Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-22, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. januar 2007síða 16

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 15 - 22. januar 2007 tíðindi Í samband við yvirtøku av fólkakirkjuni og harvið smíð av nýggjum lógum, er Felagið fyri Kirkjuráðslimir á kunningarferð saman við Bergi Berg frá Mentamálaráðnum Kirkja Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Tummas Lauritsen, for­mað­ ur í Felagnum fyri Kirk­ ju­­ráðs­­lim­ir, og Bergur Berg, Mentamálaráðið, byrj­­a­ðu sunnudagin eina kun­n­­ing­­ar­­ferð kring land­ ið, har ætlanin er at kun­na kirkjuráðslimir um lóg­ar­ smíð í samband við yvir­tøk­ una av fólkakirkjuni og geva teim­um møguleika at spyrja og gera viðmerkingar. Tummas Lauritsen og Berg­ur Berg høvdu fyrsta fund­in sunnudagin umborð á Smyrli, meðan skipið lá við bryggju á Kram­ba­tanga. Kirk­ju­ ráðs­­lim­­ir úr Suðuroynni lýd­du áhugaðir á, meðan Berg­­ur Berg greiddi frá og aftaná var møguleiki at ge­ra viðmerkingar og seta spurn­ing­ar. Bergur Berg kun­na­ði eisini um mø­gu­ leik­an at gera við­merk­ ing­ar á heimasíðuni hjá Mentamálaráðnum. Tummas Lauritsen sigur, at ymiskt var, ið kirk­ju­ráðs­ lim­ir­nir høvdu hug at gera viðmerkingar til. - Eittnú er galdandi í Danmark og í galdandi lóg­ um hjá okkum, at møguleiki er at gera sonevnd val­kirk­ju­ lið. T.d. er Torben Jo­hanne­ sen prestur í einum slík­um í Danmark. Okkara kirk­ju­lið eru vanliga landa­frøð­i­lig, soleiðis at skilja, at ein er við har, ið ein býr. Men mø­gu­leik­in við val­kirk­ju­lið­ um dettur burtur í nýggju lóg­­un­­um, men talan er nú um at fáa hetta inn aftur í lógina, sigur Tummas Laur­ it­sen. - Hetta førir so eisini við sær, at aðrir møguleikar mu­gu vera viðvíkjandi kirk­ju­skat­ti. Ein má kunna “taka hann við sær”, har ein vel­ur fara í eitt kirkjulið, nevn­ir Tummas Lauritsen, sum annars fegnast um, at eini 22 limir møttu á fundi, hóast ivasom koyrilíkinidi og hann metir eisini, at Smyr­il hóskar sum fund­ar­ stað­ur. Fundurin á Smyrli var hin fyrsti í røðini. Kun­na­di ferðin heldur fram og mánadagin 22/1-07 er fundur í Klak­ s­vík í kjallaranum í Christianskirkjuni. Miku­ dag­in 24/1-07 er fundur í Hval­vík í Missiónshúsinum. Leyg­ar­dag­in 27/1-07 verð­ ur fundir í Sandavági í Mein­ig­heits­hús­in­um, miku­ dag­in 31/01-07 verður fund­ ur í kjallaranum í kirkjuni í Gøtu, mikudagin 07/02.07 í Ar­g­ja kirkju og fríggjadagin 09/02-07 í Skopun í Ung­ man­na­fel­ags­hús­in­um. Allir fundirnir eru klokk­ an 19:30. Felagið fyri Kirkjuráðslimir á kunningarferð Fríggjakvøldið varð brin­gu­mynd av skald­ in­um Poul F. Joensen av­dúk­að á samkomu í skúla­n­um í Sumba Tað er italiumaðurin Gio­ va­n­ni Francesco Nonne, ið hev­ur evnað bringumyndina til úr gipsi. Arnfinnur Bjark­ ham­ar tók stig til at keypa og fáa myndina til Sumbiar, har hon skal standa á bóka­ savn­in­um í skúlanum. Poul F. vaks upp í Sumba, men sítt vaksna lív búði hann í Froðba, tó hann on­gan­tíð segði seg gloyma heim­bygd­ina. Á samkomuni savnaðust nógv fólk og tað var son­ur Poul F, Johannus Joen­sen, ið tók dúkin av bringu­mynd­ ini. Trygvi Thomsen og Dan­ jal Johan Lisberg hugleiddu um skaldið og Hanus G. Jo­han­sen sang løg, ið hann hev­ur sett til yrkingar hjá Poul F. Sumbingar og tey sam­an­ kom­nu kvóðu sínaði tvey kvæði, ið Poul yrkti, og síð­ ani var kaffi á skránni. Poul F. avdúkaður Fáa íleggjarar Borgarstjórin í Fuglafirði, Sigurð Simonsen, væntar ikki, at partafelagið, sum skal gera tann ætlaða tunnilin millum Kambsdal og Skálabotn, fer at fáa trupulleikar við at fáa íleggjarar at fíggja verkætlanina. Tunnilin, sum kommunan ætlar at gera, verður 2300 metrar langur og er mettur at kosta 100 mió. krónur umframt vegir til teir báðar munnarnar. Í síðstu viku bað kommunan vinumálaráðið um loyvi til at gera tunnilin. Byggja út Tey, sum eiga Hotel Streym, hava søkt Tórshavnar kommunu um loyvi til at byggja hotellið út. Hotellið, sum byrjaði sítt virksemi í fjør, hevur sum er 14 kømur. Men tað hevur víst seg at vera ov lítið, og tí er ætlanin at byggja uppí. Nýggi bygningurin verður átta ferðir tólv metrar í trimum hæddum. Tann niðasta hæddin verður til parkering, og í hinum báðum koma tólv kømur afturat. Útbyggingin er mett at fara at kosta fýra mió. krónur. (Kelda: www.dimma.fo) Hálkan órógvaði løgregluna Vikuskiftið hjá løg­ reg­lu­ni hevur verið ó­g­vu­li­ga friðarligt, og verður sæð burt­ur frá nøkrum hál­ku ó­happ­um, so hev­ur ver­ið millum lít­ið og onki at gjørt hjá teim­um LØGREGLUTÍÐINDI Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Aftur hesaferð var tal­an um eitt friðarligt viku­ skif­ti hjá løgregluni. – Her hevur verið øgiliga frið­ar­ligt. Vit hava havt nøk­ur hálku óhapp, tí nak­að av kava hava vit ha­vt, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í morg­ un. Tal­an hevur verið um smá óhapp kring alt land­ ið, tíbetur uttan at stór­ veg­is skaði stóðst av tí nak­ra­stað­ni. Í mun til náttarlívið, sum ofta hevur verið nakað harðligt, var eisini lítið at gera hjá løgregluni. Fólk skikkaðu sær pent og ongin harðskapsmál vóru. – Okkurt smávegis her­ verk var tó, og onk­r­­ir fullir menn vór­ðu tikn­ ir upp, men ann­­ars on­ki óvanligt, sig­­ur vak­t­hav­ an­di á løg­reg­lu­støð­ini í mor­g­­un.