mánadagur 22. januar 2007síða 17
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 15 - 22. januar 2007
17
tíðindi
Jóannes Eidesgaard
er ikki longur so
avgjørdur um at halda
fund í lítlu samgongu
um støðuna hjá Alfred
Olsen Løgtinginum.
– Tað verður ikki ein
serskildur fundur um
tað, sigur løgmaður,
hóast hann áður
hevur sagt seg vilja
havt ein fund um
Alfred Olsen. Jóannes
Eidesgaard heldur
útmeldingarnar frá
Sambandsflokkinum
vera misvísandi
POLITIKKUR
Theodor E. D. Olsen
theodor@sosialurin.fo
Jóannes Eidesgaard, løg
maður og samgonguleiðari,
boðaði millum jólanna
frá, at hann fór at krevja
fund í lítlu samgongu um
støðuna hjá Alfred Olsen í
Løgtinginum.
Men nú tykist pípan at
hava fingið annað ljóð.
- Eg havi nevnt fyri tær,
at vit fóru at hava fund um
málið.
- Men tað verður ikki
ein serskildur fundur til
tað. Eg royni at fylgja við
útmeldingunum frá Sam
bandsflokkinum,
sigur
Jóannes Eidesgaard, ið legg
ur afturat, at hann heldur
hesar útmeldingar hava ver
ið mísvísandi, sum hann
orðar seg.
- Nú mugu vit síggja,
hvat kemur frá Sambands
flokkinum.
Bíðistøða
- Bólturin liggur hjá Sam
bandsflokkinum, og nú
mugu teir gera leikin lidn
an, sigur Jóannes Eides
gard, ið sigur seg vera í
“bíðipositión”. Løgmaður
sigur seg halda, at Alfred
Olsen hevur róð fram undir,
at hann ynskir at vera partur
av samgonguni aftur.
Spurdur, um hann einki
fer at gera, um Sambands
flokkurin
vil
varðveita
núverandi
støðu,
har
Alfred Olsen stendur uttan
fyri samgonguna, svarar
løgmaður, at tað ætlar hann
ikki.
- Men fyribils liggur málið
hjá Sambandsflokkinum,
sigur Jóannes Eidesgaard.
Alfred Olsen er
ikki partur av
samgonguni, men er
partur av valbólki
samgongunnar og
kennir seg tí ikki
sum ein part av
andstøðuni. Sjálvur
heldur hann hetta
minna um støðuna
hjá Kára P. Højgaard
POLITIKKUR
Theodor E. D. Olsen
theodor@sosialurin.fo
- Viðurskiftini eru góð við
samgonguna.
Tað sigur Alfred Olsen,
tingmaður fyri Sambands
flokkin, hóast hann fram
vegis stendur fast við, at
hann ikki er limur í somu
samgongu.
Hann leggur dent á, at
hann er limur í Sambands
flokkinum og atkvøður við
honum, men í sonevndum
etiskum málum stendur
hann fríur.
Men ert tú so formelt ikki
samgongulimur, men reelt?
- Eg havi meldað út, at
eg ikki er ein partur av
samgonguni, og hetta havi
eg gjørt formelt klárt við
at senda eitt tíðindaskriv
út, sigur Alfred Olsen, og
nevnir Kári P. Højgaard,
tinglim Sjálvstýrisfloksins,
ið ikki er partur av sam
gonguni, men er í valbólki
við samgonguni.
- Støðan hjá Kára vísir,
at tað ber til, sigur Alfred
Olsen,
ið
vissar
um,
at hann er ein partur av
tingarbeiðnum og hevur
somu atgongd til nevndar
sessir, sum Kári P. Høj
gaard hevur sum partur av
valbólki samgongunnar.
Hvørki í samgongu
ella andstøðu
Ert tú so við í valbólkinum
hjá samgonguni?
Ja, tað eri eg, sigur Alfred
Olsen.
Tú følir teg altso ikki sum
ein part av andstøðuni?
- Nei, eg føli meg ikki sum
ein part av andstøðuni, sigur
næstformaður Sambands
floksins, ið enn sigur vera
uttan fyri samgonguna.
