mánadagur 22. januar 2007síða 12
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 15 - 22. januar 2007
Tørvur á arbeiðsfólki
Javnan berast tey tíðindi í
fjølmiðlunum, at føroyskum
arbeiðsgevarum
tørvar
arbeiðsmegi.
Arbeiðsgevarar, serliga
við virksemi innan byggi
vinnuna og fiskivinnuna,
bera fram, at vantandi
arbeiðsfólk
er
orsøkin
til, at framleiðslan er av
markað í mun til, hvat
hon kundi verið. Í sama
viðfangi
verður
nortið
við, at hóast arbeiðsmegin
ikki røkkur, eru fólk, ið
fáa arbeiðsloysisstuðul úr
ALS, og at tað mangan er
til fáný tis at venda sær til
arbeiðsávísingina hjá ALS
eftir arbeiðsfólki.
Eitt feskt dømi um eina
slíka framseting var at lesa
í Sosialinum frá 18. januar
2007, har stjórin í Sandoy
Seafood
er
endurgivin
fyri at siga, at á Sandoy
Seafood hava tey einaferð
enn staðfest, at tey fáa ikki
nógv burturúr at leita eftir
fólki í ALS. Sama er støðan
í Tavuni, har virkisleiðarin
er endurgivin fyri at siga,
at teir hava roynt at fáa fólk
umvegis ALS, men at hetta
hevur verið til fánýtis. Og
í Sosialinum frá 9. januar
2007 er grein um trot á
arbeiðsmegi í flakavinnuni.
Í greinini verður staðfest, at
uppgerðin um ta vantandi
arbeiðsmegina stendur í
skerandi andsøgn við upp
lýsingar, sum ALS hevur,
og sum, sambært greinini
í Sosialinum, vísa, at 105
fiskafólk ganga hendur í
lumma.
Hesar
framsetingar
kunnu geva fólki ta fatan, at
ALS ikki avgreiðir arbeiðs
tilboðini á nøktandi hátt,
og hetta havi eg hug at gera
nakrar viðmerkingar til.
Arbeiðsfólk frá ALS
Í 2006 avgreiddi ALS 330
arbeiðstilboð fyri arbeiðs
gevarar. Talan var um bæði
almennar og privatar arbeiðs
gevarar kring alt landið, og
um arbeiði bæði á sjógvi
og á landi. Stórur partur av
arbeiðstilboðunum vóru til
fiskavirki og línubátar.
Tá ið ALS fær ein fyri
spurning eftir fólki, senda
vit so skjótt sum gjørligt
eina røð av CV’um hjá fólki
aftur til arbeiðsgevaran.
Roynt verður at finna per
sónar, sum hava bústað, so
at til ber at koma aftur og
fram til arbeiðis sama dag.
Tær stóru broytingarnar í
undirstøðukervinum í Før
oyum hava, sum vera man,
stytt um tíðina at koma
aftur og fram hjá einum
stórum parti av Føroya
fólki, og hesar broyting
arnar hava eisini ávirkað,
hvørji
arbeiðstøk
fólk
verða vald til tey ymisku
arbeiðstilboðini.
Okkara tummilsregla er,
at arbeiðsgevarin fær 10
CV fyri hvørt arbeiðsfólk,
ið tørvur er á. Tað vil siga,
at um ein arbeiðsgevari
ynskir 2 arbeiðsfólk, fær
viðkomandi 20 CV send
andi at velja ímillum, um
20 fólk eru skrásett í skip
anini við teimum røttu før
leikunum og við bústaði
í einum øki, so at til ber
at koma til og frá arbeiði
sama dag.
Tað er altíð avgerðin hjá
arbeiðsgevaranum, hvørji
av hesum fólkum hava rætt
ar førleikar til arbeiðið, og
hvørji hann ynskir at tosa
nærri við. Um hann velur
5 av hesum 20 fólkunum,
verður tað ein spurningur,
um nakar av hesum 5 fólk
unum velur at taka av
arbeiðstilboðnum.
Hini 15 fólkini fáa ikki
møguleikan at velja og
verða verandi í skipanini.
Tá ið talan er um ávís
arbeiðstilboð, millum annað
á fiskavirki, tykist gongdin
tey seinastu árini at hava
verið, at stórir partar av
teimum arbeiðstøku velja
at siga nei takk. Hendan
gongd tykist samsvara við
høvuðsniðurstøðurnar
í
kanningini
Arbeiðsmegi
á føroysku flaka- og fiska
virkjum í framtíðini, sum
granskararnir
Dennis
Holm og Bogi Mortensen
hava latið úr hondum.
Samanumtikið vísir tann
kanningin, at nógv av teim
um, sum arbeiða á flaka- og
fiskavirkjum, ynskja annað
arbeiði, og at børn teirra fáa
annað arbeiði.
