Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-22, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. januar 2007síða 13

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 15 - 22. januar 2007 13 viðmerkingar Val er fjórða hvørt ár, øll valevnini skriva og profilera seg í eyst og vest. Hvat sker eftir hann er valdur, fer hann í dvala, svevur hann ella vaknar hann ikki eftir sigurin? Hetta eru spurningar sum nógvum fólki listir at vita. Ella er tað soleiðis, at tann nývaldi politikarin broytist, tá hann traðkar inn um gátt­ ina í tinghúsinum. Nú fer at stunda til nýtt fýra ára skeið hjá teimum ymisku politikaranum, og tað fyrsta sum verður engt við, verður hvat teir hava fingið av skafti, hvat er í umbúna, hvør hevði skylduna av tí, at tað ikki lat seg gera, yvirskot/undirskot á fíggjarlógini o.s.fr. Er nøkur skomm skapt í einum politikara? Út av teimum 32 valdu eru ikki meiri enn 5, 6, 7 reellir politikarir, restin situr og svevur í tímanum ella gløðir eftir hvat hinir gera, - royna at spenna bein fyri góðum politikki. Okkurt er galið, hvat tað er, eri eg ikki heilt greiður yvir. Verður snakkað um fiski­ vinnumál, leypa allir á blá­ mann, hvør hevur betur loysn enn mótstøðuparturin. Loysn upp á hvat? Hyggja politikkarar eftir tí lokala samfelagnum ella øllum landinum at frama. Tíverri verður hugt ov ofta eftir tí lítla lokala samfelagnum, har politikk­ arin kemur frá. Hetta hevur viðført til nógvar smáar loysnir sum ikki eru til gagn fyri alt samfelagið, og víðari førir til trætur og ónøgd runt í landinum. Tað eru ikki fólkini, men politikkarin sum hevur skapt hesa ónøgd, men hann ger ikki mætari enn, at geva skylduna yvir á onkran annan politikkara, sum so ger tað sama sum undanfarni. Hetta spinnaríði koyrir so víðari inntil eingin tímir at spyrja/hoyra meira um málið. Nógv tos hevur verði frammi um EFTA limaskap, tættari samstarv við ES, kommunusamanlegging, ríkis­felagsskapin, skatta­ lætta og onnur mál sum kemur øllum fólkinum við. EFTA kunnu vit eftir øllum at døma skjóta ein langan hvítan píl eftir, ES ræðast ávísir flokkar. Men tað sker ikki meira enn, tosa og tosa, kanna og kanna. Hví verður málið um ES ikki lýst væl og virðiliga, har fyrimunir og vansar verða kannaðir, so fólki kann fáa eina meining um málið og síðan sent út til fókaætkvøðu? Ikki sum nú er, har ræðu­ myndir og tílíkt verður ført fram av teimum nei siganadi politikkaranum, og tað mótsatta frá hinari síðuni. Vit kunnu ikki fáa tað røttu myndina fram fyrr ein nágreinilig kanning er gjørd, til frama ella ikki, fyri land okkara. Eingin einstakur politikkari kanna siga hvat er rætt ella skeivt. Hevði hetta verði gjørt, so kundu politikkarinir ar­beitt víðari eftir eina fólka­ætkvøðu. Vildu føroy­ ingar inn í ES, ja so høvdu polittikarinir havt nakað at arbeitt við. Var so støðan hin móttsatta, ja so høvdu teir eisini fingið at vita, hvat teir ikki skullu arbeiða framm ímóti, tað sama er galdandi fyri ríkisfelagsskapin við danir. Men tað sær út til, at teir heldur vilja keglast um spurningin nøkur ár afturat, - nei eingin hevur bein í nøsini og tekur stig til tílíkt. Kommunusamanlegging er eitt heitt mál - men hong­ ur í leysari luft enn. Hví ikki politiskt áleggja at 7 kommunueindir skulu verða innan t.d. 2010? Sum nú er so kundi