Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-22, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. januar 2007síða 20

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 15 - 22. januar 2007 tíðindi “Undir Kongavarða” er størsta byggi­ ætlanin av sínum slag í Føroyum nakrantíð. Kostnaðurin kemur at liggja um eina hálva milliard krónur. Bygt verður í fýra stigum, og um ársskiftið 2011/2012 standa 276 bústaðir klárir skamt frá Argjum BYGGING Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Myndir: Jens Kristian Vang Tórshavn: Íbúðirnar fara at kosta millum 600.000 krónur og 4,5 milliónir krón­ ur. Støddin verður millum 46 fermetrar og slakar 200 fermetrar. Hesar íbúðirnar upp á 200 fermetrar vera marglætis íbúðir, og tað eru tær sum fara at kosta 4,5 milliónir krónur. Raðhúsini fara at kosta millum 2,4 og 2,9 milliónir krónur, og verða tvey snið at velja í millum. Ann­að modellið verður 149 fer­ metrar til støddar, og hitt modellið verður 133 fer­ metrar við einum óinnrætt­ aðum kjallara upp á 74 fer­ metrar. Bygt verður í fýra byggi­ stigum. Jørðarbeiðið byrjar í dag, og fyrsta byggistig skal ætlandi vera liðugt á vári 2009. Tá skulu 32 raðhús og 5 íbúðarbygningar við tilsamans 45 íbúðum standa klárar. Tá øll verkætlanin er liðug um árskiftið 2011/ 2012 standa gott 200 rað­ hús og 76 íbúðir skamt frá Argjabygd, stutt norðan fyri Hamaran. Pakkaloysn Byggiharri er Valbjørn Dals­ garð og saman við Selmar Nielsen, arkitekti, er hann høvuðsmaðurin handan stóru byggiætlanina, sum er tann størsta av sínum slag í Føroyum nakrantíð. Ein ætlan sum inniber, at tað um góð tvey ár standa 77 bústaðir klárir at flyta inn í úti á Argjum. – Talan verður um eina pakkaloysn frá byrjan til enda, sigur Valbjørn Dals­ garð, byggiharri, so tað vera bara møblar, sum skulu inn í bústaðirnar aftrat, tá teir eru keyptir. Arkitektur og ráðgevi í verk­ætlanini er Selmar Nielsen. – Býlingurin verður býttur í tveir partar, og í hvørjum av býlingunum verður eitt grønt øki, segði Selmar Nielsen á tíðindafundinum í høvuðssætinum hjá Eik Banka úti við Strond í Havn. Hann greiddi nærri frá staklutum í verkætlanini. Millum annað, at býling­ urin skal hava sína egnu hitamiðstøð, og á tekjuni á henni kemur ein lítil fótbóltsvøllur at liggja, til børnini at spæla á. Eisini segði hann frá, um hvussu húsini koma at síggja út. – Vit hava gjørt eina varieraða framsíðu av húsu­ num móti býnum. Niðan eftir verður so sólterassa og eitt bilskýli. Allastaðni vera stór vindeygu við góðum útsýni yvir Nólsoyarfjørð, segði Selmar Nielsen og legði dent á, at bæði íbúð­ irnar og raðhúsini fara at hava eitt flótandi rúmforløb, sum hann rópti tað. Selmar Nielsen segði, at teir valdu at nýta viðlíka­ haldsfrítt tilfar so nógv sum gjørligt. – Tað verður lætt at við­ líkahalda húsini, segði Selmar Nielsen sum eis­ ini staðfesti, at stóru vind­ eyguni halda til føroyska veðurlagið. Alt jørðarbeiði í einum Høgni Lauritsen er verk­ ætlanarleiðari og kundi boða frá, at jørðarbeiði byrjar í dag, og so verður sprongt og planerað. Høgni Lauritsen segði, at alt jørð­ arbeiðið verður gjørt um eina leið, soleiðis at tey sum flyta inn, tá fyrsta byggistig er liðugt, ikki verða órógv­ aði av tungari ferðslu og tí sum har til hoyrir, tá jørðarbeiði vanligt verður gjørt. Somuleiðis greiddi hann frá, at teir fara at nýta elementir í so stóran mun tað er gjørligt. Gongst sum ætlað, byrjar uppsetingin av teimum longu komandi ár. Skúli og barnagarður á økinum Við á tíðindafundinum í Byggiætlan fyri Byggiharri er Valbjørn Thomsen Arkitektur og ráðgevi er Selmar Nielsen Projektleiðari er Høgni Lauritsen Fíggjarligi veitarin er Eik Banki Samlaði kostnaðurin fyri verður uml. ½ milliard krónur Bíligasta íbúðin kostar 600.000 krónur Dýrasta íbúðin kostar 4,5 milliónir krónur Minsta íbúðin verður 46 fermetrar Størsta íbúðin 193,5 fermetrar Raðhúsini kosta millum 2,4 og 2,9 milliónir krónur Raðhúsini vera 149 fermetrar og 133 fermetrar + kjallara FAKTA Tað var Heðin Mortensen, sum setti hol á byggiarbeiðið Undir Kongavarða, har 200 raðhús og 76 íbúðir fara at standa í 2012