Tá ið talan er um arbeiðs
tilboð á øðrum økjum enn
hesum, eisini fyri ófak
lærd, gongur munandi bet
ur at finna fólk til arbeiðs
gevararnar.
Haldgóða grund?
Arbeiðstøk,
sum
fáa
arbeiðsloysisstuðul, hava
rætt til at siga nei takk til eitt
arbeiðstilboð. Møguligar
avleiðingar fyri arbeiðstøk
av ikki at taka av einum
arbeiðstilboði frá ALS eru,
at tey fáa karantenu í 4
vikur, ella at tey verða koyrd
úr skipanini, tí at tey ikki
eru at meta sum arbeiðstøk.
Hava tey haldgóða grund,
fær tað ikki avleiðingar fyri
útgjaldið, um tey ikki taka
av einum arbeiðstilboði.
Ein av teimum haldgóðu
grundunum er ein lækna
váttan.
Lágt arbeiðsloysi
Við ársbyrjan 2006 vóru
umleið 1000 fólk skrásett
at fáa útgjald frá Arbeiðs
loysisskipanini.
Í løtuni eru um 500 fólk
skrásett at fáa útgjald, og
er hetta tað lægsta arbeiðs
loysi hesa ársins tíð, síð
ani partarnir á arbeiðs
marknaðinum settu Arbeiðs
loysisskipanina á stovn fyri
skjótt 15 árum síðani.
Av hesum umleið 500 fólk
unum eru umleið 100 fólk
skrásett við arbeiðsroyndum
innan fiskavirkisarbeiði.
Hesi fólk eru búsett kring
allar Føroyar.
Nýggj ávísingarskipan og
førleikamenning
Hin 26. oktober í fjør fekk
almenningurin
loksins
atgongd til www.starv.fo,
arbeiðsávísingina á inter
netinum. Skipanin er ein
liður í royndunum hjá ALS
at betra um tænastustigið
fyri bæði arbeiðsgevarar og
arbeiðstakarar, og royndir
higartil vísa, at undirtøkan
fyri hesi skipan hevur verið
góð.
Eisini hava vit tvey tey
seinastu árini arbeitt miðvíst
við at betra um útboðið av
førleikamennandi skeiðum
fyri arbeiðstøk. Hesi skeið
eru ment við tí fyri eyga
at betra um møguleikarnar
hjá arbeiðstøkum at koma
aftur til arbeiðis, og tørv
urin á førleikum á arbeiðs
marknaðinum hevur stóran
týdning, tá ið vit skipa fyri
hesum førleikamennandi
skeiðum. Leggjast skal aft
urat, at ein partur av, hvat
slag av skeiðum ALS bjóðar
teimum arbeiðstøku, er
gjørd í samráð við vinnuna
og fakfeløgini.
Samanumtikið
Samanumtikið kann sigast,
at tað lága arbeiðsloysið,
rætturin hjá arbeiðstøkum
at siga nei til arbeiðstilboð,
og talið av fólki, sum
arbeiðsgevarar eru áhug
aðir í at seta í arbeiði, hava
ávirkan á úrslitið av einum
arbeiðstilboði, sum ALS
avgreiðir. Við amboðum
sum starv.fo og førleika
menningini verða úrslitini
av hesum arbeiðstilboðum
frameftir støðugt betri.
Eingin hjálp frá ALS? – viðmerking til
kjakið um tørvin á arbeiðsfólki
stjóri á Arbeiðs
loysisskipanini
Ernst
Jacobsen
Sjálvstýrisflokkurin
stuðlar menningarætlan
fólkaskúlans hjá
landstýrismanninum í
Mentamálum
Sjálvstýrisflokkurin tekur
sera positivt móti útsøgn
unum frá Jógvan á Lakj
uni, landstýrismanni um,
at tímatalið hjá fyrsta og
øðrum flokki verður hækk
að við einum tíma yvir trý
ár. Eftir hesi ætlan verður
minstkravda
tímatalið
hjá fyrsta flokki økt úr
núverandi 18 til 21, og fyri
annan flokk úr 20 upp í
23 undirvísingartímar um
vikuna í 2009.
Grannalond okkara hava
hægri tímatal enn vit, og
ynskiligt var sjálvsagt, at
tímatalið fyri 1 flokk var 25
tímar ella meira. Tað er so
alt tengt at játtan, (ætlaða
økingin í tímatalinum kost
ar áleið 4 mió).
Tað er sera umráðandi at
fáa fleiri føroyskt-tímar til
fyrstu árgangirnar. Ein má
jú duga sítt egna móðurmál
væl og virðiliga, áðrenn
farið verður undir at læra
fremmandamál.
Vit hava ikki ráð at lata
vera, tí byrjanin av skúla
gongdini er avgerandi fyri
úrslitið í seinra endanum.