Tvør­ oyra Kommuna lagt saman við Sands Kommunu um tær vóru einigar. Men hvat borgarin hevði fingið burtur úr, tað viti gud. At enda vil eg koma við einum uppskoti til allar politikkar. Hetta uppskot fer at geva okkum føroy­ ingum eina hylling av, hvør er ein politikkari ella hvør situr í havnini og roynur at tekkjast sær sjálv­um/næstringum. Framtíðin 1. Leggið kommununar sam­an í 7 eindir innan 2010 (Norðoyggjar, Eyst­ ur­oyggin í tvær komm­ unur, restin av Streym­ oynni í eina, Vágar í eina, Sandoyggin, Suður­ oyggin). 2. Landið sanera skuld hjá teimum mest trongdu kommununum so tær kunnu koma uppundan. Hetta má gerast fyri at kommununar kunnu fóta sær eftir truplu 90´ini. Allar kommununar koma eftir hetta at verða líka­stillaðar. 3. Kommunuskatta­pro­cent­ ið verður sett til 18%. Hetta procentið skal ikki kunna fara upp á nakran hátt, heldur hinvegin. 4. Skattaprocentið hjá land­ inum verður sett til max 17%. 5. Eldraøkið verður lagt út til allar kommununar, har landið letur pening fylgja við og gjaldir partvís fyri bygginguna. Kommunan yvirtekur raksturin og viðlíkahald, fyri restina av tíðini bygn­ ingurin verður brúktur til endamálið. 6. ES-málið og ríkisfelags­ skap-málið verða sendar út til fólkaatkvøðu. Fáa eina avvikling av hvat fólkið vil 7. MVG verður koyrt upp til 27% á allar vørur. Einki undantak. 8. Pensiónskipanin verður gjørd einkul, 10.000 krón­ ur um mánaðin, eingin ekstra ískoytir. Hesi ískoyti gera tað bara trup­ult fyri umsitingina. Eg kundi blivið við, men onkrastaðni má steðgast. Hesi omanfyri nevndu punkt­ir, eru fyri flestu føroy­ ingar tey í greiða skal fáast á, ella koma vit ikki víðari. Hevði eitt tílíkt uppskot verið samtykt í tinginum, høvdu fylginar verði fylgj­ andi: Meiri peningur hjá fólki at brúkt ella hvat tey nú einferð vildu. Størri keyps­ orka vil sjálvandi viðføra meira inntøka av MVG til landið. Øll gjalda sama topskatt, sjómaðurin, flakakonan, akademikarin o. s. fr, sum víðari vildi ført til størri nøgdsemi hjá fólkið og fak­ feløgum. Tey gomlu høvdu havt eina trygga inntøku. Kommununar kundu lagt eina landtíðar ætlan, har eingin skuld gjørdi foringar, men tó skal eitt íløguloft verða, fyri hvussu nógv kann spanderst hvørt árið sær. Hetta eru so nakrir fyri­ munir, teir eru tó fleiri. Vans­ ar dugi eg ikki at síggja, men um teir eru tilstaðar so kundi onkur greitt mær frá teimum. Vit eiga nógv dugnaligt fólk og eisini fyritøkur inn­an tøkni sum skjótt høvdu sett eina skipan sam­ an, soleiðis at omanfyri nevndu punkt kundu blivi veru­leiki. Lógarbroytingar skullu til, men tað er jú tað, vit hava politikkarar og um­sit­ ingina til. Hvar er politikarin, ella er nakar politikari. Framtíðin ? Jan Haldansen Javnaðarflokkurin tekur sjálvsagt undir við Kyoto- avtaluni, um at minka um luftdálkingina. Hes­um boð­aði Javn­aðarflokkurin longu frá undan valinum, og hesa ætlan syrgdi Javn­ aðarflokkurin fyri at fáa við í sam­gonguskjalið. Vit vera sjálvsagt eisini við til at fremja hana í verki Kyoto sáttmálin skal set­ ast í gildi fyri Føroyar. Hesi vóru greiðu boðini frá Javnaðarflokkinum í val­skránni “Tað góða sam­felagið” upp undir løg­ tings­valið í 2004. Hetta var meint í álvara, og Javn­ aðarflokkurin stendur fram­ vegis við hvørt orðið. Í samgonguskjalið frá 2004 fekk