarætlan fyri alt tað mestsum
rastleysa virksemi, sum eyðkennir politikkin hjá
býráðsmeirilutanum. Hvørjar yvirskipaðar ætlanir eru
á øllum økjum – vinnu, mentan. Hvussu verður raðfest
og nær verða raðfestigarnar settar i verk? Her sakna vit
ein dialog millum býráð og borgarar, men hann kann
kanska koma enn. Tá hetta er sagt, má ásannast, at her
hendir nógv gott og spennandi. Livst so spyrst.
Sosialurin
Ein býur – kommuna
– í menning
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo
Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo
Bjarta Joensen bjarta@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo
Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo
Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Kykmyndir:
Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1330
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðslan
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
SAMBAND
eirikur lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
tlf 341800
viðmerkingar
John Johannesen, tingmað
ur, hevur tikið mær tað illa
upp, at eg havi víst á tær
ókeypis markeringarnar og
hykklið, ið mynda føroyskan
politikk í løtuni. Hann hevur
tí skrivað eina almenna
grein um undirritaða og
Tjóðveldisflokkin.
Tað
skuldi hann ikki havt gjørt,
tí hon er sera avdúkandi
– fyri avsendaran.
Hóast eg bert havi staðfest
politiskar veruleikar, ið eru
alment kendir, so svarar
hann aftur við einum ras
andi persónligum álopi á
undirritaða og Tjóðveldis
flokkin. Tað eru vit so von
við. Ikki gongur dagur í
tinginum, har vit vísa á upp
skot ella finnast at førda
politikkinum, uttan at tað
elvir til útspillingar av
Tjóðveldisflokkinum. Um
hvat, hann hevur gjørt ella
ikki gjørt seinastu 60 árini.
Hesar bíligi undanførslur
kunnu sjálvsagt allir politik
arar føra fram móti hvørjum
øðrum ad finitum – í tað
óendaliga. Tað er ongin
kunstur, men tað tænir ong
um endamáli uttan at kasta
ábyrgd frá sær og skúgva
alla sakliga viðgerð til
viks. At yngsti politikarin
á løgtingi fer í hetta sama
kórið, sum eitt nú Hendrik
Old og Marjus Dam syngja
í hvønn tingdag, er sjálvsagt
eitt ómetaligt vónbrot fyri
okkum.
Men vit raka ikki veruliga
botn, fyrr enn politikarar
byrja at sleingja ósannindi
og fordómar eftir hvørjum
øðrum, tá teir eru kroystir.
Tað ringasta er, at hesin
framferðarháttur
verður
brúktur eins og í skúlagarð
inum. Kennir onkur seg
kroystan í sínum egna flokki
og hevur fingið ilt í sínar
floks- og samgongufelagar,
so kann hann altíð leypa á
tann, sum leiðararnir eru
samdir um at happa. Tá fær
hann aftur herðaklapp frá
leiðarunum í skúlagarðinum
og sleppur kanska aftur upp
í part fyri eina tíð.
Greinin hjá John Johanne
sen er tíverri enn eitt tal
andi dømi um hetta. Hon
er bygd á ósannindi í øllum
lutum. Hann afturvísir ong
um av teimum atfinning
um, ið undirritaði hevur
ført fram, men velur skúla
garðsloysnina:
John Johannesen heldur
uppá, at undirritaði skal
hava givið honum ábyrgdina
fyri at 34.452 sivilfólk
eru dripin í Irak. Tað er
ósatt, sum ein og hvør kann
kunna seg um við at lesa
mína grein.
Hann sleingir út, at Tjóð
veldisflokkurin skal hava
góðtikið flúgving í føroysk
um loftrúmi í sambandi við
“eitt náðileyst álop á Irak” í
oktober 2002. Hetta er ósatt.
Tjóðveldisflokkurin hevur
ongantíð tikið undir við at
geva loyvi til henda flutning.