Sjálvstýrisflokkurin hev
ur eisini í skrivligum fyri
spurningi víst á trupuleikan
við lesi og skriviveikum
næmingum og manglandi
hagtølum. Vónandi tekur
landstýrismaðurin hendan
bólk, ið eftir metan telur eini
10 %, við í uppraðfestingina.
Tað verður bíligari, um
hesi børn kunnu fáa hjálp
í byrjani, so tey kunnu
fylgja við í undirvísingini.
Truplari er at menna tey
á eftirskúla, tí tey onki
hava fingið við av vanligu
undirvísingini.
Uppgávan at fáa fólka
skúlan
so
góðan
og
mennandi sum gjørligt,
krevur átak frá okkum
øllum.
Lærarar
og
næmingar, hølisviðurskifti,
undirvísingartilfar, upp
gávan hjá heimunum og
foreldrum, og síðst men
ikki minst, politiski viljin
til uppraðfesting.
Landstýrismaðurin
hevur tikið fyrsta stigið.
Taka vit øll lógvatak í
felag kunna tungar byrðar
lyftast, fólkaskúlanum at
gagni.
løgtingsmaður
Kári P.
Højgaard
Er fyri at hækka tímatalið hjá í fyrsta flokki
Nú so nógv er umrøtt í
fjølmiðlunum um heili
vágsnýtslu í Klaksvík, og
hvør orsøkin kann vera til
hetta, kenni eg tað sum
mína skyldu at koma við
einari frágreiðing um ein
part av hesari nýtslu. Tað
snýr seg um B12 vitamin,
sum má gevast sum inn
spræning
við
ávísum
millumbilum fyri sjúkuna
perniciøs anæmi. B12
verður kannað í blóðinum,
og finst tað ov lágt, týðir
tað upp á hesa sjúkuna, og
so má B12 gevast regluliga
sum innspræning. Hetta
lægra markið er ásett av
heilsustýrinum og er tað
sama í øllum landinum.
Tað hava verið nógvir
læknavikarar í Klaksvík
seinastu
nógvu
árini,
sum medisinius skrivar í
lesarabrævi, tí læknatrot
hevur verið, og har hava
verið nógvir útlendingar.
Ein svenskur lækni var har
fyri nógvum árum síðani
í fleiri styttri og longri
tíðarskeið, navnaskeltið
sást í fleiri ár uttan fyri
læknahølið. Eg havi eisini
verið læknavikarur har í
fleiri umførum seinastu 10
árini, og eitt tað fyrsta, eg
varnaðist, var at so nógvir
sjúklingar
fingu
B12
vitamin sum innspræning,
hóast perniciøs anæmi er
rættiliga sjáldsom sjúka.
Eg gjørdi vart við hetta
yvir fyri teimum læknum
og sjúkrasystrum, sum tá
vóru har, og fekk at vita, at
hesin svenski læknin, sum
eg ongantíð hitti, hevði
byrjað hesa viðgerð við
tí grundgeving, at okkara
mark fyri B12 í blóðinum
var alt ov lágt, í Svøríki
skuldi markið vera nógv
hægri, og vandi fyri at fáa
Parkinson sjúku ella onkra
aðra neurologiska sjúku
var stórur, um B12 var lágt
í blóðinum. Tað er tí væl
skiljandi, at sjúklingar,
sum fáa slíkt at vita, vilja
halda fram við at fáa hetta
medisin, sjálvt um aðrir
læknar siga tey ikki hava
hesa sjáldsomu sjúku, og
tí ikki hava fyri neyðuni
at fáa B12 innspræningar.
Tá einki hjáárin er, so ger
tað einki, halda tey.
Tá
annar
svenskur
lækni gjørdi vart við hetta
í fjølmiðlunum í fjør,
ringdi eg til hansara og
greiddi frá, at viðvíkjandi
B12 var tað hansara egni
landsmaður, sum hevði
sett hesa viðgerð í verk
og grundgevingarnar fyri
tí. Tað harmaði hann at
so var, men helt, at har
mátti onkur misskiljing
vera, tí markið fyri B12
i blóðinum var á leið tað
sama í Svøríki sum her. Tá
Útvarp Føroya herfyri tók
málið upp og tosaði við
hendan svenska læknan
um júst hetta, nevndi hann
einki um teir upplýsingar,
sum eg hevði givið hon
um, men vildi líkasum
bara leggja ábyrgdina
yvir á virkandi læknar í
Klaksvík og landslæknan,
sum hann hevði sent bræv
um
heiligvágsnýtsluna
har. Frá- greiðingin um,
hví hann fór avstað áðrenn
ta ásettu tíðina, var eisini
eitt sindur ullint.
Skála 20.01.07.
Nýtsla av heilivági
Sigvald
Krtistiansen
viðmerkingar