mánadagur 22. januar 2007síða 18
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 15 - 22. januar 2007
tíðindi
Leygardagin var
sannur fagnaðardag
ur fyri kollfirðingar,
av tí at skúlin, ið
hevur verið undir
umvæling, nýggja
læknahølið og
nýggja ítróttarhøllin
eru tikin í brúk. Í
hesum sambandi
var hátíðarhald í
Kollafirði
HÁTÍÐARHALD
Elin Maria Ó. Olsen
em_olsen7@hotmail.com
Tað byrjaði í Kollafjarða
skúla, har hampuliga nógv
fólk var komið saman, við
at børn úr skúlanum sungu
nøkur løg. Síðan helt Karin
Hammer, skúlaleiðari, røðu.
Hon legði út við at bjóða
vælkomin. Hon er sera glað
fyri nýggja og umbygda skúl
an. Hon greiddi frá søguni
hjá skúlanum. Hann var
bygdur í 1970, men skjótt
var funnið útav, at skúlin var
ov lítil, so í 1980 var hann
longdur, men enn einaferð
var ov trongt, men øll royndu
at hjálpast og fáa tað besta
burtutúr støðuni. So í 1987
kom bræv um, at har skuldu
koma betur umstøður, og tað
byrjaði ár seinni.
Í 2001 vórðu Tórshavnar
Kommuna og Kollafjarða
Kommuna lagdar saman. So
vardi ikki leingi – og umbygg
ingin byrjaði. Í dag kenna vit
úrslitið, og endiliga er skúlin
nóg stórur. Enn vantar m. a.
mathøli, men vónandi fer tað
eisini at koma.
Í summar verður fyrstu ferð
níggjundi flokkur sleppur
upp í fráfaringarroynd fólk
askúlans her í Kollafjarða
Skúla.
Hon segði eisini at tey fara
at menna skúlan.
Tá røðan var liðug, sungu
børnini ein sang afturat.
Síðan helt Hildur Eyðuns
dóttir, forkvinna í ment-
amálanevndini, talu.
Hon ynskti kollfirðingum
tillukku við nýggja skúla
num. Hon fegnaðist um skúl
an eftir alt hetta baksið, ið
var við at fáa hann lidnan.
Hon heldur, at skúlin er ikki
at kenna aftur. Har er stórur
dentur lagdur á umstøðurnar.
Nú er framhaldsdeild á skúl
anum, so tað er óneyðugt
hjá kollfirðingum at fara til
Havnar í skúla. Nýggja høll
in í skúlanum gevur eisini
skúlanum fleiri møguleikar.
Skúlin er ein stór íløga í
framtíðina, og tí mugu vit
leggja stóra arbeiðsmegi og
fíggjarorku innan fyri skúl
aøkið.
Hon kendi eina stóra gleði,
at síggja betru korini hjá
skúlanum. Tað er bæði ljóst
og hugnaligt nú, og treytin til
klókskap er umstøðurnar, og
tað eru nógv betur umstøður
nú, skúlin er farin frá at vera
1600 fermetrar til 2600 fer
metrar. Hann er nú næstan
60 % størri.
Síðan endaði hon røðuna
við at siga góða eydnu og
Guðs signing framyvir.
Eftir tað, helt Jógvan á
Lakjuni, Landsstýrismaður
í mentamálaráum, røðu.
Hann byrjaði við at ynskja
tillukku við nýggja skúla
num og takka fyri barnasag
in. Hann segði at mentamál
aráðið fegnast um at síggja
so góðar umstøður at læra í.
Tey leggja meira dent á list
arligu lærugreinirnar. Eis
ini eru nógv betri umstøður
til lívfrøði og alis og evna
frøði.
Eisini er tikin hædd fyri
rørslutarnaðum. Tað, ið verð
ur gjørt nú kann mennast
seinni.
Hann heldur, at skúlin er
eitt grundarlag á framtíðina,
so góðar umstøður mugu
vera. Tað er eisini gott hjá lær
arunum at fáa avbjóðingar.
Nú verður tónleikurin eisini
nógv mentur, og tað er sera
gott.
Her kann lærast at taka
avgerðir og at hava ábyrgd.
Her er fjálgt læruumhvørvi
og gott samstarv millum
skúla og heim.
Síðan segði hann enn ein
aferð tillukku og endaði við
at handa eina gávu frá ment
amálaránum. Tað var eitt
listaverk av eini slupp, ið
skuldi ímynda gomlu ment
anina.
Síðan handaði Heðin Mort
ensen, eina gávu til skúlan
frá Tórshavnar Kommunu.
