Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-22, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. januar 2007síða 15

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 15 - 22. januar 2007 15 Ingibjørg Patursson Restorff, ættað úr Kirkjubø búsitandi í Tórshavn, andaðist sunnudagin 21. januar, 95 ára gomul. Jararferðin verður úr Vesturkirkjuni hósdagin kl. 13.00 Sungið verður úr sálmabókini Trúgvi Egholm andaðist á Eirargarði sunnunáttina, 39 ára gamal. Jarðarferðin verður kunngjørd seinni. Kistan við Sigurd Bærendtsen fer úr Landsjúkra­ hús­kapellinum týsdagin kl. 14, og fer suður til Skop­unar við Teistanum kl. 15:45. Jarðarferðin verður úr Skopunar kirkju mikudagin kl 13. Sungið verður úr sálmabókini. Tey, ið vilja minnast Sigurd, kunnu lata Skopunar kirkju eina gávu Andlát og jarðarferðir Tað er ein hópur av tankum ið troðka seg fram ið samband við, at mín góði vinur og partamaður Cristian Olsen andaðist tann 15 desember 2006, bert 60 ára gamal. Enn í dag, ein góðan mánaða eftir at Christian andaðist, kennist tað sera tungt at hugsa um, at hann ikki er ímillum okkum longur. Christian var eitt menniskja við nógv­um talentum og góðum egin­ leikum, ein góður maður og pápi, ein mentamaður, inspirator, vegleiðari og javnaðarmaður í orðsins sanna týdn­ ingi og síðst men ikki minst, ein vinur ið ein altíð visti hvar ein hevði. Eg kann ikki seta dagfesting á nær ið vit komu at kennast, men frá vit fluttu til Klaksvíkar at búgva í 1984 visti eg hvør tú var. Av álvara komu vit ikki at kennast og koma saman fyrr enn í 1990, tá ið vit fluttu norð í Jørundsgøtu at búgva. Sigur ein Christian, so má man siga Andrias, tí tit báðir vóru saman nærum hvønn dag og tykkara vinaband var sjáldsama sterkt. Soleiðis hevur tað verið øll tey 16 árini, ið eg havi kent tykkum báðar. Tú hugsaði altíð um onnur og vísti tað eisini í verki. Tær ferðir tú hevur hjálpt mær og mínum, við stórum og smáum, eru óteljandi. Eisini hevur tú haft nógv góð prát við okkara børn, og óivað hevur tú givið teimum onkur góð ráð. Tað politiska var ein týðandi táttur í okkara samveru, tú var góður í ráð­um, og gott var at tjakast við teg um ymisk politisk mál ið vóru á skránni. Eg avloysti Christian í sjúkhússtýrinum tíðliga í 90’unum, og ringdi hann beinanveg og ynskti mær tillukku. Hann kom oman við øllum sínum tilfari og gav mær eina holla innføring í hetta arbeiðið. Tá vóru vit ikki rættuliga komin at kenn­ ast, men hetta var óivað byrjanin til okkara tætta vinalag og politiska felagskap. Tá eg í 1998 var vald í Klaksvíkar býráð, var tú ein hollur stuðul at spyrja til ráðs. Christian hevði eitt ótrúligt minni og kundi fortelja mær um hvønn fermetur í kommununi, hvat søgan var og nær ið hvat var hent. Christian hevði, sum øllum kunnugt, verið formaður bæði í teknisku og sosialu nevnd so hansara vitan um lokalpolitikk var sera stór. Javnaðarflokkurin hevur nógv at takka tær fyri, tín partur lá ongantíð eftir. Tað hevur onki valstríð verið í nýggjari tíð, har Christiansa partur hevur ligið eftir. Sjálvt um Christian var ein øgiliga útatvendur persónur, so var hann eisini bæði glaður fyri, góður við, og upptikin av hvussu tað gekk tykkara børnum. Hann fylgdi við í øllum, sum tey fingust við og var ógvuliga errin av tykkum tá ið tit høvdu avrik­ að nakað, ið hann helt vera gott. Hó­ast útatvendur so var ongin ivi, hjá okkum ið kendu Christian, at Sólfríð, børn og abbabørn vóru grundvøllurin í hansara lívi. Vit eru nógv ið kenna stóran sakn, nú ið tú er farin, ikki minst tíni nærm­ astu. Vit í Jørundsgøtu vilja, við hes­ um fáu orðum, takka tær so hjartaliga fyri alt, ið tú hevur verið fyri okkum. Hvíl í friði góði Christian og Harrin signi tykkum, ið eftir hann sita. Eyðgunn Samuelsen Minningarorð um Christian Olsen Ferðsla Nýggja koyrikortkunngerðin leggur upp til, at øll, ið skulu endurvinna koyrirættin eftir at hava mist hann treytaleyst orsakað av rúsdrekka, skulu fylgja einum R/F-skeiði (Rúsdrekka & Ferðsla), áðrenn tey sleppa upp til koyriroynd aftur. Hesir 5 koyrilærararnir hava sum teir fyrstu í landinum fingið undirvísing og prógv um, at teir kunnu bjóða fólki á tílik skeið. Trý umboð fyri Akstovuna vóru eisini við. Skeiðið varð hildið á Skarvanesi vikuskiftið 19.- 21. januar í ár. Skeiðleiðari var Poul Jákup Thomsen. Hetta kemur í gildi 1. februar í ár. hjh Kelda: www.koyrilararin.fo R/F-skeið: Fyrstu koyrilærararnir fingið prógv Hesir fimm koyrilærararnir fingið undirvísing og prógv í sambandi við R/F-skeiði f.v.: Benny Ejdesgaard, Mikkjal Hansen, Jens Pauli Rein, Hans J. Hermansen, og Edvin Bernhardsson Tøkk Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu, tá okkara elskaði maður og pápi Áki á Miðgerði Hvalba doyði og varð jarðaður. Tøkk til Jenis, Ólavur og Jónsvein fyri góð og troystarrík orð. Tøkk til Árna og Jens Mortan fyri urguspæl og Theodor fyri vakran sang. Tøkk til kirkjutænararnar. Tøkk fyri kransar og peningagávur og alt vit fingu til ervið. Tøkk til floksfelagarnar hjá børnunum. Tøkk til lærararnar, øllum tykkum mongu, sum hjálptu til við ervinum, og tá vit komu suður. Tøkk til berarar og sangarar. Tøkk til øll, sum vóru í kapellinum og til jarðarferðina. Fyri tey avvarðandi Svanhild, Sólgerð, Vagnur og Elias nøvn Tøkk Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum á ymiskan hátt gleddu okkum og vóru við til at gera dagin tann 8. desember so hugnaligan. Ein serstøk tøkk til Elsbu og Sigrid fyri tær hjálpandi hendur, sum tit veittu. Kærastu heilsanir gullbrúðarparið Emma og Sigmar Johannesen