Javnaðar­flokk­ urin niðurfelt, at “miðvís ætlan verður løgd fyri at minka um luftdálkingina” og at “Føroyar skulu taka lut í altjóða samstarvi við atliti at felags átøkum, ið minka um dálkingina, menna um­hvørvisverndina og økja um burðardygdina”. Síðani samgonguskjalið varð undirskrivað hevur Javn­aðarflokkurin reglu­ liga strongt á sam­gongu­ flokkarnar, fyri at fáa góða viljan framdan í verki. Hóast vit ikki eru komin á mál, so hevur hesin politiski viljin kortini borið ávøkst. Nýggj elveitingarlóg, ið leggur dent umhvørvisvinarliga el­framleiðslu, er liðugt fyri­ reikað og send út til hoyr­ ingar. Harumframt er fram­ tíðar grønur orku­poli­tikkur orðaður. Aðalorðaskifti um orkupolitikkin er sett á skrá í løgtinginum hósdagin 1. februar. Renna undan ábyrgd Tíverri ber kortini til at staðfesta, at vit eru langt burtur frá nógvum av lyftu­ num, ið givin eru í sam­gongu­ skjalinum um umhvørvis- og orkupolitikkin. Hetta mest tí, at júst hetta økið er nakað, ið traditionelli meirilutin í politisku flokk­ unum ikki tekur í serliga stórum álvara. Tó dámar flokkunum væl at koma við politiskt korrektum út­meldingum um málið. Dømini eru fleiri. Eitt gott dømi sóu vit herfyri. Formaður Sam­ bandsfloksins, sum eisini er fíggjarnevndarlimur, sendi 31. oktober 2006 út eitt tíðindaskriv. Í tíð­ inda­skrivinum boðaði Kaj Leo Johannesen frá, at Sambandsflokkurin mæl­ir til, at Føroyar gerast ein partur av Kyoto-av­tal­uni. Um sama mundi vórðu penga­posarnir í fíggjar­ nevnd­ini fluttir aftur og fram frá øki til øki. Kaj Leo Johannesen hevur sum limur í fíggjarnevndini og sum floksformaður stórt vald í hesum spæli. Hann er eisini væl vitandi um, at umhvørvisfyrisitingin er niðurpínd og neyðugt er við peningi, skal nakar hugsingur vera um at fáa gjøgnumført Kyoto. Men hann skaffaði ikki eina krónu. Heldur ikki vildi formaður Sambandsfloksins vera við, tá eg sjálvur saman við Andriasi Petersen, Johan Dahl og Hergeiri Nielsen legði fram uppskot fyri tingið, um at játta 5 milliónir krónur til umhvørvisvernd, eftir at hetta økið er skorið fyri játtan seinastu árini. Fólkaflokkurin vildi heldur ikki vera við, og stórur partur av Javnaðarflokkinum var ov upptikin av at býta grót­ rúgvur ímillum sín. Útpurring Andstøðan hevur gjøg­ num­skoðað veiku støð­ una hjá samgonguni á um­hvørvisøkinum. Tí sær Tjóð­veldis­flokkurin sær góðan møgu­leika fyri rumbli, við at leggja upp­ skot til sam­tyktar fyri løg­ tingið, har heitt verður á lands­­stýrið, um at taka undir við Kyoto. Tað undraði meg ikki sørt at hoyra ábyrgdarpersónar fyri allar tríggjar samgongu­ flokkarnar í útvarps­tíðind­ unum herfyri. Knappliga vóru teir allir ímóti Kyoto – einsamallir í verðini. Helst var hetta orsakað av samvitskubiti og vanligu for­dómunum ímóti and­ støðuni. Mín meining um and­ støðuuppskotið er, at vit eiga at taka hetta sum eina útpurring í tøkum tíma. Samgongan eigur at virða samgonguskjalið, taka á seg solidariska ábyrgd í heimssamfelagnum og bein­an vegin fara undir at fyrireika ígildissetan av Kyoto. Ikki eftir diktaturi frá Tjóðveldisflokkinum, men sum eina skilagóða politiska ætlan, ið langt síðani er avtalað í samgonguni. Kanska Edmund Joensen tá kann siga, at her hendir kortini nakað... Sjálvsagt ja til Kyoto Løgtingsmaður www.john.fo John Johannessen