mánadagur 22. januar 2007síða 14
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 15 - 22. januar 2007
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
magnus gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
tlf 341800 fax 341801
Stórur áhugi er
fyri føroyskari list í
Íslandi. Umleið 200
fólk vóru koman
saman, tá føroyska
listaframsýningin í
gallarí Hafnarborg í
Íslandi lat upp
Orð og myndir:
Edmund S. Jacobsen
Hósdagin 11. januar 2007
kl. 17.00 læt upp ein stór
føroysk listaframsýning í
Hafnarborg í Íslandi. Við á
framsýningini eru verk eftir:
Edward Fuglø, Astri Luihn,
Sigrun Gunnarsdóttir, Tor
bjørn Olsen, Eyðun av Reyni
og Ingálvur av Reyni, sála.
Hóast kavarok og illveður
hendan dagin vóru eini
300 fólk komin saman til
fernisering, so áhugin fyri
framsýningini má sigast at
vera stórur.
Pétrun Petursdóttir, savns
leiðari á Hafnarborg, bjóð
aði vælkomin, og Helga
Hjørvar, stjóri á Norður
atlantsbryggjuni, í Keyp
mannahavn, bar fram røðu
og setti framsýningina.
Framsýningin er at síggja
til 4. februar.
Føroysk listaframsýning í Íslandi
Stór føroysk listaframsýning í
Hafnarborg í Íslandi
Eyðun av Reyni (v.m.) er ein av framsýnarunum
Dagurin
23. januar. Emerentius.
Navnið er komið skeivt
fyri; tað skal vera
Emerentiana,
deyð
umleið ár 300 (í gomlum
álmanakkum Emerent).
Hon var vinkona við
Agnas (sum varð tikin av
døgum umleið ár 300) og
var steinað til deyða, tá
ið hon fylgdi vinkonuni
og harðliga hevði at
teimum, sum píndu og
drupu hana.
Prógv
Malan Mikkelsen, hevur
tann
29.
novembur
2006 fingið prógv, sum
matvøruverkfrøðingur
(cand.techn.al) á Danmark
Tekniske
Universitet
(DTU).
Landslæknin, Høgni
Debes Joensen,
fer nú í farloyvi í
tríggjar mánaðir. Í
hesum tíðarskeiði
verður hann við
flakatrolaranum,
Skálabergi hjá JFK-
Troli í Klaksvík.
Danski læknin, Per
Vagn-Hansen, fer
at loysa av, meðan
landslæknin verður í
Barentshavinum
Út á hav
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Hetta er ikki fyrstu ferð, at
Høgni Debes Joensen tekur
farloyvi og fer til skips.
Vártúrarnar í 2003 og 2004
var hann umborð á flaka
trolaranum, Sundabergi, og
nú fer hann so at royna seg
umborð á Skálabergi.
Høgni trívist væl at sjónum
og er fallin væl til saman við
manningini umborð.
Nú leiðin hjá landslæknan
um gongur í Barentshavið,
fer danski læknin, Per Vagn-
Hansen, at virka sum vikarur
fyri Høgna Debes Joensen.
Per Vagn-Hansen verður
í starvinum hjá landslækn
anum frá 24. januar og fram
til endan av apríl mánaða.
Avloysarin
Høgni Debes Joensen hevur
sent út eitt tíðindaskriv um
farloyvi og avloysaran.
– Um Per Vagn-Hansen
er í stuttum at siga, at hann
varð lækni í 1969 og tók
embætislæknaprógv í 1978.
Hann starvaðist í fleiri ár í
danska Heilsust‡rinum sum
lækni, eitt skifti sum yvir
lækni. Per hevur drúgvar
royndir sum embætislækni
og var í slíkum starvi árini
1982-2003 í Storstrøms
Amt, og síðani 2003 hev
ur hann verið stjóri á ráð
gevingarfyritøkuni, Public
Health Dialogue.
Lagt verður aftrat, at
í Danmark er Per eitt nú
kendur sum undirvísari
hjá pedagogum, lesandi,
læknum,
kommunalum
starvsfólki og øðrum.
– Mest kendur man hann
annars vera sum rithøvundur,
og kendastu bøkur hansara
eru helst ”Sundhed, miljø
og hygiejne i pædagogisk
arbejde (572 bls)” og
”Håndbog for dagplejere
og dagplejepædagoger (197
bls)”, ið komu ávíkavist í
2006 og 2005, sigur Høgni
Debes Joensen í tíðinda
skrivinum.
Landslæknin fer við Skálabergi
Avloysari í landslæknaembæt
inum verður danski læknin,
Per Vagn-Hansen, sum eisini
er rithøvundur
Landslæknin fer nú til skips við Skálabergi, men hetta er ikki
fyrstu ferð, hann fer í Barentshavið