Annars byrjaði Irak-kríggið
ikki fyrr enn í mars 2003
– og áðrenn tað hevði
Tjóðveldisflokkurin tikið
stig til eina løgtingssamtykt
ímóti Irak-krígnum, sum
eisini javnaðarflokkurin tok
undir við.
Hann leggur undirritaða
undir sum landsstýrismaður
at hava verið uppi í avgerðum
um loyvi til flutning í
føroyskum loftrúmi. Sigur
enntá, at undirritaði skal
hava “sitið við endan”.
Tað eru rein ósannindi.
Tað eru bert løgmaður og
uttanlandsnevnd, ið viðgera
slíkar spurningar. Og øll
ráðførsla er í trúnaði teirra
millum. Men sjálvandi
– tað er jú lættari at leypa
á undirritaða enn á sínar
egnu samgongufelagar. Við
hesum logikki kundi Tjóð
veldisflokkurin brúkt ork
una uppá at spilt Bjørn Kalsø
út fyri trúnaðarráðførslur
hjá løgmanni í dag.
At enda leggur John
Johannesen undirritaða und
ir ikki at vilja samstarva á
vinstraveinginum, og leggur
Tjóðveldisflokkin undir at
“kasta saman við teimum
borgarligu”(!). Hetta lati
eg standa eina løtu, meðan
vit hugsa um, hvør situr í
samgongu løtuni og tann
politikk, ið verður førdur.
Nú um dagarnar hoyrist,
at Heilsufrøðisliga Starvs
stovan tann 1. apríl í ár
ætlar at taka plastleiku av
handilshillunum, tí hesi
leiku innihalda skaðiliga
evnið “phalat”, sum skal
vera krabbameinselvandi,
og kann harvið skaða
smærri børn, sum bíta í ella
súgva hesi leiku.
Tað er ivaleyst í lagi við
hesi ávaring og handling,
men nú fara eg og ivaleyst
mong onnur við mær at bíða
eftir, nær Heilsufrøðisliga
Starvsstovan fer at tøma
handilshillarnir fyri tubbaks
vørur. Tað eru øll prógv og
innihaldslýsingar, og ikki
minst álvarsligu ávaringar,
ið siga frá, at tubbakk er
drepandi og elvir til krabba
meins- og aðrar ræðuligar
fylgisjúkur. Í tubbakki eru
4.000 skaðilig evni, so
her er nógv at fara eftir. Í
plastleikunum er bara eitt
skaðiligt evni!
Eg haldi, at nú má hesin
fullkomni heilsuørskapurin
steðga, tí tað er so ótrú
liga lætt at fara inni í leiku
handlarnar og har tøma hill
arnar fyri leiku, tí børnini
mótmæla ikki, men fara
hesir úrmælingar á heilsu
økinum inn í kioskir og
handlar at tøma hillarnar
fyri tubbaksvørur, so kemur
róp í, verið vís í tí. Vørurnar
eiga at verða tiknar av hill
unum, skal parolan um
heilsuskaðilig evni haldast.
Øll evni eru væl líka fyri
lógini, ella hvussu?
Til samanberingar kann
sigast, at hagtøl vísa, at
tað doyggja uml. 80 -
100 føroyingar árliga av
tubbaksrealteraðum sjúk
um, men veit Heilsufrøðiliga
Starvsstovan, ella sjúkra
húsverkið
í
Føroyum
nakað um deyðsfall ella
sjúkur, orsakað av evninum
“phalat” í plastleikum?
Forrestin, so bíði eg eisini
eftir, at løgtingsmaðurin,
sum herfyri rópti “hyster
iskt” um alment roykibann,
at hann eisini fer at tosa
og skriva um hysterí, har
tað veruliga er talan um
hysterí. Enn hoyrist einki,
ið hvussu so er.
Tann óunniligi sannleikin
Høgni
Hoydal
Victor
Carlsen
Hysteriskt!!