Tað vóru nakrir málningar,
ið ímyndaðu havsins djór í
forstørraðum skapum. Tað
er Astrid Andreassen, ið hev
ur málað málningarnar.
Síðan var kaffimunnur og
køka.
Eftir tað, var farið niðan í
nýggja læknahølið, har Katr
in Dahl Jacobsen, forkvinna
í sosialu nevnd, helt røðu.
Hon byrjaði við at bjóða
øllum at vera hjartaliga væl
komin at síggja tey nýggju
læknahølini vegna Tórshavn
ar býráð.
Hon greiddi frá, at triðja
februar fer at vera 3 ár síð
an fyrireikingarnar av lækn
ahølinum vóru byrjaðar.
Bygningurin var liðugur
um mánaðarskiftið august/
september í fjør, síðan var at
bíða eftir innbúgvi og lækn
aútgerð.
Hon segði at bygningurin
er 177 fermetrar til støddar,
og afturat læknahølinum er
eisini eitt rúm til heimasjúkr
asystrarnar.
Hon heldur, at tað besta
við læknahølinum er, at
komuviðurskiftini hjá rørsl
utarnaðum eru blivin betur,
tí tað hevur tikið langa tíð at
sannføra almennar myndug
leikar um at í dag má vera
krav, at vit øll hava javnrætt
indi.
Hon endaði røðu sína við
at takka øllum teimum, sum
hava hjálpt til við byggingini.
Hon vónar at læknarnir og
alt viðskiftafólkið, sum fer
at vera her, fer at dáma væl
her.
So var farið niðan í ítrótt
arhøllina.
Fyrst sang og spældi Jens
Marni Hansen nøkur løg.
Síðan helt Heðin Mortensen,
borgarstjóri í Tórshavnar
Kommunu, røðu.
Síðan sang Jens Marni
Hansen eitt lag afturat, áðr
enn Vagnur Johannesen, hall
arumboð, helt røðu.
Hann byrjaði við at ynskja
tillukku.
Hann segði at hetta var
eitt gamali ynski, sum nú
var vorðið verðuleiki.
Áðrenn kommunurnar
løgdu saman var farið undir
at gera eitt øki til høllina. Síð
an var ein fundur fyri nøkur
feløg, sum so blivu stuðlar.
So var ein nevnd av fólki
úr Tórshavn og Kollafirði
funnin.
Hallarstuðlarnar stóðu fyri
arbeiðnum av høllini. Tað
var farið undir at byggja á
sumri ár 2004, og høllin stóð
reist í oktober sama árið. So
var farið undir at leggja gólv
og tílíkt.
Her hava nógvar góðar
løtur verið, og nógv góð vin
arbond eru knýtt her segði
hann.
Uttan hendan sjálvboðna
stuðulin, stóð eingin høll her
í dag. Og úrslitið, ið kom,
var ein stór, flott høll. Hann
heitti eisini á fólk, um at fara
væl við henni.
Tá tann talan var liðug,
skuldi Jákup Dam, formaður
í KÍF, halda røðu.
Hann nýtti fyrra partin av
síni røðu at greiða frá søguni
hjá KÍF.
KÍF var stovnað í ár 1942
og blívur sostatt 65 ár nú.
Teir, ið stovnaðu KÍF,
fóru til verka beinan vegin.
Teir byrjaðu við at skriva
eitt bræv til Tingið, har tað
stóð, at teir høvdu stovnað
eitt nýtt ítróttarfelag, og teir
høvdu trupulleikar, av tí, at
teir onga høll høvdu, men
fyrst ynsktu teir sær leikvøll,
hóskandi til bóltspøl. So
fingu teir ein vøll, men tá
skúlin var bygdur í ár 1970,
og hondbólturin var fluttur
niðan har.
So var farið frá summar
ítrótti til vetrarítrótt, og KÍF
hevði ongan heimavøll. Men
hóast truplu umstøðurnar,
kláraðu tey tað væl.
Tað var torført at halda lív
í ítróttinum vegna vánaligar
umstøður, men framtíðin
sær hjartalig út nú.
Tað er ynskiligt at nýggja
høllin umframt at vera ítrótt
arhøll eisini verður eitt saml
ingsstað fyri kollfirðingar.
Hann heldur, at hetta er ein
góð og snotulig høll, og nú
hevur KÍF góðar umstøður.
Síðan var kaffi og køka, og
til endans, var steypadystur
í hondbólti millum KÍF og
Kyndil.
Hátíðardagur
í Kollafirði
Sannur hátíðardámur var í Kollafirði leygardagin, tá nýggi skúlin, ítróttarhøllin og læknahølini
vórðu tikin í nýtslu
Mynd: Høgni Thomsen