Alfred Olsen sigur seg
hava verið á nógvum fund
um í seinastuni, og sigur ikki
dáma, at fundarfólk verða
órógvað av fartelefonum,
og hetta er orsøkin til, at
hann ikki hevur svarað
Sosialinum fyrr enn í dag,
hóast blaðið hevur roynt
at fáa orðið á hann í eina
viku.
Spurdur, um hann hevur
frætt nakað frá løgmanni,
ið áður hevur meldað út,
at støðan hjá Alfred Olsen
skuldi viðgerast í lítlu sam
gongu ínnan tingfundin í
morgin, svarar Alfred Olsen
noktandi.
- Nei, eg havi einki hoyrt
um tað. Men vit hava demo
krati, og løgmaður hevur
rætt til at kalla inn til fund,
um hann vil tað, staðfestir
Alfred Olsen, ið framvegis
hvørki er partur av andstøðu
ella samgongu á tingi.
Nýggir mjólkar
pakkar í dag
Í dag broytist ein kendur partur av
gerandisdegnum hjá okkum øllum, tí nú
koma nýggir mjólkarpakkar á marknaðin
við nýggjum litum og nýggjum nøvnum
MJÓLK
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
- Pakkarnir verða vakurt bláir, reyðir, gulir og grønir
og mynda eina snøgga eind, sum ger tað lætt at skilja
ímillum ymsu mjólkina, bæði hjá børnum og vaksnum,
sigur Mjólkarvirkið Búnaðarmanna í tíðindaskrivi.
Nøvnini verða Mjólk, Millummjólk, Lættimjólk
og Soltimjólk, ið á greiðan og fólksligan hátt vísa til
fitiinnihaldið í mjólkini.
- Við hesum er skapt ein snotilig og fullfíggjað
heild fyri høvuðsvøruna hjá MBM. MBM er einasti
mjólkarveitari í Føroyum og sær tað sum skyldu
sína at fara væl um hesa heilsugóðu vøru, ið er so
umráðandi fyri børn okkara og hvønn einstakan.
Nýmótans dámurin skal styrkja um marknaðarstøðuna
hjá mjólkini, so at hon eisini í framtíðini kann eiga sítt
fasta pláss í húsarhaldinum, sigur mjólkarvirkið.
Litirnir:
3,0% er blá og eitur sjálvandi Mjólk sum áður
1,5% er reyð og eitur Millummjólk, áður hálvskúmað
0,5% er gul og eitur Lættimjólk sum áður
0,1% er grøn og eitur Soltimjólk, áður skúmað
Tað er Reproz, sum hevur staðið fyri sniðgávu og
navngávu av nýggju mjólkarpakkunum.
Fáa íleggjarar
Borgarstjórin í Fuglafirði, Sigurð Simonsen, væntar ikki,
at partafelagið, sum skal gera tann ætlaða tunnilin millum
Kambsdal og Skálabotn, fer at fáa trupulleikar við at fáa
íleggjarar at fíggja verkætlanina. Tunnilin, sum kommunan
ætlar at gera, verður 2300 metrar langur og er mettur
at kosta 100 mió. krónur umframt vegir til teir báðar
munnarnar. Í síðstu viku bað kommunan vinumálaráðið
um loyvi til at gera tunnilin.
Byggja út
Tey, sum eiga Hotel Streym, hava søkt Tórshavnar
kommunu um loyvi til at byggja hotellið út. Hotellið,
sum byrjaði sítt virksemi í fjør, hevur sum er 14 kømur.
Men tað hevur víst seg at vera ov lítið, og tí er ætlanin
at byggja uppí. Nýggi bygningurin verður átta ferðir tólv
metrar í trimum hæddum. Tann niðasta hæddin verður til
parkering, og í hinum báðum koma tólv kømur afturat.
Útbyggingin er mett at fara at kosta fýra mió. krónur.
(Kelda: www.dimma.fo)
Alfred samanber seg
við Kára P. Højgaard
Løgmaður:
Bólturin liggur hjá
Sambandsflokkinum
Alfred Olsen
Bólturin liggur hjá
Sambandsflokkinum, sigur
samgonguleiðarin um málið
um Alfred Olsen, sum er
uttan fyri samgonguna – og
uttan fyri andstøðuna